Løgtingið feldi uppskotið um at fíggja bústaðir uttanfyri størri býirnar
Tjóðveldi legði í heyst uppskot fyri løgtingið um fíggingarmøguleikar hjá fólki at seta búgv uttanfyri størri býirnar.
Løgtingið hevur nú felt uppskotið. Hetta harmast vit almikið um.
Verða politisk átøk ikki gjørd fyri at tryggja fólki møguleikan at byggja kring alt landið, fara vit at síggja mun á bústøðunum í og uttan fyri miðstaðarøkið. Meðan nýggir bústaðir verða at síggja í miðstaðarøkinum, verða tað serliga eldri bústaðir uttan fyri miðstaðarøkið. Henda skeivleika ynskja vit at fyribyrgja. Tí henda gongd kann vera við til at miðsavna húsabyggingina í Føroyum til miðstaðarøkið. Hetta kann vera við til at trýsta prísirnar enn longur upp. Og harvið kunnu verandi bústaðartrupulleikar gerast enn størri, og bústaðarneyðin vaksa.
Tað finnast dømi um, at persónar, ið hava fingið noktað fígging til at byggja hús á bygd, hava fingið játtað eitt uppaftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn. Hetta vísir, at tað ikki eru gjaldsevnini hjá teimum, sum skulu byggja, ið eru forðingin, men heldur verandi lóg um fíggjarligt virksemi, sum bankarnir eru noyddir at halda.
Tað hevur verið víst á, at marknaðarvirðið uttanfyri størru býirnar ofta er væl lægri enn kostnaðurin av at byggja húsini, og fíggingin er treytað av marknaðarvirðinum.
Nevndarviðgerðin av málinum hevur víst, at trupulleikarnar við at fáa lán á smáplássum og útoyggjum eru veruligir. Fyri nøkur av økjunum eru avleiðingarnar sera álvarsamar. Fólkaminking kann vera ein avleiðing umframt, at tað eru tekin um, at múgvandi fólk, sum ikki eru fastbúgvandi á staðnum, kunnu útvega sær bústað á somu plássum, sum fastbúgvandi fólki ikki kann. Bygdirnar kunnu tá gerast feriu og frítíðarpláss meira enn heimstaður hjá fastbúgvandi fólki. Ikki skilt soleiðis, at summarhús ikki kunnu vera eitt gevandi íkast til útjaðaran, tí tað eru tey. Men trupulleikin hjá fastbúgavndi fólki við at seta búgv er eyðsyndur, og má loysast.
Við okkara uppskoti var lagt upp til at geva Bústaðum heimild til at veita lán, ið fevnir um tann partin av láninum, ið bankin ikki kann bjóða, tó ongantíð meira enn upp til 100 % av metingarvirðinum.
Vit ynskja, at tað skal vera møguligt at byggja egnan bústað kring alt landið, so fólk fáa frælsi til at velja egnan bústað – um tey vilja leiga, keypa ella byggja. Hetta eigur at vera treytað av, at gjaldsevnini hjá teimum, sum skulu byggja, annars eru í lagi, sum uppskotið eisini leggur upp til.