Lýsing

Hvørjar Føroyar – við og eftir korona ?

Allar kreppur geva avbjóðingar, men eisini nýggjar møguleikar. Møguleika at umhugsa, umskipa og umraðfesta – um vit vilja. Hvørja leið hava vit politiskt gingið gjøgnum koronakreppuna? Hvørja leið vilja vit nú fara? Og hvat kunnu vit læra? 

Hvør sær – saman

Grækarismessa 2020 fara vit ongantíð at gloyma. Dagurin tá tjaldrið og korona komu til Føroya. Sama dag sum vit gleddust um, at várið og okkara tjóðarfuglur, tjaldrið, kom til Føroya, kom koronakreppan eisini til Føroya. Frá degi til dags varð okkara samfelag nærum stongt. Orsøkin var ein ósjónlig hóttan – Covid-19 koronavirusið.
Meðan vit vanliga skulu savnast og vera saman tá berjast skal móti hóttanum, so kravdi hendan hóttanin nakað heilt annað. Vit skuldu halda okkum frá hvørjum øðrum, fyri at vinna stríðið móti hóttanini.
Vit skuldu vera saman – hvør sær.
Vit skuldu vera hvør sær – fyri at vera saman um at vinna á hóttanini.

Hetta var ein røtt avgerð.
Eftir fáum døgum, í mars mánaða, gjørdust 3 smittað til 174 smittað. Hetta talið hækkaði upp í 187 í apríl. Føroyar vóru tá millum tey lond heiminum, ið høvdu staðfest flest smittað við koronavirusi fyri hvønn íbúgva.
Størsta heilsukreppan í nýggjari tíð var veruleiki í Føroyum.


Løgtingið í koronatilbúgving

Dagin eftir fráboðanina frá løgmanni um, at Føroyar fóru niður í ferð, kom Løgtingið saman – fríggjadagin 13. mars. Dagurin byrjaði við kunning frá Bjarna á Steig, lækna, um støðuna. Spurningar kundu setast og svarini vóru góð og greið. Niðurstøðan var eisini greið. Tað var ikki ráðiligt at 33 løgtingsfólk vóru savnað saman í verandi støðu. Tá Løgtingið varð sett kl. 11, fráboðaði løgtingsformaðurin, at øll mál vórðu tikin av skrá vegna støðuna við koronavirusinum, og at løgtingsfólk fóru at fáa nærri boð um, hvussu farast skuldi fram komandi tíðina. 

Hjálparpakki I
Tá samfelag okkara varð stongt frá degi til dags, máttu átøk beinanvegin setast í verk fyri at forða fyri uppsøgnum og mistum størvum. Nakrir fáir dagar gingu, og so kom Hjálparpakki I í Løgtingið. Hetta var hósdagin 18. mars. Talan var um 4 lógaruppskot, ið fyrst og fremst høvdu til endamáls at tryggja, at fólk varðveittu teirra inntøku og starv, og at arbeiðsgevarar sluppu undan at siga fólki úr starvi. Sterka og samhaldsfasta ALS skipanin gjørdist bulurin í skipanini, og rindaði part av løn hjá fólki, har hetta varð neyðugt. Hartil varð gjaldførið hjá fyritøkum styrkt við útsetan av MVG, tolli og øðrum átøkum. 

Vit valdu samstarv 

Tørvur er á tryggleika og samanhaldi – serliga í eini kreppustøðu. Vit settu okkum beinanvegin fyri, at samstarva so væl sum møguligt við landsstýrið, fyri at fáa breiðar semjur – tvørturum samgongu og andstøðu – um tær loysnir, ið skuldu fremjast. Hesum boðaðu vit frá beinanvegin.
Allarfyrstu tíðina riggaði hetta eisini. Landsstýrið kunnaði formenn og forkvinnur í flokkunum, ið kunnaðu tingmanningarnar. Vit viðgjørdu støðuna og vendu aftur við ynskjum og uppskotum. Nógvir talgildir fundir vóru okkara millum hesar dagarnar. Serliga innanhýsis í tingmanning okkara, men eisini millum formenn og forkvinnur í politisku flokkunum. Hetta var tó eitt tvørpolitiskt samstarv, sum landsstýrið tíverri valdi meira ella minni at steðga við, longu aftaná fyrsta hjálparpakkan.

Fólkaræðið skert eina løtu

Tá Løgtingið skuldi koma saman at viðgera Hjálparpakka I, varð hetta í skerdum líki. Løgtingsformaðurin hevði – í samráð við politisku flokkarnar – avgjørt, at bert 20 av 33 tingfólkum skuldu møta. Samstundis varð avgjørt, at bert eitt tingfólk fyri hvønn flokk skuldi taka orðið í sambandi við lógarviðgerðina, og at hesi bert høvdu 2 minuttir á tingsins røðarapalli í part. Samgongan hevði ætlað, at lógarmálini heldur ikki skuldu viðgerast í nevnd, men at atkvøðast skuldi beinanvegin. Men vit vístu á, at fólkaræðið frammanundan varð ógvuliga skert, tá munandi færri tingfólk vóru til staðar, og kravdu, at málini fingu nevndarviðgerð. Tíbetur eydnaðist hetta. Nevndirnar fingu tó bert lítla løtu at hava hoyringar, so skuldu málini til atkvøðugreiðslu – har bert 20 tingfólk sluppu at atkvøða. Sagt varð, at hetta varð gjørt fyri at avmarka tíðina, ið tingfólk vóru í sama bygningi, og fyri harvið at avmarka smittuvandan. Úrslitið var eitt skert fólkaræði.

Ósemja um tulking av Stýrisskipanarlógini

Undraðist stórliga um, hví vit ikki gagnnýttu talgildu tøknina til at tryggja, at Løgtingið fekk gjørt sítt arbeiði. Gjørdi eisini vart við hetta, og varð málið tikið upp í formansskapinum, men úrslitið varð tað sama. Møguleiki hevði annars verið fyri, at tingfólk kundu luttikið í tingfundinum, gjørt viðmerkingar, sett spurningar og atkvøtt talgilt. Men hetta varð av løgtingsfyrisitingini ikki mett at vera samsvarandi áseting í Stýrisskipanarlóg um, at ”Samkomustaður løgtingsins er í Tórshavn”. Hesum var eg ósamd í. Har stendur enntá víðari í okkara Stýrisskipanarlóg, at: ”Í serstøkum føri kann løgtingið tó koma saman til fundar á øðrum staði í landinum.” Stýrisskipanarlógin er samtykt í 1994, og sett í gildi frá 1995. Tá vóru tøkniligu møguleikarnir sum vit hava í dag als ikki til. Tí má lógin sjálvandi tulkast og síggjast í hesum ljósi, og metast í mun til nútíðina. Tá eitt land og allur heimurin verða rakt av eini so óvæntaðari støðu sum koronakreppan er, so eigur meting sjálvandi at verða gjørd um, hvat skal til, fyri at tryggja fólkaræðið og endamálið við lógini. Tað er heldur ikki uttan orsøk, at fleiri parlament í Europa hava atkvøtt talgilt, hóast hetta ikki stendur í grundlógum teirra.

Meðan vit bíðaðu …

Landsstýrið gjørdi beinanvegin greitt, at tey ætlaðu ikki at koma við nøkrum hjálparpakka afturat. Sjálvt løgmaður staðfestið hetta alment. Hesum vóru vit ósamd í, tí skuldu vit bjarga arbeiðsplássum, ið annars vóru góð og vildu verið har, um koronakreppan ikki rakti, so mátti meira til enn Hjálparpakki I. Vit vístu á, at landsstýrið mátti gera greining, ið lýsti, júst hvørjir partar av føroyskum vinnuvirksemi varð rakt av kreppuni, og hvør hjálp skuldi til, fyri at fáa arbeiðsplássini og virksemið trygt ígjøgnum kreppuna. Síðan kundi málrættaður hjálparpakki gerast at røkka hesum. Men onki kom frá landsstýrinum. Trýstið serliga frá smærri fyritøkum, ið hava mist størsta partin av virksemi teirra vegna avgerðina um at stongja samfelagið, gjørdist at enda so stórt, at landsstýrið bakkaði. Hjálparpakki II gjørdist úrslitið. Men hesuferð var lítið og onki samstarv við andstøðuflokkarnar um málið. Hetta gjørdist eisini eitt politiskt neyðaregg. 

