Lýsing

Fólkið fyrst og fremst – Valskrá til býráðsvalið í Tórshavn

Perlan í Norðuratlantshavi

Tórshavnar kommuna er landsins størsta við teimum flestu íbúgvunum og flestu skattakrónunum. Hon hevur serliga skyldu at beita bestu tænastur og vera framsíggin á øllum økjum.

Moderniteturin í Føroyum sprettir úr Tórshavnar kommunu, og her virka vit fyri fólkaræði, javnrættindum og nýskapan.

Vit eru perlan í Norðuratlantshavi, sum forvitin ferðafólk síggja fyrst, tá ferðamannaskip í stórum tali koma til býin.

Vit geva fegin pláss fyri fólkum uttaneftir og hjálpa teimum á leið í okkara samfelag.

Vit geva pláss fyri nýggjum vinnum, handlum, veitingarstøðum og nýbrotum annars, so trivnaðurin verður í hásæti.

Vit stuðla upp undir eitt ríkt mentanarlív, sum alsamt mennist á øllum mótum.

Vit hava eitt virkið lestrarumhvørvi við støðugt fleiri lesandi og einum nýggjum miðnámsskúladepli í gerð.

Vit hava virkið ítróttalív fyri allar aldursbólkar við góðum breytum og hølum, sum alsamt verða ment.

Børnini og tey ungu eru framtíðin, og teimum verða vissaðir bestu møguleikar at mennast á dagstovnum, í skúlum og í frítíðini.

Vit hava eisini ábyrgd av teimum, sum eru komin upp í árini og tørva heimatænastu, umlætting og røktarheimspláss.

Vit eru fólk í øllum aldri í býi og bygdum, sum hava spennandi náttúru, søgu og upplivingar.

Tórshavnar kommuna veksur og mennist hvønn dag. Okkara skylda er at umsita hesa perluna við góðum skili og røttum stigum í tøkum tíma.

Tí bjóða vit okkum fram við hesi valskrá undir heitinum Fólkið fyrst og fremst.

Felagsmynd býráðsval

Valevni til býráðsvalið 2016 í Tórshavnar kommunu
F.v.: Brandur í Dali, Vigdis Johannesen, Jákup av Skarði, Annita á Fríðriksmørk, Boði Haraldson, Gunvør Balle, Leivur Hansen, Edith Vang, Tráin Petursson Nónklett, Sigrun Wardum, Jógvan Arge, Turið Horn, Emil Hermansen, Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam, Malan Eyðunsdóttir og Jóannes Guttesen.