Lýsing

Føroyskan film og filmsvinnu upp á altjóða støði

  • Tað hendir nógv innan føroyskan film í løtuni. Vit mugu lofta jaligu gongdini, og tryggja grundarlagið undir víðari menningini av filmsvinnuni. Filmur er ein kreativ vinnugrein, sum kann skapa nógv fjølbroyt størv frameftir, samstundis er filmur ein so týðandi mentanarberi, sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í vinnumálum.  

Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum eitt uppskot um menning av føroyskari filmsvinnu. Skotið verður upp at seta greið politisk mál fyri víðari menning av føroyskum filmi, og sum part av hesum eina strategi fyri, hvussu filmsvinnan kann skapa størv kring landið, hvussu fakligu førleikarnir innan film støðugt kunnu mennast, hvussu útbúgvingartilboð á høgum støði kann skipast og hvussu miðvís átøk kunnu tryggja, at sett mál verða rokkin. 

Tjóðveldi skjýtur samstundis upp, at játtanin til filmsgrunn og afturberingarskipan fyri filmsframleiðslu í Føroyum verða hækkað stigvíst komandi árini, so vit koma á lutfalsliga sama støði, sum grannalond okkara. 

  • Hetta er neyðugt, skulu Føroyar av álvara lyfta seg frá stuttfilmum til spælifilmar og filmsrøðir á altjóða støði. Vit hava fólkini, førleikarnar og virkismátturin hjá filmsfólki okkara tykist nærum óavmarkaður. Men, tað er sera dýrt at gera film á høgum støði. Vit noyðast at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir føroyskt framleiddum filmum og góðar karmar, sum eggja framleiðarum at koma til Føroyar at gera film, sigur Bjørt Samuelsen.  

Í vikuni frættist, at føroyska sjóvarpsrøðin “Trom” er seld fleiri sjónvarpsrásum, longu áðrenn byrjað er at filma. Herfyri fekk Andrias Høgenni prestisjutunga virðislønina Robert. Stórur áhugi var fyri nýggjasta spælifilminum hjá Sakaris Stórá á Berlinaluni herfyri. Ein partur av James Bond varð upptikin í Kalsoynni. Nógv eru tíðindini um føroyskan film.  

  • Streymurin av jaligum tíðindum vísur, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit politiskt eru medvitin um, hvat skal til fyri at lyfta føroyskan film uppá tað støði, hann hevur uppiborið. Vit hava heilt greitt potentialið og fólk við førleikum at røkka altjóða støði. Men tað er neyðugt, at landið leggur sítt til, skal tað veruliga eydnast, sigur Bjørt Samuelsen.  

Í uppskotinum skjýtur Tjóðveldi upp at seta greið politisk mál fyri føroyskan film komandi árini. Millum hesi mál, hvussu mong heiltíðarstørv í filmsvinnuni kring landið skulu vera um ávíkavist 5 og 10 ár. Og at játtanin til afturberingarskipanina fyri film og filmgrunnin verða hækkað stigvíst. Filmshúsið skal styrkjast og orka vera til at skipa filmsfestivalar ella líknandi í Føroyum, sum setir fokus á føroyskan film og møguleikarnar at framleiða film her. 

  • Vit skulu seta okkum mál fyri, hvussu nógvar føroyskar spælifilmar og/ella sjónvarpsrøðir, vit skulu kunna framleiða árliga ella yvir hvørt fimmára skeið. Og fíggjarorkan í stuðulsskipanunum mugu spegla setta málið, sigur Bjørt Samuelsen, sum eisini er fokvinna í vinnunevnd Løgtingsins. 

Tjóðveldi 28.februar 2020

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad