Lýsing

Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum

 

14 Uppskot til  samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
 
Ár 2007, 4. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
Uppskot
til
samtyktar
 
Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar við EFTA um limaskap og fyrireikar lógaruppskot um at taka ræði á hesum 12 málsøkjum:
 
1.   Flogferðsla
2.   Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum
3.   Ídnaðarhugverksrættur
4.   Upphavsrættur
5.   Útlendingaøkið og marknaeftirlit
6.   Ársroknskaparøkið
7.   Elektronisk undirritan
8.   Felagsskapsrættur og grunsrættur
9.   Fíggjarrættur
10. Mát og vekt
11. Sakførarastarvssemi
12. Sjórættur  
 
Viðmerkingar:
Upplýst er av løgmanni í fyrispurningi 100-19/2005, at treytin fyri limaskapi í EFTA er, at vit hava málsræði á tólv ávísum málsøkjum:
1.   Flogferðsla (frælsi fyri tænastur og løgfrøðiligar persónar)
2.   Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
3.   Ídnaðarhugverksrættur (frælsi fyri vørur)
4.   Upphavsrættur (frælsi fyri vørur) 
5.   Útlendingaøkið og marknaeftirlit (frælsi fyri likamligar persónar)
6.   Ársroknskaparøkið (frælsi fyri tænastur og kapital)
7.   Elektronisk undirritan (frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, likamligar persónar og løgfrøðiligar persónar)
8.   Felagsskapsrættur og grunsrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
9.   Fíggjarrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
10. Mát og vekt (frælsi fyri vørur og tænastur)
11. Sakførarastarvssemi (frælsi fyri tænastur)
12. Sjórættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
 
Málsræði á hesum økjum kostar okkum minni enn 20 mió. kr. sambært viðløgdu meting, ið er gjørd á Løgmansskrivstovuni.
 
Uppskotið er, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð.
 
Málið er átókt tingmáli nr. 70/2005, sum fekk 1. viðgerð 20. mars 2006.
 
Málið varð beint í uttanlandsnevndina, har samgongumeirilutin tann 4. mai 2006 noktaði at skriva álit í málinum og leggja tað aftur fyri tingið.
 
Dagin eftir noktaði Løgtingið víðari viðgerð av løgtingsmálið nr. 70/2005 um at taka ræði á teimum 12 málsøkjunum sum treyt fyri EFTA-limaskapi.
 
Sama dag, sum uttanlandsnevndin noktaði at leggja málið aftur til tingsins viðgerð, mælti ein samd uttanlandsnevnd løgmanni til at fara undir samráðingar við EFTA um limaskap.
 
Nú 1½ ár  seinni veit Løgtingið lítið og einki um samráðingarroyndir løgmans, eins og staðfest verður, at einki uttanríkispolitiskt orðaskifti hevur verið alt hetta samgonguskeiðið.  
 
 
1. viðgerð 13. september 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 28. september 2007 legði fram soljóðandi
Álit
 
Tjóðveldi hevur lagt málið fram tann 4. september 2007, og eftir 1. viðgerð tann 13. september 2007 er tað beint uttanlandsnevndini.
 
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18., 24., 25. og 26. september 2007.
 
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Vinnuhúsið og løgmann.
 
Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Poul Michelsen, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) vísir á, at løgmaður á fundi við nevndina og eisini í løgmansrøðuni hevur upplýst, at:
 
“Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast samrunnin partur av evropeiska innmarknaðinum og skulu styrkja handilspolitisku sambondini víðari út í heim. Til tess at fremja málið er landsstýrið farið undir at kanna møguleikarnar hjá Føroyum fyri víðkaðari samstarvsavtalu við ES og limaskapi í EFTA. Fundir hava verið um limaskap í EFTA, bæði á politiskum og á embætisstigi, og henda tilgongd heldur fram.”
 
Meirilutin heldur tað vera skeivt av Løgtinginum at leggja seg út í hesa tilgongd í Evropa­politikkinum hjá landsstýrinum. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
 
Ein minnuluti í nevndini (Hergeir Nielsen og Jenis av Rana) harmast um, at eingi frambrot enn eru nádd í samráðingum okkara um limaskap í EFTA.
 
Tað er komið fram og upplýst í uttanlandsnevndini, at samráðingarnar standa í stað.
 
Størsti trupulleikin er, at eingin tykist rættiliga kunnaður um tað grundarlag og teir vegir, ið landsstýrið roynir at samráðast eftir.
 
Fyrimunirnir við einum veruligum EFTA-limaskapi, sum Tjóðveldi skjýtur upp, eru:
         at vit tá eru í einum væl grundaðum altjóða felagsskapi saman við bæði Íslandi og Noregi (eitt norðuratlantiskt samstarv),
         at vit umvegis EFTA-limaskapi fáa skipaði viðurskifti við ES gjøgnum EBS-avtaluna. Hetta gevur okkum allar fyrimunir við at verða partur av innara marknaðinum hjá ES uttan at gerast limur,
         at vit samstundis kunnu taka lut í handilssáttmálum, sum EFTA ger við triðjalond – eitt nú í Asia og Suðuramerika.
 
Men landsstýrið arbeiðir als ikki við einum veruligum EFTA-limaskapi. Samráðingarheimild løgmans er vegna Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne – og tað er tískil danska ríkið, ið skal fáa okkurt slag av limskapi í EFTA.
 
Hetta útihýsir beinanvegin, at Føroyarr umvegis EFTA kunnu fáa skipað samstarv við ES – tí har er Danmark frammanundan limur, og Danmark kann ikki gera ein altjóðarættarligan sáttmála við seg sjálvt.
 
EBS-samstarvið, sum er størsti vinningur við EFTA-limaskapi, er harvið als ikki á dagsskránni.
 
Skuldi ætlanin hjá landsstýrinum eydnast, verður bert talan um ein avmarkaðan og –  fyri onnur lond – óskiljandi limaskap, har Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne er avmarkaður limur í EFTA og bert tekur lut í virkseminum hjá EFTA, sum snýr seg um sáttmálar við triðjalond.
 
Hendan óskiljandi og ógreiða støðan er eisini ein av orsøkunum til, at Sveis er sera ivasamt um ætlanir landsstýrisins og rætt og slætt ikki skilir, hví stór orka skal brúkast í EFTA til nakað so avmarkað og ógreitt, sum á ongan hátt kann styrkja EFTA sum felagsskap, men heldur gera hann minni virkisføran.
 
Uppskot Tjóðveldisins snýr seg um ein veruligan og fullan EFTA-limaskap, har vit taka øll tey stig, ið kunnu beina forðingarnar fyri limaskapi burtur.
 
Tí skilir minnilutin ikki, hvussu samgonguumboðini í meirilutanum kunnu vísa til ætlanir og royndir landsstýrisins, sum altso ikki snýr seg um ein veruligan EFTA-limaskap, men um okkurt avmarkað og fløkt tilknýti til EFTA gjøgnum Danmark.
 
Minnilutin tekur tí undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum at samtykkja uppskotið, har yvirtøkurnar av teimum har nevndu málsøkjunum kunnu gerast tað frambrotið, ið neyðugt er fyri at fáa gongd á samráðingarnar og røkka málinum um limaskap í EFTA og EBS.
 
Deil hesa grein umvegis
468 ad