Reint fupp frá bankunum
Bara uppá 10 ár, hevur tað kostað minst 350 milliónir og 25 størv av landinum at bankarnir sluppu at flyta allar okkara peningaskipanir burtur
Í dag svaraði landsstýrismaðurin fyrispurningi á tingi um kostnaðin fyri føroyska brúkaran og mist størv í KT-vinnuni av, at bankarnir sluppu at flyta sínar skipanir av landinum eftir ómetaligt trýst og lobbyvirksemi móti løgtingsfólki.
Landsstýrismaðurin hevði biðið um upplýsingar og svar frá bankunum. Og sum ikki einaferð royna teir at billa fólki inn, at vit hava spart pening og fingið betri tænastu av at flyta skipanirnar av landinum.
Men hetta er – sum heitið var á eini danskari sjónvarpssending fyri nøkrum árum síðani – ”Reint fupp!”
Hóast bankarnir gloyma at nevna tann kostnaðin, sum peningastovnar, brúkarin og føroyskar vinnufyritøkur máttu rinda í ovurmát í tí ruðuleika, sum hendi í 2010, har skipanirnar vórðu fluttar. Við yvirtíðararbeiði hjá øllum fyritøkum og nógv verri tænastu.
Og hóast bankarnir royna at pakka veruligu tølini inn og tosa uttanum, so stendur nú svart uppá hvítt, at kostnaðurin fyri brúkarar, fyri samfelagið og fyri menningina av føroyskari KT-vinnu, hevur verið ovurstórur:
- Tað hevur kostað føroyska brúkaranum minst 350 mió. kr. eyka uppá 10 ár.
- Tað hevur kostað minst 25 størv á Elektron – ein fjórðing av starvsfólkatalinum – hóast bankarnir billaðu Løgtinginum inn, at hetta fór at geva fleiri størv.
- Tað kostar føroyska brúkaranum 55 mió. kr. um árið út av landinum til útlendskar veitarar at hava bankaskipanirnar uttanlands.
- Føroyskir KT-mennarar kunnu siga okkum, at fyri henda pening kundu vit ment og rikið nógv betri og tryggari skipanir í Føroyum. Sum ikki verða keyptar av altjóða fíggjarfyritøkum, ið fáa vinningin hvørja ferð vit skulu brúka av okkara egna peningi.
Tí ber væl til hjá Løgtinginum at samtykkja, at peningaskipanirnar koma aftur til Føroya. Uppskot frá okkum í Tjóðveldi um hetta varð felt fyri 14 døgum síðani. Men vit royna sjálvandi aftur beint eftir ólavsøku.
Spurningur og svar kunnu lesast her: https://logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=1153&menuChanged=17
Høgni Hoydal