Eitt avlop á nærum hálva milliard krónur, íløgur kring alt landið og blokkniðurskurður, tað er fíggjarlógin hjá Tjóðveldi.
Nú fíggjarlógin 2020 er til viðgerð í Løgtinginum, hava vit í Tjóðveldi, saman við hinum andstøðuflokkunum, lagt okkara egnu visjón fyri 2020.
Uppskotið hjá Tjóðveldi hevur eitt avlop á góðar 400 mió. krónur, í mun til tær undir 200 milliónirnar, sum sitandi samgongu hevur í boði. Vit vilja ein ábyrgdarfullan og sjálvberandi búskap, sum er haldførur í bæði góðum og verri tíðum. Tí er alneyðugt at seta pengar av til síðis og spara saman, nú tíðirnar eru so góðar sum tær eru. So vit eisini hava ráð til eitt gott vælferðarsamfelag tá tíðirnar einaferð skifta, og seta kós ímóti einum fult sjálvberandi búskapi.
Men vit ynskja eisini at fremja eina røð av átøkum kring alt landið, samstundis sum vit ynskja eitt stórt avlop. M.a. hesi:
- Blokkurin skal minkast við 65 milliónum krónum
- Flotin hjá SSL skal endurnýggjast og vit ynskja at pengar verða settir av til hetta
- Tunlarnir til bæði Dals og Fámjins skulu gerast
- Sjósavn skal gerast í Klaksvík
- Krígssavnið í Vágunum skal styrkjast
- Ítróttaháskúlin í Vági skal útbyggjast
- Eftirskúli skal setast á stovn á Tvøroyri
- Miðnámsskúlin á Kambsdali skal útbyggjast
- Málráðið skal styrkjast
- Játtanin til yngri læknar hækkast
- Eftirlitið hjá Vørn skal styrkjast
- Fróðskaparsetrið skal styrkjast
- Grøn átakspulja til verkætlanir, ið flyta Føroyar framá á grøna økinum
– Tjóðveldi