Sirið spyr um fjarskiftistrupulleikar í Suðuroynni og Sandoynni
Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum Helga Abrahamsen um fjarskiftistrupulleikar í Suðuroynni og Sandoynni
1 Nær eru trupulleikarnar við fjarskiftissambandinum til Suðuroynna og Sandoynna íkomnir ?
2 Nær kunnu fólk í Suðuroynni og Sandoynni rokna við at trupulleikarnar eru fingnir í rættlag ?
Viðmerkingar;
Tað hevur verið alment frammi, at íkomnu trupulleikarnar eru fleiri mánar gamlir, og at man hevur valt ikki at umvæla skaðan til Suðuroynna. Hetta verður sagt at vera høvuðsorsøk til aktuellu trupulleikarnar, nú annar skaði er uppstaðin.
Tað hevur alstóran týdning í nútíðar samfelagnum at fjarskiftistænasturnar eru tryggar og støðugar. So at siga alt er umvegis net/telefon, og tí er vánaligt fjalskifti ein stórur bági fyri fólk og vinnulív. Internet samband er í dag at rokna sum ein grundleggjandi tænasta, sum má virka skal samfelagið koyra nøktandi. Tí kann tað heldur ikki góðtakast, at partar av landinum skulu vera skerdir í longri tíðarskeið. Hetta hevur stóra og negativa ávirkan á gerandisdagin hjá fólki.
Tí hesir spurningar til landsstýrismannin so greiða fæst á málinum. Og fyri at fáa upplýst nær vit aftur fáa støðugt fjarskifti.
Sirið Stenberg Tjóðveldi