Lýsing

Herðaklapp eru ikki nóg mikið

Í dag er 1. mai og altjóða arbeiðaradagur. Korona-kreppan hevur víst okkum, at tey starvsfólk, ið typiskt hava lága løn og ikki nøktandi arbeiðksor, nú eru tey, ið eru á frontlinjuni á m.a. sjúkrahúsum, í barnagørðum, í eldrarøktini og starvsfólk í almannaverkinum og í matvøruhandlum annars.

Altjóða arbeiðaradagurin er minst líka týdningarmikil at markera í dag, sum áður – um ikki uppaftur týdningarmiklari. Seinastu tíðina eru arbeiðsumstøðurnar og samfelagið broytt. Summi arbeiða sum vanligt, summi arbeiða heimanifrá, summi eru koyrd í serligu koronaskipanina hjá ALS og so eru tað summi, sum eru søgd úr starvi.

Sum fleiri onnur við mær hava sagt, so hevur tað stóran týdning, at hendan heilsukreppan ikki gerst ein búskaparkreppa. Øll politiska skipanin hevur traðkað inn og hjálpt bæði arbeiðarum og fyritøkum. Til dømis kunnu allir arbeiðarar fáa løn sína, upp til 20.000kr, goldna úr ALS. Eisini hevur mann valt at givið serliga fíggjarliga skerdum fyritøkum upp til 80.000kr. í stuðuli til fastar útreiðslur. Hetta hevur mann gjørt fyrst og fremst við tí endamáli, at forða fyri hópuppsøgnum. Hesum tiltøkum stuðlaði Tjóðveldi.

Men tíverri eru fleiri uppsøgd, m.a. tí tey hava 3 mánaðarsuppsagnartíð, hóast tey kundu fingið stuðul goldnan úr serligu ALS skipanini fram til 30. Juni – møguliga longri um hjálparpakkin verður longdur. Tá starvsfólk verða uppsøgd nú, so skulu tey úr korona-skipanini hjá ALS og kunnu harvið koma undir vanligu ALS skipanina. Tó er stórur munur á skipanunum og tey undir vanligu ALS skipanini eru fyri mismun, tí útgjaldið har er lægri.

Eisini eru tey lesandi, á miðnámi ella á hægri lesnaði, fyri mismuni, tí tey hava ikki rætt til útgjald úr vanligu ALS-skipanini, og standa tey nú á berum. Ung starvsfólk eru eisini ofta tey mest útsettu á starvsplássum, tí tey eru tey nýggjastu starvsfólkini og hava oftani stytst útbúgvingar. Tí fella tey fyrst frá. Tað má ikki henda. Tað eru eisini tey ungu – ofta undir lesnaði – sum serliga mynda arbeiðsmarknaðin í tænastuvinnuni, sum nú er øgiliga hart rakt. Fleiri teirra eru uppsøgd og koma tí at missa stóran part av lønini. Tað er ikki rættvíst. 

Sum øll onnur, hava ung og lesandi eisini fastar útreiðslur, sum tey ikki kunnu rinda, verða tey uppsøgd. Leiga tey eina íbúð ber illa til at gjalda allan leigukostnaðin bert við studningi Hava tey t.d. eina leiguíbúð, so ber illa til í flestu førum at rinda allan leigukostnaðin bert við studningi. Harumframt má mann eisini hava hita, streym og ikki minst mat. 

Tí havi eg sett Helga Abrahamsen, landstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum, spurningar um júst hetta við uppsøgnum. Kunnu til dømis fyritøkur, ið hava fingið hjálp frá hjálparpakkunum siga síni starvsfólk upp, í sama tíðarskeiði, sum tey fáa hesa almennu hjálpina? Tað haldi eg ikki vera rætt, og tí havi eg eisini spurt um landstýrismaðurin heldur tað vera í lagi. Eru hjálparpakkarnir ikki nøktandi, og starvsfólk verða uppsøgd, so má landsstýrið leingja hjálparpakka 1 og um neyðugt seta onnur átøk í verk. 

Samstundis sum, at koronakreppan kemur við ymsu avbjóðingunum, so eru eisini nakrir lærdómar at finna.

Til dømis, so vísir tað seg, at millum tey allar týdningarmiklastu størvini í samfelagnum, eru tey, ið arbeiða við fólki; t.e. sjúkrarrøktarfrøðingur, heilsustarvsfólk, námsfrøðingar, eldrarøktin, starvsfólk í almannaverkinum.

Hesi størv eru myndað serliga av kvinnum, og var tað tí óluksáliga undrunarvert at síggja eina yvirskrift á tíðindastubba, at kvinnur eru ein sokallaður “undirskotsforrætning fyri landskassan”. Tvørturímóti eru hesi nøkur av størvunum, ið ríka samfelagið. Hesi størv eru samstundis eisini tey størv, ið eru á frontlinjuni móti korona. Pedagogar vóru millum tey fyrstu, ið vórðu send út aftur í samfelagið, og eisini vita vit, at eldrarøktin hevur fingið eina ovurstóra ábyrgd á seg, í samband við smittuvandan av teimum gomlu. Og samstundis eru hesi millum tey størv, ið fáa minst í løn.

Persónliga vil eg nýta mín 1. mai at geva hesum, og øðrum, eitt stórt pláss í mínum tankum og eitt risa herðaklapp. Men herðaklapp eru ikki nóg mikið. Lønirnar skulu hækkast og arbeiðskorini skulu betrast. Góðan altjóða arbeiðaradag!

Hervør Pálsdóttir,

Tingkvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad