Jørgen Niclasen háðar starvsfólkini hjá Atlantsflogi
“Atlantsflog skal ikki vera eitt sosialkontór hjá Tjóðveldi”, segði Jørgen Niclasen í Løgtinginum mánadagin
“Undir viðgerðini av løgmansrøðuni á tingi í gjár, reisti eg ann einaferð málið um syndarligu støðuna hjá teimum mongu dugnaligu starvsfólkunum hjá Atlantsflog, ið eru uppsøgd og send til hús, hóast hjálparpakkar eru tøkir.
Eg vísti á, at hesi starvsfólkini – flogskiparar, flogternur, mekanikarar, sølufólk, skrivstovufólk, vaskifólk, trygdarfólk o.m.o. – hava bygt okkara tjóðarflogfelag upp síðani 1988, og hava vunnið sær starvs- og lønartreytir í samráðingum gjøgnum árini.
Nú verða tey og familjur teirra slept uppá fjall. Og vit kunnu sum tjóð missa tey fólk og teir ótrúligu førleikar, ið tey hava bygt upp til tess at gera okkum til ein miðdepil í Norðuratlantshavi við sambandi til allan heim.
Loysnin er sjálvsøgd: Landsstýrið átti beinanvegin at sligið fast, at so leingi hjálparpakkar eru. Og til vit vita, hvussu koronafarsóttin tørnar út í heyst, so verða starvsfólkini ikki uppsøgd.
Men landsstýrið ger hvørki eitt ella annað, hóast landsstýrið og vit øll eiga felagið 100%. Og leiðslan á Atlantsflogi brúkar tí nú støðuna til at siga starvsfólkunum upp, og síðani kroysta starvsfólkini og teirra fakfeløg til at trýsta vunnar lønar- og starvstreytir niður. – Tit kunnu kanska fáa starv aftur seinni, men so skulu tit fara niður í løn og rættindum!
Hetta síggja vit – og fara at síggja – um allan heim.
Eg vísti Jørgeni Niclasen á í tinginum, at sjálvt ekstrema høgravenda stjórnin í Bretlandi – sum Fólkaflokkurin sigur seg hava sum fyrimynd – hevur sagt við British Airways undir koronakreppuni: At um tit brúka syndarligu støðuna til at kroysta flogfólkini niður í løn og rættindum, so fær tað avleiðingar fyri felagið frameftir.
Men hvat var svarið frá Jørgeni Niclasen? Ja, tað var: “Vit gera onki. Atlantsflog skal ikki vera eitt sosialkontór hjá Tjóðveldi!”
Eitt er, at Jørgen Niclasen hevur gjørt tað til sítt vørumerki at spilla Tjóðveldi út. Ja, tað er svarið hjá honum til alt, tá ið hann skal standa til svars fyri sínar egnu avgerðir og kolsvarta politikk.
Men hetta er ein djúp háðan frá einum landsstýrismanni ímóti starvsfólkunum hjá Atlantsflogi, ið hava skapt so nógv – og nú frá degi til dags mistu sítt starv og grundarlag.
Vit undrast. Og harmast staðiliga um, at hetta er støðið í landsins leiðslu. Men fara sanniliga ikki at sleppa málinum.
Høgni Hoydal