Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

 

12 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
Ár 2007, 4. september, løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
Uppskot
 
til
 
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)
 
§ 1
 
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006 verður gjørd henda broyting:
 
1)      Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður orðingin “til 31. desember 2007” strikað.
2)      Í § 1, stk. 1 verður nr. 2 strikað.  
 
§ 2
 
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd.
 
Almennar viðmerkingar
Samgonguflokkarnir hava á Løgtingi samtykt skattalætta eisini fyri árið 2008, tá hetta Løgtingið leggur frá sær.
 
Hetta er nú sjeynda royndin hjá Tjóðveldisflokkinum í hesum valskeiði at beina skattapolitikkin annan veg, og triðja royndin at strika skattalættan fyri 2008.
 
Ávaringarnar um sosialu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættunum hjá landsstýrinum hava ikki trotið. Ikki bert andstøða og fakfeløg hava mótmælt, men bæði Búskaparráðið og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á, at skattalættin hjá samgonguni hitar búskapin óneyðuga, og at sosiala byrðan í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður løgd frá teimum sterkaru herðunum til tær veikaru – t.e. at progressiva skattaskipanin gerst meira proporsjonal.
 
Og nýsetti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sjálvur gjørt greitt, at tiltøk mugu gerast beinanvegin til tess at tálma búskapinum og at rætta skeivleikarnar í skattapolitikkinum. Eisini løgmaður segði í løgmansrøðuni á ólavsøku í ár, at tað var neyvan rætt at samtykkja skattalættar í eitt longri tíðarskeið, tí búskapargongdin broytist so skjótt.
 
Uttan mun til, at flokkarnir eru hugsjónarliga ósamdir um sosiala partin av skattalættunum, so hava allir flokkar eftirhondini viðurkent, at búskapurin er ovurhitaður, og at tiltøk mugu fremjast.
 
Trot er á arbeiðsmegi. Prísvøkstur og hækkað kostnaðarstøði eru longu sjónsk og kunnu bert økjast. Stórt hall er á handilsjavnanum. Gjaldsjavnin vísir, sambært landsstýrisins egnu metingum, somuleiðis hall. Og javnvágin mótvegis útheiminum, har skuld hevur verið vend til stóra ogn seinnu árini, er nú vend, soleiðis at skuldin uttanlands økist.  
 
Skattalættin fyri 2008 fer tilsamans at senda minst 85 mió. kr. út í búskapin til eyka nýtslu í mun til 2007.
 
Frá landskassanum verða 72 mió. kr. minni tiknar inn í skatti og fyri kommunurnar er talan um 13 mió. kr. – sambært landsstýrisins egnu útrokningum.
 
Alt hetta gongur beint ímóti øllum politiskum tosi um at reka ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, har endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum. 
 
Eingin haldgóð grundgeving finst fyri at halda fast um samtykta skattalættan, og tað er einfalt at gera broytingina.
 
Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008.
 
Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi:
 
         at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum,
         at spara landskassanum 72 mió. kr. og  kommununum 13 mió. kr. árliga,
         at minka eitt sindur um sosialu gjónna,
         at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum. 
 
Mett verður, at henda broytingin fer at hava burturav jaligar avleiðingar fyri búskapin sum heild – fyri vinnuna, landið, kommunurnar og økini í landinum – og at avleiðingarnar somuleiðis eru til fyrimunar fyri sosialu støðuna millum samfelagsbólkarnar.
 
Mettar avleiðingar:
 
 
Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja
Fyrisitingarligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Umhvørvisligar
avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei
 Sosialar
avleiðingar
 
 
 
Ja
 
 
Viðmerkingar til einstøku greinarnar
 
Til § 1: 
Skattalættin, ið skuldi koma í gildi í 2008,  verður strikaður  
 
Til § 2
Gildiskoman verður sett at verða beinanvegin.
 
1. viðgerð 12. september 2007. Málið beint í fíggjarnevndina
Deil hesa grein umvegis
468 ad