Lýsing

Vit skulu øll gjalda fyri Suðuroyartunnilin
Jun20

Vit skulu øll gjalda fyri Suðuroyartunnilin

Okkara framtíðar samferðslukervi skal síggjast sum ein heild, eisini tá tað um útbyggingar ræður og ikki minni fíggingina av hesum útbyggingum. Eg fari als ikki at góðtaka, at ávísar farleiðir bara verða pilkaðar burtur úr heildini at fíggja aðrar farleiðir, meðan onnur onki skulu gjalda. Eitt nú skal ferðslan ígjøgnum Vágatunnilin og hinir undirsjóvartunlarnir ikki einsæris áleggjast at rinda meira fyri ein komandi Suðuroyartunnil...

Read More
Ikki er neyðugt at leggja mær orð í munnin
Jun08

Ikki er neyðugt at leggja mær orð í munnin

Ikki er neyðugt at leggja mær orð í munnin Eg fari at ditta mær at viðmerkja greinina hjá John William Joensen í Norðlýsinum um øðina í Tjóðveldi, peikifingrar og undirmettar veljara, hóast eg ikki kenni grundarlagið undir øllum tí, hann kemur við. Eg havi roynt at hugt eftir, hvørji tjóðveldisfólk skulu hava framt “henda ”stormin” á sosialu miðlunum, har vit í Norðoyggjum verða ábyrgdað fyri valósiguri hjá Tjóðveldi.” Eg havi ikki...

Read More
Tað kundi verið ein virðilig fagnaðarløta…
May28

Tað kundi verið ein virðilig fagnaðarløta…

So fingu vit enn eitt prógv um, at virðilig viðurskifti og javnbjóðis treytir valda ikki í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark og hjá okkum sum tjóð. “Kom og hitt forsætisráðharran í Østrøm”, stendur í lýsing á føroysku netmiðlunum. Avsendarin er danski flokkurin Venstre – bróðurflokkur Sambandsfloksins. Mín góði vinur, Lars Løkke Rasmussen, er altíð vælkomin til Føroya. Nú velur hann at koma til Føroya sum danskur...

Read More
Tey eldru hava rætt til eitt gott og virðiligt lív
Oct05

Tey eldru hava rætt til eitt gott og virðiligt lív

Kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið. Tjóðveldi fer í verki at vísa, at hetta er ein gongd leið. Tórshavnar kommuna kann við einum burðardyggum búskapi veita eina góða og virðiliga tænastu til allar okkara eldru borgarar og teirra avvarðandi. Um peningur er til skattalætta, so er peningur eisini at nøkta tørvin á eldraøkinum. Tørvur er á at dagføra kommunalu heimini á eldraøkinum. Húsfólkini skulu hava ein virðiligan gerandisdag og...

Read More
Kennir tú ráman av mannatrekki?
Oct05

Kennir tú ráman av mannatrekki?

Býráðsmeirilutin hevur slept endanum, tá tað snýr seg um at loysa stóra trupulleikan av vantandi og skipaðum spillivatnsleiðingum. Men hvat nyttar tað við torgum og trappum, um vit skulu liva við rámanum av mannatrekki? Longu áðrenn kunngerðin um spillivatnsætlan varð sett í gildi, hevði eg sum forkvinna í teknisku nevnd árini 2005-12 ein harðan politiskan bardaga at fáa sett kloakkirnar á breddan. Í mínum hugaheimi var tað ein...

Read More
Eldraøkið ikki nóg høga raðfesting
Oct02

Eldraøkið ikki nóg høga raðfesting

Als onki samsvar er millum gyltu vallyftini hjá sitandi býráðssamgongu um batar á eldraøkinum og upphæddirnar, ið settar eru av til hetta endamál í uppskotinum til fíggjar- og íløguætlan fyri næsta ár. Sambært uppskotinum hækkar raksturin á eldraøkinum við 5 mió. kr. í mun til í ár. Av hesum fer ein góð miljón til lønarhækkingar. Eftir eru fýra miljónir, sum ikki røkka langt, tá tað kemur til nýggj átøk á eldraøkinum, eitt nú í...

Read More