Hjálparpakki II

4. apríl varð Hjálparpakki II – 9 lógaruppskot – lagdur fyri Løgtingið. Høvuðsendamálið var at hjálpa smærri fyritøkum. Høvuðslógin var ein stuðulsskipan til fyritøkur, ið kundu fáa 75% av føstu útreiðslunum endurrindaðar, um virksemið minkaði meira enn 50% í apríl-juni mánað 2020. Í mesta lagi kundi tó vera talan um 80.000 kr. mánaðarliga. Uppskotið varð tillagað í Løgtinginum og varð gjørd ein meira stigvaksandi skipan, har virksemistap á 40-60% gav endurrindan av 50% av føstu útreiðslunum, men var virksemistapið størri enn 60% vórðu 75% av føstu útreiðslunum endurrindaðar. Eisini broyttið Løgtingið uppskotið soleiðis, at ein fyritøka við fleiri dótturfeløgum, kundi fáa fleiri stuðulsjáttanir, men um so var, at felagið eigur nógva ogn á bók, so fekst ikki stuðul. Eisini varð broytt soleiðis, at fyritøkur, ið fingu stuðul, ikki kundu rinda vinningsbýti í 3 ár, eins og avmarking varð sett á stjóraløn. Hartil skuldi landsstýrismaðurin gera reglugerð soleiðis, at íverksetarafyritøkur eisini kundu fáa stuðul.

Landsstýrið vildið sleppa undan hjálparpakka II og III
Orsakað av, at landsstýrið ongar greiðar ætlanir hevði um, at koma við meira málrættaðari hjálp til ferðavinnuna, gjørdi Vinnunevndin broytingaruppskot til Hjálparpakka II, so hesin kundi fevna breiðari enn landsstýrið ætlaði. 

Orsøkin til nógvu broytingarnar í Hjálparpakka II í Løgtinginum var eisini, at landsstýrið lítið og onki hevði gjørt fyri, at viðgera lógina saman við løgtingsfólkum og andstøðuni. Hetta kendist løgið, tí vit gjørdu alt fyri at samstarva og fáa gjørt semju um málini, áðrenn tey komu í Løgtingið. Hetta hildu vit vera týðandi, ikki minst í tílíkari kreppustøðu sum alt samfelagið var í. Men hesum var landsstýrið tíverri ikki áhugað í. Úrslitið gjørdist eisini hareftir. Sjálvi lógaruppskotini og fleiri av tillagingunum vístu seg eftirfylgjandi ikki at vera nóg góð. Úrslitið varð eisini, at sera fáar fyritøkur hava søkt um stuðulin. 80 mió. kr. vórðu settar av í eykajáttan til henda stuðulin, men søkt varð bert um stuðul á 6 mió. kr. 

Meðan vit bíðaðu … einaferð enn

Aftaná, at Hjálparpakki II varð samtyktur, var púra greitt, at politiskur meiriluti var á Løgtingi fyri, at serligur hjálparpakki skuldi setast í verk fyri ferðavinnuna. Landsstýrið var tó sera lítið áhugað í hesum og onki uppskot var ávegis. 
Eins og undan Hjálparpakka II, so bíðaði alt samfelagið eftir landsstýrinum aftur í vikuvís. 

