Lýsing

Óluva Klettskarð

Væl komin á heimasíðu mína

 

Eg eiti Óluva Klettskarð. Eg eri 57 ára gomul og búgvi í Klaksvík saman við manni og yngra soni okkara, Ára, sum er 21 ára gamal. Vit eiga tveir synir. Páll Klettskarð er eldri sonur okkara, sum er 32 ára gamal, giftur Fanný Klettskarð, og eiga tey lítlu Óluvu Pállsdóttir, sum fyllir ár 3. desember <3

 

Eg eri úr Haraldssundi, miðlingur av trimum, og har vaks eg upp í lítlum bygdarumhvørvi, sum tá taldi átta hús. Eg gekk í lítlum bygdarskúla, til eg 13 ára gomul fór til Klaksvíkar at ganga í framhaldsdeild og síðani til Eysturoyar á Studentaskúla við Gøtugjógv.

Eg las á Fróðskaparsetur Føroyar, og har eg møtti mín lívs kærleika og manni, Andrasi Sólstein úr Klaksvík.

 

Eg havi altíð verið tjóðveldisfólk, og tað fari eg altíð at vera.

Mítt størsta politiska áhugamál eru einar sjálvstøðugar og burðardyggar Føroyar, og tað vil eg altíð arbeiða fyri.

Trivnaður og familjulív er týdningarmikið. Tí eru umsorganararbeiðið, bústaðarmarknaðurin, menta- og skúlamál av størsta týdningi.

Seinastu stóru avbjóðingarnar eru fortreytir fyri at kunna seta búgv, føroyskt mál á øllum pallum, grønt orkuskifti og dýri gerandisdagurin. Hesi mál eru míni hjartamál.

Eitt aðalmál er ein sjálvberandi búskapur, sum er grundin undir einum sjálvstøðugum Føroyum, og tað er vil eg fegin vera við til at menna. Tí Føroyar skulu gerast leysar av donskum pengum og vit skulu svara okkara skyldir og rinda lesandi lesandi føroyskan lestrarstuðul.

 

Um meg sjálva:

 

Fødd: 24.06.1965

 

Foreldur: Edith og Páll Klettskarð

 

Hjúnafelagi: Andras Sólstein

 

Børn: Páll og Ári Andrasson Klettskarð

 

Útbúgving: cand.mag. í søgu, føroyskum máli og bókmentum Á Fróðskaparsetri Føroya og Aarhus Universitet.

 

Yrki: Lektari á Miðnámi á Kambsdali og á Klaksvíkar HF-skeiði.

 

Álitisstørv:

Landsstýriskvinna í mentamálum í 2008 og løtur á tingi sum varafólk í fleiri umførum.

Løgtingskvinna frá 1. september 2015-2019. Næstforkvinna í Mentanarnevnd Løgtingsins og seinni forkvinna í Mentanarnevnd Løgtingsins, limur í Trivnaðarnevndini. Løgtingsgrannskoðari.

Býráðslimur í Klaksvíkar býráð 2008-2016, forkvinna í Havna- og vinnunevndini, forkvinna í Trivnaðarnevnd Eldri og bústaðir og næstforkvinna í Fíggjarnevndini við Klaksvíkar býráð. Skúlastýrislimur fyri Klaksvíkar býráð og forkvinna fyri stýrið fyri Fjarnám. Skúlastýrisforkvinna 2001-2008.

Aðalstjórnarforkvinna í Tjóðveldi í 2010-2015

Stovnari og forkvinna í felagnum Føroyamál og limur í Nordspråk.

 

Heimstaður: Stoksoyravegur 7, FO-700 Klaksvík

 

Fartelefon: 217871

 

Email: olk@kambsdalur.fo