Bjørt spyr um oljudálking og myndugleikaábyrgd
Fyrispurningur til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, um oljudálking og myndugleikaábyrgd
- Hvør myndugleiki eigur evstu ábyrgdina av at tryggja, at tikið verður upp aftaná eina oljudálking, so náttúran ikki verður oyðiløgd?
- Metir landsstýrismaðurin, at lógarverkið og tilbúgvingarskipanin í mun til oljudálking á landi eru nóg góð?
- Heldur landsstýrismaðurin, at tað kann góðtakast, at tað tekur fleiri ár at fáa staðfest ábyrgd av oljudálking?
- Hvat metir landsstýrismaðurin kann gerast, fyri at styrkja lóggávu og virkismátt í dálkingarmálum og fyri at geva borgarum og náttúruni betri verju?
Viðmerkingar
Herfyri frættist aftur um eina oljudálking, sum hevur gjørt stóran skaða á náttúrulendi hjá einum borgarar. Hóast tvey ár eru liðin, so er framvegis ikki ruddað upp, og togtogan er um hvør, ið hevur ábyrgdina og skal sektast og gjalda endurgjald. Lendið er oyðilagt, millum annað tí at økið ikki alt fyri eitt bleiv reinsað. Í nevnda føri er enntá talan um stóran almennan stovn og stóra oljufyritøku, sum eru partar av málinum, og óhappið hendi í einari lutfalsliga stórari kommunu í Føroyum. Kortini er tað eigarin, sum onga ábyrgd eigur av dálkingini, ið stendur við svartaperi.
Gjøgnum árini koma javnan søgur um oljudálking ella aðra dálking, sum ger skaða á náttúruna. Tað tykist, sum at ábyrgdarbýtið ikki er nóg greitt og/ella at virkismátturin er ov avmarkaður.
Í málinum um oljudálking í Froðba, hoyrdu vit longu í juni 2018 borgarstjóran í Tvøroyar kommunu, sum er tilbúgvingarmyndugleiki, siga, at kommunan kendi seg slepta uppá fjall. Tað sama ger eigarin av lendinum.
Málið gevur eina kenslu av at lóggávan, ábyrgdarbýtið og virksimátturin í dálkingarmálum eru alt ov veik. Greiðu tapararnir eru náttúran og borgarin.
Á Løgtingi 9. februar 2020
Bjørt Samuelsen
tingkvinna