Bjørt spyr um Barnsburðartrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi
Barnsburðartrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi
Fyrispurningur settur Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum
– Metir landsstýrismaðurin, at fólk, sum seta egna fyritøku á stovn, í nóg stóran mun kenna møguleikan at tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening?
– Veit landsstýrismaðurin, hvussu ofta tað er, at sjálvsstøðugt vinnurekandi detta niðurímillum, tí tey ikki hava teknað hesa trygging?
– Metir landsstýrismaðurin, at neyðugt er við gjøllari kunning og ábøtur á skipanina fyri sjálvstøðugt vinnurekandi?
– Hvussu stórur partur av teimum, sum fáa gjald úr barsilsskipanini eru sjálvstøðugt vinnurekandi?
Viðmerkingar
Barsillskipanin er ein tryggingarskipan, sum skal veita foreldrum endurgjald fyri mista lønarinntøku, tá tey eru í barnsburðarfarloyvi. Ein nútímans góð barsilsskipan er tí ein týðandi táttur at tryggja grundarlagið undir familjunum, tá børn koma í heimin. Ikki minst hjá sjálvstøðugt vinnurekandi. Tað er umráðandi at sjálvstøðugt vinnurekandi kenna møguleikar og rættindi í mun til barsilsskipanina.
Øll alment sett gjalda ávíst mánaðargjald av føstu lønini í barsilsgrunnin. Hetta er lógarfest krav. Fyri sjálvstøðugt vinnurekandi hinvegin, er møguligt at velja at tekna eina trygging, fyri at fáa rætt til barsilspening. Tryggingin kostar 500 kr. um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í minst eitt ár, áðrenn barsilsfarloyvið við løn kann byrja. Hevur tann sjálvstøðugt vinnurekandi havt A-inntøku í útrokningartíðarskeiðnum, telur hetta við í útrokningargrundarlagnum fyri útgjaldi.
Sjálvstøðugt vinnurekandi, sum hava fólk í starvi, gjalda til barsilsskipanina fyri starvsfólk síni, tí hesi hava A-inntøku. Fyri sjálv/ur at fáa útgjald, má tann sjálvstøðugt vinnurekandi tó tekna trygging, tí viðkomandi hevur B-inntøku.
Ikki øll sjálvstøðugt vinnurekandi tykjast kenna nóg væl til rættindir og skyldur í sambandi við barsilsskipanina, hóast kunning verður givið um møguleikan, tá fyritøkan verður skrásett í Vinnuskránni.
Sum skilst kemur tað javnan fyri, at vinnurekandi gloyma at tekna tryggingina, kanska serliga vinnurekandi, sum longu gjalda í skipanina fyri starvsfólk síni.
Á Løgtingi 10. februar 2020
Bjørt Samuelsen
tingkvinna