Undraðist um, at landsstýrið bíðaði so leingi við ætlan fyri ferðavinnuna, tí síðan mars mánaða, tá avgjørt varð, at stongja Føroyar – og harvið taka grundarlagið undan ferðavinnuni – spurdu vit í andstøðuni aftur og aftur eftir, nær málrættað hjálp kom til júst ferðavinnuna. Eisini gjørdu samgongutingfólk vart við seg.
Vit í Tjóðveldi sendu eisini skrivliga fráboðan við uppskotum til loysnir, til løgmann, stutt eftir, at avgjørt varð, at stongja samfelagið. Seinni varð skriv aftur sent til løgmann fyri at fáa samstarv um politiskar loysnir. Ferðavinnan stóð í andaleypi, og mátti repa seglini.
Hetta kundi fáa ta avleiðing, at vit mistu týðandi  arbeiðspláss og mistu tað, ið bygt er upp.
Samstundis góvu grannalond okkara teirra ferðavinnufyritøkum stóran stuðul, og var stórur vandi fyri, at vit í Føroyum ikki fóru at vera til reiðar, tá ferðavinnan til fulnar kundi fara til verka aftur.

Tjóðarflogfelagið við skerdum flogi
Hópuppsøgnir í Atlantic Airways, Vága floghavn og fyritøkum innan ferðavinnuna vórðu veruleiki.
Undraðist um, at landsstýrið – sum almennur eigari av Atlantic Airways og Vága floghavn – valdi at lata hetta henda, samstundis sum greitt var, at fáar dagar seinni, í juni mánaða, fóru landamørkini at verða latin upp. Sæð í ljósinum av, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn ferðavinnuvirksemi kemur í hæddina aftur, er skiljandi at neyðugt var við ávísum tillagingum, men inntrivini tyktust alt ov ógvuslig og sum ein niðurlaging av okkara tjóðarflogfelag. Hvørjum tænir hetta? Landsstýrið kundi – sum liður í hjálparpakkunum – veitt málrættaða fíggjarliga hjálp til Atlantic Airways um landsstýrið hevði ynskt hetta. Men tað varð ikki gjørt.
Landsstýrið kom í staðin við einum uppskoti til FAS-líknandi skattaskipan, har Atlantic í framtíðini skuldi fáa endurrindað 35% av útgoldnu lønunum, men hetta fór ikki at hjálpa her og nú. Vit hava ikki tørv á enn fleiri serskattaskipanum, og kundi tílík skipan hartil eisini sett Føroyar á ”gráa listan”, tá umræður møguleikan at gerast partur av Europeiska loftferðslusamstarvinum. Úrslitið var eisini, at hetta málið kom ongantíð úr Fíggjarnevndini, og varð tí heldur ikki samtykt.

Trilvandi upplating í donskum fótasporum

Meðan avgerðin um afturlating av føroyska samfelagnum var lutfalsliga løtt at taka, og grundað á heilsufaklig atlit burturav, so er avgerðin um stigvísa upplating truplari. Nú skulu fleiri atlit takast, heilsulig, búskaparlig, vinnulig og samfelagslig. 

Tá føroyska samfelagið varð afturlatið varð hetta fráboðað dagin eftir at Danmark hevði valt at gera tað sama. Men støðan í Føroyum var munandi øðrvísi. Vit høvdu tá bert 3 fólk, ið høvdu staðfest Covid-19 virusið. Tí vóru vit munandi frammanfyri tá umræður at lata aftur. Hetta vísti seg at vera ein røtt og týðandi avgerð.

Men tá umræður at lata samfelagið upp, hevur landsstýrið gingið meira aftaná. Tí hóast vit hava fingið tamarhald á smittustøðuni í Føroyum munandi fyrr enn í Danmark, so hevur landsstýrið ikki tikið stig til, at lata upp innanhýsis samsvarandi. Harvið hevur gerandisdagurin hjá fólki í Føroyum verið óneyðuga leingi ávirkaður av støðuni.
Heldur ikki hevur landsstýrið valt at nýta amboð, ið tryggjaðu Føroyum stýring á, hvørji lond latið verður upp fyri. Eitt nú kundu Føroyar sett egin krøv til, hvussu nógva smittu tey lond, ið vit lótu upp fyri, kundu hava. Men hetta amboð varð ikki brúkt. Harvið hevur helst verið latið ov seint upp fyri londum, har ongin smitta var – eitt nú Íslandi og Grønlandi – og ov skjótt upp fyri londum, har nógv smitta hevur verið – eitt nú suður-europeisku londunum. 

Upplating við andsøgnum

Byrjað varð at seta ferð á samfelagið og at lata upp 20. apríl, tá barnagarðar og 1.-3. flokkar í fólkaskúlunum byrjaðu sum vanligt. Síðan eru alsamt fleiri stig tikin. Úrslitið var, at í fyrru helvt av juni mánaða vóru bert 3 høvuðsavmarkingar eftir. Landamørkini vóru nærum stongd, tiltøk við fleiri enn 100 fólkum frámæld, og støð við skeinkiloyvi skuldu stongja kl. 22. Hartil varð mælt til frástøðu á 1 metur og reinføri. Frá 15. juni varð byrjað at lata landamørkini upp, og nú kunnu mat- og skeinkistøð hava opið longri. Hava nú opið til klokkan 2 um náttina.

Tíverri hava tað, í øllum upplatingarumførunum, verið stórar andsøgnir og mótsøgnir. Fleiri tilmæli hava ikki hingið saman – og tí ikki givið meining. Nøkur dømi eru hesi:

Ferðafólk úr Europa kundu ferðast til Danmarkar, og kundu koma beint víðari til Føroyar – men landsstýrið helt ikki, at Føroyar sjálvar skuldu lata upp mótvegis teimum londum, ið vit ynsktu, og har tamarhald var á Covid-19 smittuni.

Landsstýrið settið í verk lóg, ið heimilar at stongja mat- og skeinkistøð fyrr á kvøldi – men vildið ikki biðja um heimild at forða ferðafólkum frá londum við nógvari smittu at koma til Føroyar.
Fleiri 100 fólk kundu savnast á summarlegum – men ikki á tónleikafestivalum.

Fólk í Føroyum kundu ikki fara á matstovur seint á kvøldi – men ferðafólk úr fleiri londum kundu ferðast til Føroya.

Ongin ivi er um, at tað hava verið og eru truplar avgerðir, ið skulu takast, men hevði ynskt at tilmælini frá landsstýrinum hingu saman. Tá góvu tey enn betur meining – og vóru lættari hjá øllum at skilja og fylgja.
Hetta áttu vit at gjørt betur.

Føroyar eru ikki Jylland

Í upplatingartíðini hevur landsstýrið sum heild, í alt ov stóran mun, lagt seg uppat, hvat danski forsætisráðharrin hevur sett í verk í Danmark. Í fleiri umførum vóru tíðindafundir hjá løgmanni í kjalavørðinum av tí, hjá danska forsætisráðharranum, og innihaldið líktist til tíðir pínliga nógv. Úrslitið var eisini, at í tí eini tíðindasendingini í útvarpinum hjá KVF, var ein beinleiðis samrøða við løgmann um støðuna viðvíkjandi korona í Føroyum enntá avbrotin, tí KVF vildi senda beinleiðis frá tíðindafundi hjá danska forsætisráðharranum um, hvat hon ætlaði at gera í Danmark. Hetta var – eftir mínum tykki – ikki rætt og óvirðiligt, men helst eitt úrslit av, at tá danski forsætisráðharrin hevði sagt eitt, so fráboðaði løgmaður Føroya nærum líknandi beint eftir.

Hví lata Danmark og ES avgera landamørk Føroya?
Henda eftirapingin gjørdist serliga óheppin, tá løgmaður avgjørdi, at landsstýrið ikki skuldu hava egna støðu til, hvørji lond vit ynsktu at lata landamørkini upp fyri. Hetta skuldi danska stjórnin avgera, og løgmaður legði enntá dent á, at øll, ið ferðaðust til Danmarkar, eisini kundu koma víðari til Føroyar.
Hvat? Hví? Hvørjum skal tað gagna? Hesir vóru millum spurningarnar, ið eftir stóðu. Danmark avgjørdi at lata upp fyri Íslandi, Noreg og Týsklandi 15. juni. Landsstýrið valdi at tað sama skuldi vera galdandi fyri Føroyar. Men hví ikki taka egna støðu? Hví skuldu vit t.d. ikki lata upp fyri Finnlandi? Hartil er Danmark partur av Europeiska Samveldinum, og tá komið var inn í juni mánaða varð greitt, at tað var bara spurningur um fáar dagar, til øll lond í ES fóru at lata landamørkini upp fyri hvørjum øðrum. Alt tað, ið føroyingar høvdu stríðst fyri, tá umræður at fáa tamarhald á Covid-19 smittuni, sá út til, at standa fyri hóttafalli.

Landsstýrið vildi ikki korona-kanna øll

Serliga hóttandi var tað, tá landsstýrið ikki vildi seta krav um, at øll, ið komu til Føroyar skuldu korona-kannast. Hví? Hvat? Hvørjum skal tað gagna? Somu spurningar einaferð enn. Heldur enn at krevja at øll, ið komu til Føroyar úr útlondum – bæði útlendingar og føroyingar – vórðu kannaðir við komu til Føroya, so ynskti landsstýrið bert, at krevja at útlendingar skuldu prógva upp í 5-daga gamla koronakanning. Hetta var als ikki nøktandi. Tí føroyingar í hópatali fóru tá at koma úr úrlondum, uttan kanning, og hartil vildi ein 5-daga gomul koronakanning ikki veitt somu trygd, sum ein kanning við komu til Føroya. Vit høvdu starvsfólkini, vitanina, kanningarstovur – enntá fleiri – hví ikki gagnnýta hetta? Ferðafólkini kundu enntá sjálvi rinda kostnaðin fyri kanningarnar.

Tíbetur broytti landsstýrið støðu

Eftir stórt trýst, broytti landsstýrið støðu – tíbetur. Betur seint, enn ongantíð. Nú skuldu øll korona-kannast tá tey komu til Føroyar – bæði útlendingar og føroyingar. Tó vórðu børn undir 12 ár undantikin. Men kravið um kanning av øllum skuldi ikki setast í verk fyrr enn 27. juni. Hetta hóast føroysku landamørkini vórðu upplatin 15. juni. Harvið vóru 12 dagar, har fleiri hundratals fólk kundu koma til Føroya úr útlondum, uttan at verða koronakannað. Hví átaka okkum henda óneyðuga váðan?
Grundgevingin hjá landsstýrinum var, at 27. juni lat Danmark upp fyri ferðafólkum úr flest øllum ES londum, ið harvið kundu koma beinleiðis víðari til Føroyar. Aftur ein avgerð, ið varð tengd at, hvat Danmark valdi fyri Danmark – heldur enn at landsstýrið sjálvt tók støðu fyri Føroyar.

Kanningarnar skaptu tryggleika
27. juni vórðu landamørk okkara – og tey donsku – latin upp fyri ferðafólk úr øllum europeiskum londum, við færri enn 20 nýggjum Covid-19 smittaðum fyri hvørji 100.000 íbúgvar. Síðan tá hava 4 fólk fingið staðfest koronavirus við kanningunum á flogvøllinum. Harav tann eini persónurin vísti seg at hava verið sjúkur nakað áðrenn, og var nú frískur. 3 fólk – ein familja, ið kom til Føroyar á vitjan – er í løtuni staðfest sjúk og í sóttarhaldi. Samstundis eru um 20 onnur fólk, sum vóru í sama flogfari sum familjan, biðin um at fara í sóttarhald í 2 vikur. Hóast kanningarnar ikki skapa fullan tryggleika, so vísir fyrsta tíðin við hesum, hvussu týðandi tað var, at krevja kanningar av øllum, ið koma til Føroyar. Tí vit sóu í mars mánaða, hvussu skjótt virusið kann breiða seg, tá 3 gjørdust til 174 bara í mars mánaða.

Ferðafólk áttu at rinda fyri kanningar
27. juni varð eisini sett í verk skipan, har øll skuldu korona-kannast á flogvøllinum, og eisini áðrenn farið varð umborð á Norrønu uttanlands. Gott at hetta varð sett í verk.
Men tað vísti seg tíverri, at landsstýrið ikki hevði fingið loyvið frá Dátueftirlitinum avgreitt, og heldur ikki var heimildin at taka gjald fyri kanningarnar í lagi. Úrslitið er, at landið rindar fyri allar kanningar allan juli mánaða. Hvat hendir í august, er ógreitt, men vónandi verður tryggjað, at ferðafólk rinda fyri kanningarnar, soleiðis at fólk í Føroyum – ið ikki ferðast – ikki skulu rinda fyri tey, ið ferðast. Í løtuni rinda føroyingar umleið 2 mió. kr. um vikuna fyri hesar kanningar.

