Lýsing

Bjørt Samuelsen

Vælkomin á heimasíðu mína 😊

 

Her kanst tú lesa eitt sindur um meg. Á breddanum til høgru finnur tú nýggjar greinar, sum eisini eru at finna á vanga mínum á facebook.

Varð vald á ting fyrstu ferð í januar 2008, og síðani tá hevur politikkur verið fulltíðarstarv mítt.

Sjálvbjargni. Skapandi vinna. Grøn orka. Heilsa fyri øll. Rík náttúra. Útbúgvingarmøguleikar. Nútímans samferðsla. Føroysk framleiðsla. Javnsettar møguleikar fyri allar borgarar at liva og virka í landi okkara. Hesi eru nøkur av hjartamálum mínum.

Vit mugu taka ábyrgd – av øllum borgarum, av landi okkara og í mun til avbjóðingar, sum allur heimurin stendur yvirfyri.

Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á egnari megi – sum eg meti vera eina fyritreyt fyri framburði, bæði hjá einstaklinginum og hjá tjóðini. Føroyar eru okkara land og okkara ábyrgd. Megin at lyfta Føroyar framá býr í Føroya fólki!

Mín bakgrund

Eri uppvaksin í Havn og flutti 19 ára gomul eitt skifti til París og síðani til Keypmannahavnar at lesa á Den kgl Veterinær- og Landbohøjskole, har eg tók prógv sum kandidatur í bromatologi – matvørufrøði. Seinni gekk leiðin til Oslo at lesa til journalist á Norsk Journalisthøgskole. Í Norra starvaðist eg á Aftenposten, Forbrukerrapporten og á NRK1. Aftaná nærum 16 ár í útlegd, fluttu vit heim við ársenda í 2000. Her havi eg starvast í útvarpinum, sjónvarpinum, sum kunningarráðgevi í Tinganesi, undirvíst á Fróðskaparsetrinum, umframt rikið mína egnu frílansfyritøku. Í fjør nam eg mær yrkisskeið í landbúnaði á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Umframt føroyskt, tosi og skrivi eg enskt, norðurlendskt (norskt og danskt) og eitt sindur av fronskum. Í frítíðini dámar mær at fáa ting at grógva, gera mat, náttúran, filmur, lesa, ella bara hugna við familjuni.

 

Í november 2007 stillaði eg fyri fyrstu ferð upp til Fólkatingsval, og í januar 2008 til Løgtingsval, har eg varð vald við dyggum stuðli. Mítt fyrsta álitisstarv í politikki, var sum landsstýriskvinna í vinnu- og samferðslumálum undir CHE-samgonguni.  Til valið í 2011 varð eg afturvald, og í 2015 gjørdist eg fremsta varafólk fyri Tjóðveldi, við føstum sæti á tingi, tá flokkurin fór í samgongu. Í 2019 varð eg aftur vald. Til fólkatingsvalið í oktobur 2022 gjørdist eg toppskorari á lista E við 958 persónligum atkvøðum. Havi sostatt í nærum 15 ár samanhangandi átt tann heiður at umboða Tjóðveldi á Løgtingi og eitt skifti í landsstýrinum.

 

Eg eri gift Peter Skou Østergård, djóralækna, og eiga vit børnini Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999), ommusynirnar Valdimar (2017) og Teodor (2021) og hundin Storm.

 

Politisk nevndar- og álitisstørv:

2019-:         3. næstforkvinna í Løgtingsins formansskapi

2021-:         Løgtingsins vinnunevnd, nevndarlimur

2019-:         Løgtingsins rættarnevnd, varalimur
2019-:         Løgtingsins trivnaðarnevnd, varalimur

2019-2021: Forkvinna í Løgtingsins vinnunevnd

2017-2019: Forkvinna í Løgtingsins vinnunevnd

2015-2019: Løgtingsins vinnunevnd, nevndarlimur

2015-2019: Løgtingsins uttanlandsnevnd, nevndarlimur

2015-2019: Útnorðurráðið, limur og umboð í arktiska fylgibólkinum

2015-2019: Løgtingsins trivnaðarnevnd, varalimur

2013-2015: Løgtingsins uttanlandsnevnd, varafólk
2011-2015: Løgtingsins vinnunevnd, næstforkvinna

2011-2015: Løgtingsins trivnaðarnevnd, nevndarlimur

2011-2015: Norðurlandaráðið, varafólk (fyri Høgna Hoydal)
2008-2011: Løgtingsins vinnunevnd, nevndarlimur

2008-2011: Løgtingsins rættarnevnd, nevndarlimur
2008-2011: Stjórnarskipanarnevndin, varalimur

2008-        : løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
2008          : landsstýriskvinna í vinnumálum

Limur í:
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
Reyði Krossur Føroya
Krabbameinsfelagið
Felagið føroysk seglskip
Bragdið
Tøkum Lætt
Kvinnufelagið í Havn
Urd
Cøliakifelag Føroya (MEGD)
Føroya fuglafrøðifelag

 

Fødd: 2. mars 1965
Foreldur: Marin (fødd Clementsen) av Sandi og Heðin Samuelsen úr Havn
Hjúnafelagi: Peter Skou Østergård, sonur Thorsten Østergård úr Randers og Ester Karen Skou (sálu) úr Kolding
Børn: Ragnhild Petursdóttir Østergård (1994) og Torstein Bjartarson Østergård (1999)

Útbúgving: Journalistur og kandidatur í matvøruverkfrøði (cand brom). Yrkisskeið í landbúnaði.

Yrki: Løgtingskvinna.
Journalistur, sjálvstøðug vinnurekandi og undirvísari.

Heimstaður: Tórshavn

Telefon: 599909

Heimasíða: www.tjodveldi.fo/bjort

Teldupostur: bjorts@logting.fo

Instagram: bjortsamuelsen