Lýsing

Útlendingar skulu ikki keypa hús og jørð í Føroyum undir seg

Tjóðveldi fer at leggja uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum.

Sum meklarafyritøkur nú gera vart við, er áhugin vaksandi hjá útlendinum, at keypa hús og jørð í Føroyum. Til summarbústaðir ella til onnur endamál.

Í valskránni til Løgtingsvalið 2019, boðaði Tjóðveldi frá, at neyðugt er at gera lóggávu um, at útlendingar ikki kunnu keypa hús og jørð undir seg í Føroyum.

Talan kann bæði vera um privatfólk ella fyritøkur, grunnar og íløgufeløg. Í okkara grannalondum og um allan heim er gongdin greið, at útlendingar keypa seg inn í húsamarknaðin, og seta treytirnar fyri at seta búgv hjá fólkinum í einum landi. 

Í Íslandi sæst hetta sera væl aftur. Útlendingar keypa sær hús, íbúðir og jørð í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20% ár um ár. Sum meklarafyritøkurnar siga, so mangla hesir útlendingar sjálvdan pengar. Hetta skeiklar sethúsaprísirnir so at fólk við vanligari inntøku als ongan møguleika hava at ogna sær jørð og bústað.

Onnur lond hava ymiskar reglur. Eitt nú í Álandi er rætturin at eiga hús, jørð og aðra fastogn avmarkað til tey, ið hava álendskan heimarætt. Onnur lond hava ymsar avmarkingar og reglur um summarbústaðir, leigumarknað, bústaðarskyldu, skattskyldu o.m.a.

Í Føroyum hava vit ikki lóggávu sum forðar ella avmarkar møguleikan hjá útlendingum at eiga hús og jørð.

 

Sum gongdin hevur verið undir núverandi samgongu, har útlendingar saman við føroyingum kunnu eiga og spekulera í okkara fiskiríkidømi, so er skjótt at hesi ovurstóru virði, ið eru givin teimum fáu, kunnu keypa alt inn undir seg í Føroyum.

 

Avleiðingar kunnu gerast sera stórar – bæði á størri sum á smærri plássum kring alt landið.

 

Vit kunnu skjótt gerast bæði eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.

 

Tí fer Tjóðveldi at leggja uppskot fyri tingið um at forða fyri, at útlendingar kunnu keypa hús og jørð í Føroyum undir seg.

 

Tað eru nógvir tættir, ið atlit skal takast til í hesum máli.

 

Men uppskotið skal byggja á, at til tess at eiga hús ella jørð í Føroyum, skulu persónar og eigarar hava búð og verið skattskyldug í Føroyum í ávísa tíð. Harumframt er neyðugt at viðgera spurningin um bústaðarskyldu sum heild, ið eisini kann geva landi og kommunum møguleika at tryggja, at jørð og bústaðir á bygd og í býi ikki gerast ogn hjá útlendingum og fólki og fyritøkum, ið ikki hava sítt virksemi ella rinda skatt á staðnum.

– Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad