Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan.
12. september, legði Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, vegna Tjóðveldisflokkin fram Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan. Endamálið við uppskotinum er at er at rætta upp á ein av skeivleikunum í barsilsskipanini. Í hesum føri snýr tað seg um ein mangul, sum hevur verið í skipanini, síðani hon kom í gildi í 2001
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 5, ið verður soljóðandi: “Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilsfarloyvi í upp til og innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman ikki er før fyri at taka sær av barninum.”
2) Í § 3, stk. 2 verður sett inn nýtt pkt. 2, ið verður soljóðandi: “Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 5, skal innan 8 vikur eftir, at farloyvi er byrjað, boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann byrjar at arbeiða aftur.”
3) Í § 9 verður sett inn nýtt stk. 4, ið verður soljóðandi: “Stk. 4. Hóast ásetingingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilspening í upp til og innan fyri 24 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman ikki er før fyri at taka sær av barninum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðnum, er, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Almennar viðmerkingar
Endamálið við uppskotinum er at er at rætta upp á ein av skeivleikunum í barsilsskipanini. Í hesum føri snýr tað seg um ein mangul, sum hevur verið í skipanini, síðani hon kom í gildi í 2001.
Talan er um møguleikan hjá pápanum at fara í barsil tær fyrstu 14 vikurnar eftir føðing í teimum førum, tá ið tað berst mammuni frá. Sum støðan er nú, hevur pápin møguleika at fara í barsil við løn í 14 dagar saman við mammuni tær fyrstu 14 vikurnar. Við hesum verður skotið upp, at í teimum undantaksførum, tá tað berst mammuni frá at taka sær av barninum einsamøll, ella í ringasta føri als ikki, tá eigur rætturin at fella til pápan beinanvegin.
Í skrivi frá ALS til vinnunevndina, dagfest 03.11.2006, verður m.a. sagt, at: “vist verður í hesum sambandi á, at tað ræður ein ávísur ójavni í skipanini í teimum førum, tá mamman ikki kann fáa barsilspening frá fyrsta degi av, eitt nú um hon doyr, tá barnið verður føtt, tí í teimum førum kann pápin ikki fáa nakað fyrr enn eftir 14. viku.” Hetta vísir, at tað kemur fyri, at mamman fellur frá.
Hetta hevur eisini verið víst á fleiri ferðir í Løgtinginum, og skal uppskotið síggjast sum ein roynd at rætta uppá hendan feilin.
Fíggjarligar avleiðingar: Tað er ikki møguligt frammanundan at siga hvørjar fíggjarligar avleiðingar verða av uppskotinum. Tað velst fyrst og fremst um, í hvussu nógvum førum mamman fellur frá, og í øðrum lagi velst tað um, hvussu nógv pápin hevur rætt til úr skipanini í mun til, hvat mamman hevði havt rætt til.
Serligar viðmerkingar
Ad. § 1, nr. 1)
Við broytingini fær faðirin rætt til barsilsfarloyvi í staðin fyri ella saman við mammuni í heilt serstøkum førum. Hetta er, um mamman doyr ella av eini hvørji orsøk fellur frá og ikki er før fyri at taka sær av barninum. Tað skal vera staðfest við læknaváttan, at mamman ikki er før fyri at taka sær av barninum. Talan kann t.d. vera um sálarliga ella likamliga orsøk.
Eftir ásetingini er rætturin hjá pápanum bara galdandi frá tí, at mamman doyr ella missir førleikan at taka sær av barninum, og fram til 52 vikur eftir barnsburð. Hinvegin er tað ikki ein treyt, at bara annað av foreldrunum kann nýta rættin til farloyvi samstundis. Hóast mamman ikki er før fyri at taka sær av barninum, missir hon ikki rættin sambært sáttmála at vera í farloyvi. Í slíkum førum er neyðugt, at faðirin kann fara í farloyvi, hóast mamman formliga eisini er í barsilsfarloyvi.
Ad. § 1, nr. 2)
Fráboðanarfreistin er ásett samsvarandi freistini, ið er galdandi fyri mammuna eftir § 3, stk. 1.
Ad. § 1, nr. 3)
Við broytingini fær faðirin rætt til barsilspening í staðin fyri ella saman við mammuni í heilt serstøkum førum. Víst verður í hesum sambandi til viðmerkingarnar til § 1, nr. 1.
Eftir ásetingini fær pápin ikki barsilspening í tann mun, mamman nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið. Hinvegin er tað ikki eitt krav, at mamman ikki samstundis er frá arbeiði við løn vegna barnsburð. Sum nevnt undir viðmerkingunum til § 1, nr. 1, so missir mamman ikki rættin sambært sáttmála til at vera í farloyvi, hóast hon ikki er før fyri at taka sær av barninum. Tað kann og verður tó sett sum treyt, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið.