Hervør spyr um útbyggingina á Kambsdali
Til landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Jenis av Rana
Munnligur fyrispurningur um útbygging av miðnámi á Kambsdali
- Hvussu langt er komið við verkætlanini um at byggja út á Miðnámi á Kambsdali?
- Ætlar samgongan at byggja víðari upp á arbeiðið, ið undanfarna samgonga setti gongd á?
Viðmerkingar:
Miðnám á Kambsdali er ein dýrabarur vitanardepil fyri borgararnar í norðurpartinum av Føroyum. Tað liggur eitt stórt virði í at kunna bjóða borgarum miðnámsútbúgvingar um alt landið. Men miðnámsskúlanæmingar í øllum Føroyum mugu hava javnbjóðis kor og eitt útbúgvingarumhvørvi, ið er gott, og mennir læringina.
Triðja byggistig er seinasti partur av fullføringini av útbyggingini í samband við samanleggingina av miðnámsskúlunum á Kambsdali. Undanfarna samgonga setti 30 mió. kr av til hesa verkætlanina yvir 4 ár.
Tá ið samgongan samtykti fíggjarlógina fyri nýggjár, varð útbyggingin útsett. Serliga var tað náttúruvísindaøkið, ið hesaferð skuldi verða raðfest og útbygt. Náttúrubreytin bjóðar tær lærugreinar, ið skulu til fyri at kunna søkja inn á útbúgvingar, so sum til lækna, verkfrøðing, alisfrøðing, evnafrøðing og lívfrøðing. Allar útbúgvingar, ið vit hava stóran tørv á í mun til at styrkja heilsuverkið og at skapa loysnir til at loysa veðurlagskreppuna. Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, at hendan útbyggingin heldur á og verður liðug skjótast gjørligt, so at næmingar úr norðurøkinum fáa nútíðarhóskandi undirvísingarumstøður.
Við hesum síðsta byggistignum fær Miðnám á Kambsdali javnbjóðis umstøður at bjóða sínum næmingum, sum aðrir miðnámsskúlar í landinum hava. Hetta síðsta byggistigið betrar umstøðurnar hjá næmingum og lærarum, so tey hava eitt tíðarhóskandi og gott umhvørvi í gerandisdegnum á miðnámsskúlanum. Góð kor og góðar umstøður skapa trivna og betri møguleikar fyri læring. Sjálvandi skulu næmingar á Kambsdali hava somu góðu kor, sum eitt nú næmingar á Glasi.
Tí spyrji eg landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, hvussu langt er komið við verkætlanini, og um landsstýrið ætlar at halda fram við tí abeiði, ið undanfarna samgonga fór undir?
Hervør Pálsdóttir,
tingkvinna fyri Tjóðveldi