Lýsing

Lítið eftirlit við útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni

Tað kunnu ganga ár ímillum, at útlendskur  ognarskapur í fiskivinnuni verður kannaður, tí Vørn hevur ikki orku at kanna tað.

Tað kemur fram í svari frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, til Beintu Løwe, tingkvinnu  hjá Tjóðveldi.

 

Vørn skal kanna útlendskan ognarskap í fiskivinnuni, men Vørn hevur ikki orku til hetta, og tí kunnu ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kanna, verður sagt í svarinum.

Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit.

Í svarinum frá landsstýrismanninum til tingkvinnuna hjá Tjóðveldi verður millum annað sagt:

“Vørn hevur tveir løgfrøðingar, sum taka sær av hesum málum. Hvørja ferð eitt nýtt felag ynskir at virka í fiskivinnuni ella broytingar fara fram í einum verandi felagi, kannar Vørn um ognarviðurskiftini eru í lagi.

Hetta inniber at kanna eigarabók, stovningarskjal, viðtøkur, roknskap, lánsavtalur v.m. Vørn innheintar skjølini frá felagnum til hetta. Tryggjast skal, at avgerðarrætturin í felagnum er heimahoyrandi í Føroyum. Fyri tey verandi feløgini skal avgerðarrætturin vera í minsta lagi 2/3 føroyskur.

Samstundis verða kanningar tiknar upp við regluligum millumbilum. Hetta er tó drúgt og tíðarkrevjandi arbeiði, og tað kunnu sostatt ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kannað.

Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit. “

Svarið kann takast niður her:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/932/030.19.%20Svar%20fra%20J.%20Vestergaard%20til%20B.%20Lowe%20-%20eftirlitid%20hja%20Vorn.pdf

 

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad