Størv kring alt landið
Í dag viðger Løgtingið uppskot frá Tjóðveldi um at almenn størv í nógv størri mun skulu kunna verða sett sum fjarstørv kring landið. Tað merkir, at øll nýggj almenn størv, har tað yvirhøvur ber til, eiga at verða sett soleiðis, at møguleiki er fyri at arbeiða í heimbygdini ella í oynni, tá høvuðssætið hjá stovninum er á meginlandinum.
“Góð arbeiðspláss eru ein grundleggjandi fyritreyt fyri fólkavøkstri, og at familjur velja at seta búgv í einari bygd ella eini oyggj. Henda tíðin við korona hevur greitt víst okkum, at tað væl ber til at nýta framkona tøkni fyri at vera til arbeiðis, hóast øll ikki eru savnaði í sama bygningi ella rúmi,” sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna.
Tjóðveldi vil, at tað almenna gongur á odda soleiðis, at tá lýst verður eftir fólki til ávís størv, eiga hesi at verða lýst við møguleikanum fyri fjarstarvi, skilt á tann hátt, at møguleiki er fyri – partíð ella fulla tíð – at arbeiða heimanífrá ella í hølum, ið eru gjørd til endamálið, og sum eru í bygdini ella oynni. Fleiri kommunur hava longu hølisumstøður til skrivstovur ella vinnufelagsskapir av ymiskum slagi. Mælt verður til, at landið eigur at fara í samstarv við kommunurnar um at útbyggja hesar møguleikar og á ymiskan hátt stuðla kommunum, sum ynskja tað. Hvørja ferð eitt alment starv verður tøkt, ella nýggj størv verða stovnað, eigur ein meting at verða gjørd av, hvørt hetta starvið er egnað til at lýsast sum fjarstarv.
Í Føroyum eru tað ikki einans vegir, tunlar og brýr, sum knýta oyggjarnar saman. Alnetið er ein snarvegur út í hvønn krós, og hetta mugu vit brúka.
“Framkomna tøknin ger, at tað í mun til mong størv er minni munur á, hvørt tú arbeiðir í Skúvoy, Sandvík, Bø ella í Tórshavn, Runavík ella Klaksvík. Atkoman til teldutøkt tilfar og til at samskifta við starvsfelagar umvegis framkomna mynda- og ljóðtøkni gevur møguleikar at skipa arbeiðspláss á heilt annan hátt enn áður. Henda møguleika eiga vit at brúka og leggja ætlan fyri, hvussu framkomna tøknin kann hjálpa okkum at spjaða almenn arbeiðspláss betur kring landið,” sigur Bjørt Samuelsen.
Føroyar vaksa, men øki minka
Tað gongur við rúkandi ferð í Føroyum, og omanfyri 32.000 fólk eru í arbeiði. Har sum ríkiligt av arbeiði er, er lætt at fáa fólk at flyta til, tí veksur fólkatalið í størsta partinum av landinum, men tað er eisini partur av landinum, sum ikki fær sín lutfalsliga part av framgongdini, og har tað er átrokandi neyðugt at skapa fleiri arbeiðspláss, ikki minst til fólk við útbúgving.
Hagtølini fyri minkandi tal av børnum og vaksandi tal av eldri í hesum pørtum av landinum tala sína álvarsomu talu. Arbeiðspláss eru ein fyritreyt, skal yngra ættarliðið, sum fer av oynni í útbúgvingarørindum, hava møguleika og hug at venda aftur.
Tað ber til at leggja eina miðvísa ætlan fyri fleiri bæði almenn og privat størv kring landið. Møguleiki fyri góðum størvum og smidligum sambandi er altavgerandi, um vit meina nakað við orðini um at tryggja búseting og trivnað kring alt landið.
Uppskotið fekk 1. viðgerð í tinginum í dag, og verður nú víðari viðgjørt í Rættarnevndini.
Les alt uppskotið her: https://logting.fo/files/casestate/28003/119.19%20U.t.s.%20um%20fjarstorv%20kring%20landid.pdf