Beinta spyr um broytingar í Kvf
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um Kringvarp Føroya, settur landsstýrismanninum í uttanríkisog mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
1. Hvørjar broytingar er ætlanin at gera viðvíkjandi Kringvarpi Føroya?
2. Er ætlanin at lækka kringvarpsgjaldið?
3. Um ætlanin er at lækka kringvarpsgjaldið, hvussu nógv verður tað so lækkað?
4. Er ætlanin, at aðrir miðlar skulu hava ein part av kringvarpsgjaldinum?
5. Eru ætlanir um at koyra aktueltdeildina í tvær deildir, eina sjónvarpsdeild og eina útvarpsdeild, sum skulu kappast?
6. Nær er ætlanin, at møguligar broytingar í Kringvarpinum skulu setast í gildi?
Viðmerkingar:
Landsstýrismaðurin í mentamálum segði undir viðgerðini av fíggjarlógini, at ætlanir
eru um at gera broytingar í Kringvarpinum í vár, men landsstýrismaðurin vildi tá ikki
koma nærri inn á, hvørjar broytingar ætlanin er at gera.
Tí verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 9. januar 2020
Beinta Løwe Jacobs