Lýsing

Uppskot til samtyktar um Demokratia

 
Uppskot
til
samtyktar
 
Løgtingið heitir á landsstýrið um at skipa fyri, at Demokratia framhaldandi arbeiðir fyri, at kvinnur fáa øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir.
 
 
Viðmerkingar
Endamál 
Endamálið við hesum uppskoti til samtyktar er, at Demokratia kann halda fram við at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Vónandi kann eitt úrslit av hesum arbeiði verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum, sum er væl hægri enn í Føroyum. Í Landstinginum eru uml. 33 % konufólk, í Altinginum eru uml. 30 % konufólk, og í Fólkatinginum eru uml. 39 % konufólk.
 
Í Føroyum var kvinnuliga umboðanin á tingi eftir løgtingsvalið í 1998 12,5 %, eftir løgtingsvalið í 2000 var kvinnuliga umboðanin 12,5 %, og eftir løgtingsvalið í 2004 var kvinnuliga umboðanin 9,4 %. 
 
Demokratia
Fram til seinasta kommunuval sat ein bólkur av kvinnum við umboðum úr øllum politisku flokkunum og skipaði fyri tiltøkum til tess at seta fokus á týdningin av at fáa kvinnur virknar í føroyskum kommunal- og landspolitikki. Teir politisku flokkarnir játtaðu pening til útreiðslurnar av ymsu tiltøkunum, sum vóru kring landið. Peningurin var nýttur til lýsingar og leigu av hølum til tiltøkini.
 
Tá hetta arbeiðið var liðugt, sendi bólkurin umsókn um pening frá landsstýrinum til framhaldandi virksemi. Henda umsókn var ikki gingin á møti. Men landsstýrismaðurin legði uppskot til samtyktar fyri tingið at skipa nevnd, Demokratia, at halda fram við virkseminum. Trupulleikin við tí uppskotinum var, at nevndin bert skuldi arbeiða fram til ársskiftið 2007/2008. Við fyriliggjandi uppskoti skal nevndin halda fram við arbeiði sínum.
 
Tilmæli frá Útnorðurráðnum 
Løgtingið samtykti hin 18. november 1999 eitt tilmæli frá Útnorðurráðnum, har heitt varð á tað grønlendska og tað føroyska landsstýrið um at seta eina nevnd við umboðum fyri politisku flokkarnar, Javnstøðunevnd og kvinnufelagsskapir, sum skuldi leggja til rættis tiltøk fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum. Tiltøkini kundu vera útbúgving, lýsingarátøk og útgávuvirksemi.
 
Í tilmælinum frá Útnorðurráðnum varð víst til eitt átak í Íslandi, har Altingið setti eina nevnd við tí endamáli at leggja til rættis tvørpolitisk tiltøk fyri at økja um talið á kvinnum í politikki. Nevndin tók stig til lýsingarátøk, arbeiddi við upplýsing, og gav út kunnandi tilfar. Sambært tilmælinum var úrslitið av hesum arbeiði gott og hevði við sær, at talið á kvinnum í Altinginum øktist munandi.
 
Í tilmælinum frá Útnorðurráðnum varð mælt til, at nevndin fekk kr. 500.000,- um árið til virksemi sítt (Vestnordisk Råd. Rekommandation nr. 1/9 frá 1999). 
 
Virksemið hjá nevndini 
Nevndin skal framhaldandi arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari.
  
Á hvørjum ári handar nevndin landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar.
 
Samansetan av nevnd 
Í nevndini vera eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk. Tað er av stórum týdningi, at allir teir politisku flokkarnir luttaka í hesum arbeiði. Tað er m.a. innanhýsis í flokkunum, at eitt arbeiði skal gerast fyri at økja um talið á kvinnum í politikki.
 
Eitt umboð verður í nevndini fyri Føroya kommunufelag, og eitt umboð verður fyri Kommunusamskipan Føroya. Umboðini skulu tryggja eitt gott samstarv við kommunustýrini um hetta arbeiðið.
 
Eitt umboð verður í nevndini fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya. Kvinnufelagasamskipanin umboðar kvinnufelagsskapir í Føroyum og hevur, síðani hon varð stovnað, havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa fleiri kvinnur virknar í politikki.
 
Javnstøðunevndin hevur eitt umboð í nevndini. Javnstøðunevndin hevur til uppgávu at virka sum ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum. Nevndini tørvar hesa ráðgeving og tann kunnleika, sum Javnstøðunevndin hevur til spurningar viðvíkjandi javnstøðu. 
 
Nevndin skipar seg sjálv.
 
Samsýningar  
Nevndarlimirnir fáa samsýning sambært galdandi reglum um almennar nevndarsamsýningar. Fíggjarmálaráðið góðkennur samsýningina til formannin. Samsýningarnar fara av játtanini, sum nevndin hvørt ár fær til arbeiði sítt.  
 
Fíggjarligar avleiðingar 
Nevndin fær kr. 500.000,- um árið til arbeiðið frá 1. januar 2008, sum er at fylgja tilmælinum hjá Útnorðurráðnum um at játta nevndini kr. 500.000,- árliga til virksemi sítt. Men hóast upphæddin ikki er høg, ber tað vónandi til hjá nevndini at gera tað arbeiðið, sum arbeiðssetningurin áleggur henni. Arbeiðið hjá nevndini fer vónandi at fara fram í tøttum samstarvi við Javnstøðunevndina.
 
Á Løgtingi, tann 2. oktober 2007
 
 
Høgni Hoydal                     Hergeir Nielsen                    Finnur Helmsdal
 
Annita á Fríðriksmørk          Heidi Petersen                Tórbjørn Jacobsen
 
 
Páll á Reynatúgvu
 
 
Deil hesa grein umvegis
468 ad