Lýsing

Uppskot til samtyktar um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum

Uppskot til samtyktar um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum.
Heitt verður á 1andsstýrismannin í náttúru- og umhvørvismálum um at
leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum,
sum hevur til endamáls at menna, tryggja og varðveita føroysku náttúruna

Uppskot til samtyktar um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum.
Heitt verður á 1andsstýrismannin í náttúru- og umhvørvismálum um at
leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum,
sum hevur til endamáls at menna, tryggja og varðveita føroysku náttúruna

 

Viðmerkingar:

Í øllum framkomnum londum í heiminum verða stig tikin til tess at verja náttúru og umhvørvi í landinum, og verður hetta millum annað framt við at skipa serligar tjóðarlundir, har øll náttúran og tað ríkidømi hon rúmar, verður friða.

Í Føroyum kenna vit væl til at friða økir á sjónum fyri allari fiskivinnu í ávísum tíðarskeiðum, fyri at verja fiskastovnarnar, og geva teimum frið at endurnýggja seg. Øll munna vera samd um at hetta hevur verði eitt neyðugt og skilagott átak fyri føroysku fiskastovnarnar, og fyri framhaldandi at kunna reka burðardygga fiskivinnu.

Haldi at tíðin nú eisini er komin til at vit á sama hátt friða økir í landinum.

Økir við serligum fugla- og djóralívi, eiga at verða skipa í Tjóðarlundir, somuleiðis øki við serlig náttúrueyðkennum so sum sjáldsamir fossar, eyðkendar syllar og grótsløg landslagnum. Upplagt er eisini at skipa friða øki har vatn, gjáir, fjøll við sjáldsomum og fjølbroyttum plantulívið er at finna.

Hesar Tjóðarlundir eiga at vera vardar fyri øllum menniskjaskaptum ágangi sum ferðslu, óljóði, dálking og tí sum hugsast kann at órógva tað náttúrliga djóra- og plantulívið í økinum, t.v.s. at alt húsdjórahald skal bannast í økinum, sum merkir at hvørki seyður, neyt, ross ella gæs hjá fólki hava atgongd til øki.

Einastu atgongd til tílík øki eiga fólk sum eru til gongu at hava, við tí treyt at tey fara væl um, ikki dálka og ikki gera óneyðugan gang í økinum. Helst skulu ikki av nógv fólk vitja slíka Tjóðarlund í senn, hetta fyri at órógva náttúruna, djór og fuglar sum minst, og altíð undir skipaðum viðurskiftum.

Haldi tað er í tøkum tíma, meðan vit enn hava øki í Føroyum, sum eru rímiliga ómerkt av mannahondum, at vit fáa skipa slíkar lundir har alt fær frið at liva og mennast uttan uppíblanding av mannahond.

Slíkar vælskipaðar Tjóðarlundir, kunnu í framtíðini gerast ein dýrgripur fyri Føroyar, bæði fyri okkara egnu eftirkomarar, men eisini fyri tey ferðafólk sum í framtíðini fara at vitja oyggjarnar. Uppruna, óspilt, rein, friðarlig náttúra verður helst sjáldsom í framtíðini, har heimurin á allan hátt troytir náttúruna í botn.

At skipa slíkar Tjóðarlundir skuldi verið ein sjálvsøgd uppgáva eins og tað er skylda okkara sum sita við ábyrgd í Føroyum at hava ein virknan leiklut í arbeiðinum at verja og varðveita føroysku náttúruna, umhvørvi, fugla og djóralív, men harumframt er tað eisini ein altjóða skylda vit hava bundi okkum til við altjóða sáttmálanum frá 1993 um lívfrøðiligt margfeldi.

Í øðrum londum er arbeiðið við at skipa Tjóðarlundir lagt til rættis í tøttum samstarvi ímillum land, kommunur, náttúru- og umhvørvisfelagsskapir, íbúgvar í økjunum og fakfólki av ymsum slag við útbúgving innan eitt nú, fuglafrøði, jarðfrøði, plantufrøði. Haldi eisini at man í Føroyum eigur at skipa hetta arbeiðið í einum breiðum høpi til tess at tryggja so gott og væl undirbygt tilfar sum gjørligt at taka støðu út frá, hvar Tjóðarlundir skulu skipast, men eisini fyri at tryggja at Tjóðarlundirnar fáa undirtøku frá íbúgvunum kring øki.

Ymiskt er hvussu frammarlaga londini hava raðfest náttúruna og tiltøk til tess at verja hana. Longu í 1928 skipaðu Íslendingar sína fyrstu Tjóðarlund, og hava teir í dag fýra slíkar.

Danmark fekk sína fyrstu Tjóðarlund í summar, tá Connie Hedegaard 29. juni útnevndi Thy sum Danmarkar fyrstu Tjóðarlund, men eru seks onnur øki eisini uppá tal til at verða útnevnd til Tjóðarlundir í Danmark eftir eini lóg um Tjóðarlundir, sum Fólkatingið samtykti mai 2007.

Noreg hevur 36 Tjóðarlundir, Svøríki hevur 28 og Finnland hevur 35 Tjóðarlundir.

Samanumtikið kann ein siga at allar tjóðarlundirnar í Norðanlondunum hava eitt felags endamál sum gongur aftur og er tað at menna, tryggja og varðveita eina fjølbroytta náttúru til okkum og eftirkomarar okkara.

Við vón um at løgtingið gevur uppskotinum góða viðgerð.

Heidi Petersen, løgtingskvinna
Vestmanna 7. septembur 2007

 
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad