Vælkomin á mína síðu.
Eg eiti Jens Ivan í Gerðinum og eg eri 40 ára gamal. Eg eri uppvaksin í Vestmanna og eftir loknan lesnað uttanlands flutti eg heimaftur til heimbygdina, har eg búgvi í dag saman við konu míni og okkara trimum dreingjum.
Landspolitikkur hevur altíð havt mín áhuga og Tjóðveldi førir ein politikk sum eg kenni meg aftur í, í flestu lutum. Mest av øllum loysingini!
Tí tað snýr seg um at klára seg sjálvan, síðani síni næstu, sín bólk og sítt land, við teimum førleikum man fekk í móðirlívinum. Náttúran hevur tillagaða okkum til lívið, til at brúka okkara vit og skil, so vit kunnu fóta okkum sjálvum og standa ímóti bakkøstum í gerandisdegnum. Sjálvræði í øllum lutum er sjálvur arvastrongurin hjá øllum livandi verum, eisini menniskjum. Tað er ein náttúrulóg, at samfelagið megnar gerandisdagin sjálvt. Kjølfest í egnari dagsskrá.
Míni politisku hjartamál eru:
- Loysing
At arbeiða ímóti fullum sjálvræði og skipa Føroyar sum tjóð.
- Landbúnaður.
At gera eina landbúnaðarskipan, har vit gagnnýta alt okkara tilfeingi burðardygt, og tryggja øllum borgarum í føroyum atgongd til heilsugóðan mat, til kappingarføran prís, við einum útboði sum nøktar eftirspurningin. Við øðrum orðum, eina landbúnaðarskipan sum tryggjar føroyingum matfullveldi.
- Lendisætlan.
Skulu vit nøkta allar tørvir sum samfelagið setir okkum, so er bráðneyðugt at landi skipar eina lendisætlan, so staðfestast kann á skilvísar grundgevingar, hvar tær ymsu landbúnaðarframleiðslurnar skulu vera. Hvar bygging, bústaðir, ídnaður, frítíðarvirksemi, og undirstøðukervi skal vera o.s.fr.
Landi Føroyar eru 1.400 km2. Um vit ikki skipa lendisnýtsluna beinanvegin, koma vit valla at loysa aðrar trupulleikar, sum fylla almenna rúmið, so sum gongd í haga, matfullveldi, o.a. umframt at vit miseydnast at framtíðartryggja lívsgrundarlagi í føroyum. Hetta hevur alstóran týdning, samanborið við veðurlagsbroytingar og tey hóttaføll sum standast av hesum broytingum um allan heim.
- Landsbygd
Útjaðarin, bygdirnar og alt samfelagið, skal kunna virka undir somu treytum hvat viðvíkur fígging av fastognum og vinnuvirksemi annars. Tað snýr seg um at gaggnýta tilfeingi og hetta letur seg bara gera um vit breiða virksemið og tryggja lívsgrundarlagið um alt landið, náttúru tilfeingi er staðbundið.
Stórbýurin megnar seg ikki uttan bygdirnar, og øvugt. Mentan, list, andsevni, likamligur stirðil, vilji og áræði til frama fyri føroyum og einum góðum samfelagið, kann bert røkkast, um fólkið fær góðan gróðrarbotn í heimligum umhvørvið. Tað skapar fjølbroytni, og tað lyftur føroysku fólkasálina á javnbjóðis støði við aðrar mentar tjóðir. Soleiðis skapast tjóðir. Soleiðis skapa vit tjóðina Føroyar.
Fyri menning, rakstrar,- og lívsgrundarlag um alt landið.
Set X við Jens Ivan í Gerðinum tann 8. desembur 2022.