Lýsing

Korona-kanna øll, ið koma til Føroyar – Sjálvandi!

Hví lata landamørkini upp uttan Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar? 

Landsstýrið hevur fráboðað, at 15. juni verða landamørkini í Føroyum latin upp mótvegis Íslandi, Grønlandi og Danmark. Eftir 15. juni verður ikki neyðugt við sóttarhaldi fyri borgarar úr hesum londum. 

Tá Danmark boðaði frá, at nú fór Danmark at lata upp fyri borgarum úr Týsklandi og Noregi, varð fráboðað frá landsstýrinum, at nú vóru borgarar úr Týsklandi og Noregi eisini vælkomnir til Føroya, uttan sóttarhald, 15. juni. 

Í gjár fráboðaði Finnland, at tey lata upp mótvegis Norðurlondum og Baltisku londunum – tó ikki Svøríki. ES hevur eisini fráboðað at ynskt verður at øll ES lond lata upp mótvegis hvørjum øðrum 15. juni. Sjálvt Spania hevur fingið áheitan um, at lata teirra mørk upp mótvegis øðrum ES londum 15. juni. Sum kunnugt er Danmark eitt ES land, og verður tí væntandi opið til Danmarkar úr flestu europeisku londunum fyrsta dagin. Harvið verður eisini opið til Føroyar – um landsstýrið heldur somu kós sum higartil.

Samstundis hevur landsstýrið onki lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um, at krevja, at øll, ið koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast. Hinvegin verður lagt lógaruppskot um heimild, at kunna stongja matstøð og skeinkistøð. Undarlig raðfesting, um ætlanin er, at avmarka smittuvandan fyri fólk í Føroyum.

Sum skilst hevur landsstýrið enn onga loysn, tá umræður at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar. Fráboðað er eisini, at latið verður upp 15. juni uttan at kanna øll, ið koma til Føroyar. Hetta er ein váði fyri okkara fólk og samfelag. Kostnaðurin kann gerast stórur bæði menniskjaliga og búskaparliga. 

Vit hava annars kanningarstovur, starvsfólk og vitan í Føroyum. Umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hava eisini privat feløg víst á, at tey eru til reiðar at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar, um hetta verður umbiðið. Hví ikki gagnnýta hetta og harvið minka um váðan fyri okkara fólk?

Fyri at fáa lýst málið eru hesir spurningar settir løgmanni sambært §52a í tingskipanini:

  • Hví verða landamørkini latin upp 15. juni uttan at Covid-19 kanna øll, ið koma til Føroyar?
  • Er ætlanin ikki at seta lógarkrav um, at øll sum koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast?
  • Um valt verður at kanna øll, ið koma til Føroyar, hvussu skjótt kann hetta vera klárt – og hvussu nógv skulu ferðafólk vænta at rinda fyri tílíka kanning?
  • Hví verður latið upp fyri somu londum sum Danmark – heldur enn at landsstýrið sjálvt tekur støðu til, hvørji lond latið verður upp fyri?
  • Í juni mánaða lata flest øll ES-lond mørkini upp hvør fyri øðrum – ætlar løgmaður, at allir borgarar í ES eisini tá eisini kunnu koma til Føroyar?
  • Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja, at føroyskir myndugleikar sjálvir taka avgerð um, hvørji lond Føroyar lata upp fyri?

Helst eru tað fleiri, ið ynskja svar uppá hesar spurningar, áðrenn landamørkini verða latin upp mánadagin 15. juni, so vónin er, at til ber at fáa svar skjótast tilber. 

Undrist stórliga um, at landsstýrið velur, at lata mørkini upp, uttan samstundis at byrja at Covid-19 kanna øll, ið koma til Føroyar. Hvussu trupult kann tað vera?

Vit hava starvsfólkini. Vit hava kanningarstovur. Vit hava vitanina. 

At lata mørkini upp – uttan at kanna øll, ið koma til landið, og fylgja hesum upp eftir nakrar dagar í Føroyum – er stórur váði fyri okkara samfelag og fólk.

Kostnaðurin kann gerast stórur – og alt tað stóra arbeiðið, sum vit í felag hava framt fyri at fáa korona-virusið úr okkara samfelag, kann fara fyri skeyti.

Tað er ikki neyðugt at átaka okkum henda váðan. 

Latið okkum fáa kanningarnar settar í verk beinanvegin.

Á Løgtingi, 11. juni 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad