Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Ár 2007, 3. oktober, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi
Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 1.
Í § 19, stk.1, 2 og 3 verður “60%” broytt til “30%”
§ 2.
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Almennar viðmerkingar:
Uppskotið snýr seg um at broyta lóggávuna soleiðis, at fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar kunnu verða longri á arbeiðsmarknaðinum og hava arbeiðsinntøku afturat pensjónini uttan at verða revsað fíggjarliga.
Við uppskotinum verður markið fyri regulering av pensjón og viðbót, tá pensjónistar hava lønarinntøku afturat pensjónini, broytt soleiðis, at tað loysir seg fíggjarliga hjá fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum at taka lut á arbeiðsmarknaðinum.
Fyri Tjóðveldi er uppskotið ein liður í einum heilt øðrum politikki, tá ræður um aktiva luttøku á arbeiðsmarknaðinum.
Við bøttari fólkaheilsu og longri livialdri er alneyðugt, at vit frameftir loyva og eggja fólki til at nýta sítt menniskjaliga tilfeingi innan arbeiðsmegina í Føroyum. Eitt tilfeingi, sum í dag ikki kemur til sín rætt, orsakað av stirvnum, almennum reglum.
Harafturat kann uppskotið eisini bøta nakað um ta aktuellu støðu, har alstórur tørvur er á arbeiðsmegi innan flestu vinnugreinar. Tjóðveldi hevur nógv dømi um, at nógva staðni kring landið er væl skikkað arbeiðsmegi tøk millum pensjónistar, ið ikki kemur til sín rætt, orsakað av stirvnu reglunum á pensjónsøkinum.
Skotið verður upp at lækka reguleringsprosentið, sum tikið verður av pensjón og viðbótum, tá onnur inntøka fer upp um ásetta markið.
Uppskotsstillararnir meta, at við at lækka reguleringsprosentið úr 60% niður í 30%, røkka vit endamálinum við at geva fólki møguleika at arbeiða meira, hóast pensjónsstøðu.
Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Trupult er at meta nágreiniliga um fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan av uppskotinum. Andstøðan hevur ikki møguleika at gera koyringar við ymsum metingum og tølum av pensjónistum.
Leysliga verður mett, at landskassin á útreiðslusíðuni kann rokna við 12 mió. kr. árliga.
Kortini fer landsskassin at fáa eykainntøkur av øktum arbeiði og A-inntøku frá pensjónistum, sum væl og virðiliga fara at viga upp ímóti útreiðslunum.
Fyri landsbúskapin, vinnuna og ymisk øki í landinum og fyri sosialar bólkar fer uppskotið at hava beinleiðis jaligar avleiðingar.
Serligar viðmerkingar
§ 1 Higartil hevur viðbótin til fólkapensjón, viðbótin til fyritíðarpensjón og grundupphæddin til fyritíðarpensjón verið lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum, við broytingini verða hesar veitingar nú lækkaðar við 30% av inntøkugrundarlagnum
§ 2 Lógin fær virknað frá 1. januar 2008.
 
Deil hesa grein umvegis
468 ad