Lýsing

Almenn arbeiðspláss um alt land

Tjóðveldi skjýtur upp at skipa fjarstørv kring alt landið. Tað merkir, at tú skal hava møguleika at arbeiða í heimbygdini ella oynni, hóast títt arbeiðspláss ella stovnur liggur í miðstaðinum.

Góð arbeiðspláss eru ein grundleggjandi fyritreyt fyri fólkavøkstri, og at familjur velja at seta búgv í einum øki – koronastøðan hevur víst í verki, at tað letur seg gera at arbeiða heimanifrá.

“Í Føroyum eru tað ikki einans vegir, tunlar og brýr, ið knýta okkum saman. Øll eru væl samaknýtt gjøgnum internetið og framkomin tøkni ger, at tað í mongum størvum er lítil munur á, hvørt tú arbeiðir í Skúvoy, Sandvík, Bø – ella í Tórshavn, Runavík ella Klaksvík.” Sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna. 

Tjóðveldi heldur, at Fjarstørv kunnu vera við at venda gongdini í teimum pørtunum av landinum, har fólkatalið er minkandi ella stendur í stað. Og at mong almenn arbeiðspláss eru væl egnaði sum fjarstørv. 

“Har sum nógv arbeiði er, er lætt at fáa fólk til. Tí veksur fólkatalið í Eysturoynni, Streymoynni, Vágum og Norðoyggjum. Men suðurøkið dragnar, saman við smærru oyggjunum. Hetta er sagt so mangan fyrr, eg veit, men møguleiki fyri góðum størvum og smidligum sambandi er altavgerandi, um vit meina nakað við orðini um at tryggja búseting og trivna kring alt landið.” sigur Bjørt Samuelsen.

Fyri flestu almennu og kommunalu stovnarnar ber tað væl til at hava ávíst tal av starvsfólki sett lokalt. Hetta kundi eitt nú verið gjørt í samstarvi við kommunurnar, til dømis um at skipa felags skrivstovuhølir og útgerð, sum geva møguleikan fyri bæði almennum og privatum fjarstørvum.  

Uppskotið kemur til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum í seinnapartin í dag. Samgongumeirilutin í Rættarnevndini mælir tíverri frá at samtykkja uppskotið. Hetta harmast Tjóðveldi veruliga um, tí fleiri arbeiðspláss kring landið er eitt týdningarmikið mál, sum allir flokkar eiga at standa saman um. 

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad