Demenssjúklingar hanga framvegis í leysum lofti
Yngri borgarar við demens og avvarðandi teirra standa framvegis líka hjálparleys sum undan pallborðsfundinum í síðstu viku, har ótolandi og vanæruliga støða teirra varð umrødd. Á fundinum hjá Alzheimer-felagnum lovaði forkvinnan í trivnaðarnendini hjá Tórshavnar býráð annars at koma teimum til hjálpar við einum dagtilboði beinanvegin. Men ætlanin vann tíverri ikki frama á fundinum í trivnaðarnevndini mánadagin. Ístaðin endurtekur...
Tað er so deiliga bygdasligt í Tórshavnar kommunu!
Stóra takið hjá høvuðsstaðnum er at røkja og menna teir stóru býirnar í kommununi, – sum eg skal koma nærri inn á í seinni greinum. Men tað er eisini sera týdningarmikið at røkja og menna tær smærru bygdirnar, sum hava lagt saman við Tórshavnar kommunu. Hesar hava sín serstaka leiklut í kommununi. Fyrst og fremst skapa tær fjølbroytni í kommununi og økja um trivnaðin hjá fleiri borgarum. Tær geva kommununi bygdalív og...
Integratiónspolitikkur
Útlendingar skulu beinanvegin hava møguleika at skapa sær eina tilveru, sum samsvarar við teirra evnir og førleikar, og á jøvnum føti við onnur. Nokta vit teimum tað, er vandi fyri at tey kenna seg minni verd enn onnur. Hetta kann ganga í arv og í ringasta føri kloyva samfelagið í tvey millum A og B borgarar. Um ársskiftið fingu býráðslimir eina frágreiðing og tilmæli um ein integratiónspolitikk fyri Tórshavnar kommunu. Tíverri hevur...
Útlendingar javnsetast føroyingum
Integrasjón: Broytið kommunuvallógina, so tilflytarar við varandi uppihaldsloyvi javnsetast føroyingum Tilflytari við varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur mist valbarið og valrættin til kommunuvalið! Orsøkin er, at hon hevur verið í Danmark og lisið! Her er ein sonn søga um ein tilflytara. Eina kvinnu, sum vit kalla Sheila og vit siga, at hon er fødd og uppvaksin í USA. Sheila hevði eftir drúgva umhugsan gjørt av at...
Tórshavnar kommuna er ikki bert “Kontórshavn”!
Onkuntíð verður skotið okkum í skógvarnar, at Tórshavn er “bert kontór” og at vit bert liva av at klippa hvørjum øðrum. Í Havn eru nógv kontór, men Tórshavnar kommuna fevnir eisini um virksemi innan bæði landbúnað og sjóvinnu.. Í Tórshavnar kommunu eru 42 bøndur. Teir flestu eru seyðabøndur, og haraftrat hava nakrir mjólkineytahald. Í Kollafirði eru 11, Kaldbak 5, Kaldbaksbotni 2, á Sundi 1, Hoyvík 2, Tórshavn 2, Kirkjubø 4, Velbastað...
Meðan borgarstjórin svevur í New York
Borgarstjórin hevur verið oman fyri garðarnar í New York og sannført seg um, at tað er hann við øllum sínum vísdómi, sum ger av, um ein varaborgarstjóri í Havn er skikkaður ella ikki. Men soleiðis er skipanin ikki. Útgangsstøðið er, at eitthvørt býráð sambært lóg skal hava tveir varaborgarstjórar at taka til, tá borgarstjóranum berst frá. Býráðið velur 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra, tá tað skipar seg fyrst í eini...