So óseriøsur er fíggjarmálaráðharrin um Atlantsflog
Landsins fíggjarmálaráðharri svarar nú loksins undirritaða um støðuna hjá starvsfólkunum hjá Atlantsflogi. Men svarið er sum vanligt púra óseriøst og bygt á ósannindi og uttanumtos.
Fíggjarmálaráðharrin leggur nú Tjóðveldi undir at koyra Atlantsflog á heysin. Ja, eg meini tað! Tjóðveldisflokkurin hevur frá fyrsta degi sagt, at vit standa 100% aftanfyri Atlantsflog og at fíggja tey tap, ið felagið fær av koronu.
Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, at tað er ólógligt hjá landsstýrinum at blanda seg uppí støðuna hjá landsins egna felag og korunum hjá starvsfólkinum. Tað passar ikki. Landsstýrið átti sjálvsagt at havt sett leiðsluna og umboð fyri fakfeløgini hjá starvsfólkunum saman at funnið eina skilagóða loysn – og vátta, at landið stendur 100% aftanfyri. Tað er hvørki ólógligt ella nakað annað. Bert sunt skil. Og soleiðis hava allar stjórnir gjørt í londunum kring okkum.
Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, at Tjóðveldi vil ikki loyva Atlantsflogi at tillaga seg til umstøðurnar og taka fíggjarligar avgerðir. Tað er ósatt. Vit hava bert víst á, at ímeðan hjálparpakkar eru galdandi, eiga fólk ikki at verða uppsøgd av korona-ávum. Og hetta kostar ikki Atlantsflogi nakað, meðan hjálparpakkarnir eru galdandi.
Vit hava víst á, at fólk verða uppsøgd – og síðani verða tey trýst at fara niður í løn og treytum, um tey skulu setast aftur. Tað er ikki í lagi.
Tá ið føroyskur politikkur er vorðin so óseriøsur, at landsins ráðharrar svara soleiðis um týdningarmikil mál, er lítil munur til Donald Trump.
Vit í Tjóðveldi eru von við tað, og onkur kann kanska fáa undirhald burturúr.
Men starvsfólkini hjá Atlantsflog og okkara tjóðarflogfelag hava betri uppiborið enn slíkt fjant.
Høgni Hoydal