Hvat fingu tey verandi í fiskivinnunýskipanini?
Tað verður støðugt ført fram, at undanfarna samgonga gav ov nógv til tey verandi reiðaríini. Ja, tit góvu teimum heilt upp í 80%, hoyra vit aftur og aftur.
Hetta brúka samgongufólk sum umbering fyri nú at lata alt fiskiríkidømi út sum eginkvotur og 12 ára loyvi, sum kunnu keypast og seljast – eisini av útlendingum.
Men um tað var rætt, at tey somu longu høvdu fingið alt, so kunnu vit spyrja: Hví hava fleiri av størru reiðaríunum og serliga Fólkaflokkurin so rópt so nógv um, at alt er galið og verður tikið frá vinnuni?
Veruleikin er hesin:
Í fiskivinnunýskipanini varð gjørd tann semja, at verandi aktørar fingu góðar treytir at tillaga seg. Tí varð ein partur settur til verandi aktørar sum 8 ára rættindi, meðan ein partur varð settur av til uppboðssølu og menningarkvotur, umframt vísindaligar royndir, royndarfiskiskap og annað.
Men tað vóru sett mørk inn í lógina soleiðis, at tá ið kvoturnar hækka, ella vit vinna okkum nýtt tilfeingi, so fer tað ikki til verandi aktørar, men verður bjóðað alment fram á uppboði ella til menningarkvotur.
Tað merkir, at av makrelkvotuni upp til 90.000 tons fer so og so nógv til menningarkvotur, so og so nógv til verandi aktørar og so og so nógv til uppboðsølu. Men hækkar kvotan, verður alt omanfyri 90.000 tons boðið út.
Av sildakvotuni verður alt omanfyri 65.000 tons boðið út.
Og av svartjaftakvotuni verður alt omanfyri 350.000 tons boðið út.
Tí er hetta støðan í 2019:
Makrelur:
Av makrelkvotuni til føroysk skip í 2019, ið er 62.560 tons:
42% fóru til nótaskip við eginkvotum og 8 ára loyvum. (26.016 tons)
28% fóru til uppboðssølu, menningarkvotur, vísindaligar royndir og vinnuligar royndir (17.373 tons)
30% fóru til heimaflotan og aðrar partar av flotanum sum felagskvota (19.171 tons).
Norðhavssild:
Av sildakvotuni til føroysk skip, ið er 115.000 tons:
46% fóru til uppsjóvarskip við eginkvotum og 8 ára loyvum (52.493 tons)
41% fóru til uppboðssølu (47.000 tons)
13% fóru til menningarkvotur, vísindaligar royndir og royndarfiskiskap (15.507 tons.)
Svartkjaftur:
Av svartkjaftakvotuni til føroysk skip, ið er 319.307 tons:
64% fóru til uppsjóvarskip við eginkvotum og 8 ára loyvum (204.578 tons)
25% fóru til uppboðssølu (79.827)
11% fóru til menningarkvotur (34.902 tons)
Sostatt eru í 2019:
58% av makrelinum hjá øðrum enn eginkvotufyritøkunum við 8 ára gildistíð.
54% av norðhavssildini er hjá øðrum enn eginkvotufyritøkum við 8 ára gildistíð.
46% av svartkjaftinum er hjá øðrum enn eginkvotufyritøkunum við 8 ára gildistíð.
Um fiskivinnuskipanin ikki varð framd, so var øll norðhavssildin, allur svartkjafturin og 28% afturat av makrelinum hjá teimum, ið høvdu kvoturnar frammanundan.
Og um kvoturnar hækka, ella nýtt tilfeingi verður útvegað, so verður tað atkomiligt hjá øðrum.
Í uppskotinum hjá samgonguni fáa teir verandi aktørarnir eginkvotur í 12 ár og fáa við fyrsta bríksli 20.000 tons av norðhavssild afturat.
Umframt fara hækkingar í kvotunum í framtíðini allar at fella til teir verandi við eginkvotum.
– Høgni Hoydal