Negativ renta skal ikki kunna áleggjast lønarkonto og pensjónskonto
Tjóðveldi leggur nú fram uppskot á Løgtingi um, at negativ renta ikki skal kunna verða løgd á lønar- og pensjónskontur í føroysku peningastovnum.
Altjóða rentustøðið er søguliga lágt. Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankum hevur nú verið galdandi í eina tíð, og mett verður, at hetta fer at halda fram komandi tíðina. Eitt úrslit av hesum er, at nakrir føroyskir peningastovnar nú hava fráboðað, at negativ renta nú verður løgd á uppsparing hjá fólki í føroyskum peningastovnum.
Í Føroyum hava vit innrættað okkara lønargjaldingarskipan og pensjónsskipan soleiðis, at neyðugt er hjá fólki at hava lønarkonto í peningastovnunum, ið løn verður flutt á, og at neyðugt er hjá fólki, at stovna pensjónskonto í einum føroyskum fíggjarstovni (peningastovni ella pensjónsfelag). Nú negativ renta verður løgd á uppsparing hjá fólki, kemur hetta at ávirka nógv.
Bank Nordik hevur fráboðað, at frá 1. mars 2020 verður negativ renta á -0,75% løgd á allar pensjónsuppsparingar á vanligum konto’um, og hartil á allar vanligar uppsparingar í peningastovunum omanfyri 500.000 kr.
Betri Banki hevur fráboðað, at frá 1. apríl 2020 verður negativ renta á -0,75% løgd á allar uppsparingarkonto’ir hjá fólki, ið hava meira enn 750.000 kr. í uppsparing. Negativ renta verður ikki áløgd pensjónsuppsparingar í Betri Banka.
Kristina Háfoss, framsøgufólk Tjóðveldis í fíggjarmálum: ”Í Føroyum er lógarkravt, at fólk skulu spara part av lønini upp til egna pensjón. Samstundis leggja onkrir peningastovnar nú negativa rentu á hesa uppsparing. Tað er sjálvandi ein trupulleiki um tað verður álagt fólki við lóg, at skula spara upp pensjón, uttan samstundis at tryggja, at uppsparda pensjónsuppsparingin ikki minkar, um fólk velja at seta pensjónsuppsparingina á eina vanliga konto. Og tá vit velja at hava lønargjaldingarskipan, ið krevur eina lønarkonto, er neyðugt, at tryggjað verður, at fólk ikki missa pening av hesi orsøk.”
Tí mælir Tjóðveldi nú – í uppskoti til samtyktar – til, at landsstýrið leggur fyri Løgtingið neyðuga lóggávu um, at negativ renta ikki skal kunna verða løgd á lønar- og pensjónskontur í føroysku peningastovnum.
Á Løgtingi, 26. februar 2020
Tjóðveldi