Lýsing

Økt kvinnurættindi tænir eisini monnum

Menn hava ikki altíð havt sama rætt sum kvinnur. Ikki í praksis. Tað hevur ikki altíð verið líka væl sæð, at menn ansa børnum, at teir hongdu uppá snór, at teir vaskaðu klæði. Teir skuldu helst halda seg burtur frá teimum heimligu pliktunum. Teir skuldu jú vera rættir menn. Og so skuldi dirvi til hjá manni at velja sær eina kvinnuliga útbúgving, sum t.d. frisør ella heilsusjúkrasystir. Menn, sum valdi at gera kvinnuligar uppgávur heima ella úti, vóru róptir kventlar. Kvinnur hinvegin, sum tóku á seg mannfólkaarbeiði vóru konubrot.

Men so koma kvinnurnar fram og krevja sín rætt á arbeiðsmarknaðinum. Tær krevja enntá líka løn fyri sama arbeiði. Og smátt um smátt fóru menn eisini at taka hond í heima. Teir keyptu inn, gjørdu døgverða og gjørdu enntá reint. Og so nógv er broytt, at teir yngru í dag himprast ikki við at taka sítt tak í barsilstíðini – um teir fáa løn afturfyri, væl at merkja.

Jú størri sjálvvirði ein maður hevur og hevði, jú lættari er hjá honum at taka eina hond í heima. Hinir, sum eru og vóru bangnir fyri, hvat hinir søgdu, vísa seg meira treiskir. Men teir treisku fækkast.

Úti í heimi
Hetta er støðan í vælferðarsamfeløgum. Hyggja vit so eftir vantandi javnrætti úti í heimi, ”than we are talking!”.
Sambært ST, so eru í heims høpi 750 mió av øllum kvinnum giftar, áðrenn tær eru 18 ár, í 18 londum kunnu menn lógliga forða kvinnum sínum í at arbeiða uttanfyri heimið, í 39 londum hava døtur ikki sama arvarætt sum synir, í 48 londum eru ongar lógir, sum forða fyri harðskapi móti kvinnum heima við hús, og bara lítil helvt av øllum heimsins kvinnum hava rætt til at gera av, um hon tekur fyribyrgjandi, og um hon fær hjálp frá heilsuverkinum.
Men tað gongur framá. Eisini í hesum londum- Fleiri og fleiri kvinnur hava lønt arbeiði og kunnu tí lættari forsyrgja sær sjálvari, og talið av smágentum, sum verða giftar í suðurasia er fallið við 40% seinastu 20 árini.

Fyrr í Føroyum
Samanbera vit støðuna úti í heimi á við okkara, so eru vit ljósár frammanfyri. Men so hevur ikki altíð verið. Nógv av tí, sum eg nevni um støðuna úti í heimi, fór fram í okkara heimum fyri ikki so langari tíð síðani.

S.F. Johansen, søgufrøðingur, hevði ein fyrilestur herfyri um javnrættindi í Føroyum. Hann nevndi m.a., at kvinnan í Føroyum var ó mynduggjørd alt lívið. Tað var maðurin sum bestemmaði yvir henni. Doyði maðurin var tað beiggi hansara, sum fekk myndugleikan yvir einkjuni. Hon hevði heldur ikki sama arvarætt sum maðurin. Synir høvdu størri rætt til arv enn døtur. Harvið orðið bróðurpartur, sum er tann størri parturin; – og systrapartur, (eitt orð, sum ikki verður brúkt nakað serligt longur), men merkir, tann minni parturin.

Munurin er vælferð
Jú, størri javnrætt eitt samfelag gevur kynunum báðum, jú størri er frælsi, jú størri er trivnaðurin.
Men vandi er í hvørjari vælferð. Samfeløg har bæði kynini kunnu ”alt”, har er eisini ferð á búskapinum og strongd gert tí eitt vanligt fyribrigdi. Kappingin og økti búskapurin fer eisini illa við umhvørvinum: vit keypa, brúka og dálka nógv meira enn tey tilafturskomnu londini. Vit hava tað gaman í reinari rundanum húsini hjá okkum og kloakkirnar eru betri skipaðar. Men tað eru vit, sum eru ein hóttan móti ti globalu upphitingini. Men hetta kunnu vit gera nakað við, uttan at tað nýtist at ganga útyvir javnrættindi. Vit kunnu saktans seta avmarking á nýtsluna, á keypi, á flogferðirnar osfr. Men vit kunnu ikki gera nakað við vunnin rættindi. Tey eru komin fyri at vera. Og pilka vit tey niður, so tapa bæði kynini.

Men er tað nakað, sum vit eiga at gera nakað við á degi sum hesum, so er at seta sjóneykuna á vantandi javnrættindi úti í heimi.

Góðan kvinnudag

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad