Nær verður Húsarhaldsskúlin liðugur?
Hvussu gongur við byggingini av nýggjum husarhaldsskula og nær verður hann liðugur? Lítið og onki hevur tó verið at hoyrt um byggingina í seinastuni.
Tí hevur Beinta Løwe sett Jenis av Rana, landsstýrismanninum í mentamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.
Undanfarna samgonga játtaði 21 milliónir kr. í stuðli til byggingina. Eisini varð sagt í svari til fyrispurning frá undanfarna løgmanni, at spakin væntandi fór at verða settur í byggingina í juni 2019, og at skúlin fór at verða klárur at taka í nýtslu í 2021.
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
Fyrispurningur um nýggjan húsarhaldsskúla, settur landsstýrismanninum í undirvísingarmálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
- Hvussu langt er komið við ætlanunum at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík?
- Nær verður húsarhaldsskúlin liðugur?
- Hvussu nógvum næmingum hevur nýggi skúlin pláss fyri?
- Hvat væntast næmingagjaldið at verða?
- Hvat hevur prosjektið kostað higartil?