Lýsing

Hví fremja øvugta yvirtøku – og flyta føroyskan ræðisrætt til danskar myndugleikar?

13. mai 2020 sendið Føroya løgmaður út alment tíðindaskriv, ið bar boð um, at: ”fjarskifti í framtíðini verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki.” Víðari fráboðar løgmaður, at: ”Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum.” Samstundis varð fráboðað, at løgmaður arbeiðir saman við donsku stjórnini um lóggávu, ið skal leggjast fyri Løgtingið.

Hetta vóru óvanlig boð, og bar boð um, at fyri fyrstu ferð síðan Heimastýrisskipanina frá 1948 fara málsøki, ið eru undir føroyskum málsræði, at verða flutt partvíst til danskar myndugleikar.
Hetta er á ein hátt ein øvugt yvirtøku – og kann sjálvandi ikki góðtakast.

Í undanfarna valskeiði varð hol set á innleiðandi, fyrireikandi arbeiðið at gera føroyska nettrygdarlóg. Danska stjórnin royndi at fáa føroyskar myndugleikar at góðtaka, at nettrygd var danskt málsøki, men sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum – og við ábyrgd av talgilding – varð aftur og aftur víst á, at talan er um føroyskt málsøki, og at vit fóru at gera føroyska løgtingslóg um nettrygd.

Niðurstøðan varð, at føroyskir myndugleikar skuldu fara undir at gera føroyska nettrygdarlóg. Vónandi arbeiðir núverandi landsstýri víðari við hesum máli.

Tað var tí ikki sørt undrunarvert at lesa tíðindaskrivið frá løgmanni. Eisini undrar, at ein so prinsippiell og týðandi avgerð verður tikin og fráboðað mitt í eini av størstu heilsukreppum nakrantíð. Fráboðanin varð hartil send út sama dag, sum landsstýrið legði fram á Løgtingi lóg um, at loyva endaliga avhending og privatari sølu av fiskirættindum. Samstundis kemur varaløgmaður út beint eftir og avsannar, at ætlanin, ið løgmaður hevur fráboðað, verður framd.

Var henda fráboðanini frá løgmanni og landsstýrinum bert ein roynd at flyta fokus frá øðrum stórmálum?

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir løgmanni.

1. Hví hevur Løgmaður fráboðað, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum, ið er føroyskt málsøki frameftir ”í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum”, ið er danskt málsøki?

2. Hví valdið løgmaður, at senda út tíðindaskriv um fráboðan um avhending av ræðisrætti til danskar myndugleikar, sama dag sum lóg um endaliga avhending av fiskirættindum varð løgd fram á Løgtingi?

3. Er løgmaður samdur í, at telesamskifti, KT og netrygd í Føroyum eru føroysk málsøki og ábyrgd?

4. Heldur løgmaður at í Føroyum skulu føroyskir myndugleikar ráða og lóggeva á teimum økjum, har føroyingar hava ábyrgd?

5. Ætlar landsstýrið at leggja føroyska lóggávu um nettrygd fyri Løgtingið í komandi tingsetu?

Spurningarnir verða svaraðir á Løgtingi í dag.

Vóni at fáa góð og greið svar – og vóni, at løgmaður sleppur hesi ætlan, og heldur virkar fyri, at vinna Føroyum og føroyingum størri sjálvræði og meira sjálvbjargni.

Deil hesa grein umvegis
468 ad