Privatar korona-kanningar uttan útboð
Tá farið varð undir kanningarnar, valdið landsstýrið ikki at nýta kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Heldur ikki hóast Heilsufrøðiliga Starvsstovan higartil hevði verið týðandi grundsúla undir korona-kanningum í Føroyum. Løgmaður fráboðaði, at mett varð ikki, at tað almenna hevði orku til, at taka sær av øllum hesum kanningum av frískum fólkum. Hetta vísti seg seinni ikki at vera rætt. Heilsufrøðiliga Starvsstovan fráboðaði alment, at við eini íløgu á umleið 1 mió. kr., og við nýggjum inntøkum – tí fólk kunnu rinda fyri kanningarnar í sambandi við ferðing – bar væl til, at tað almenna stóð fyri kanningunum. 

Landsstýrið hevði tó valt at gera avtalu við tvey feløg, ið skulu taka sær av hesum. Amplexa og Thetis. Tíverri varð hetta gjørt, uttan at hava viðgjørt allar møguleikar til fulnar, og varð avtalan eisini gjørd uttan at bjóða arbeiðið alment út. Tá tað kom fram, at formaðurin í Løgtingsins Rættarnevnd og tingbólkaformaður Fólkafloksins var partur av nevndini í Thetis, samstundis sum næstformaðurin í Løgtingsins Vinnunevnd og umboð Sambandsfloksins var nevndarlimur í Amplexa, var spurnartekin sett við, hvørt alt var farið rætt fram.
Ivist ikki í, at Amplexa og Thetis gera eitt gott arbeiði, og kunnu vit fegnast um, at vit hava tvey feløg, ið kunnu fremja tílíkar kanningar. Men landsstýrið átti at alment útbjóðað kanningarnar. Hetta kundi verið gjørt hóast stutt skotbrá. Væntandi høvdu tað bert verið hasi bæði feløgini, ið bjóðaðu seg fram, men tá hevði spurnartekin ikki kunna verið sett við framferðarhátt, kostnað og val av veitarum. Eisini átti landsstýrið sjálvandi at lýst alternativið til privatu loysnina nærri, og í samráð við allar viðkomandi partar tikið støðu til, hvørt veljast skuldi ein almenn ella privat loysn. Hetta varð tíverri ikki gjørt. 


Hjálparpakki III

Ikki fyrr enn 10. juni, og harvið nærum 3 mánaðar eftir, at samfelagið varð afturlatið, og meira enn 1½ mánað eftir at byrjað varð, at lata samfelag okkara upp aftur, legði landsstýrið nógv eftirlýsta Hjálparpakka III, ið varð ætlaður tí partinum av vinnuni, ið hevði størst tørv á hjálp, fyri Løgtingið. Lógaruppskotini vórðu samtykt 19. juni. Henda hjálpin kom ov seint. Innlendis virksemið var so smátt farið í gongd, og 15. juni lótu landamørkini upp fyri ferðafólkum. Sera stórur partur av starvsfólkunum í ferðavinnuni vóru longu uppsøgd ella koyrd í korona-ALS skipanina.
Í hesum hjálparpakka bar til, at fáa upp í 10 mió. kr. í stuðli fyri hvørja fyritøku, men innihaldið í hjálparpakkanum var soleiðis háttað, at tað helst fóru at vera nógvar fyritøkur, ið valdu hjálpina frá. Men hetta var avgjørt betur enn onki, og vit stuðlaðu tí sjálvandi hesum. 

Seinni komu nøkur skeinkistøð uppí henda hjálparpakka III, har til ber, at fáa upp í 10 mió. kr. í endurgjaldi, hóast flest allar aðrar tænastufyritøkur vóru partar av hjálparpakka II, har til bar at fáa upp í 80.000 kr. um mánaðin, í stuðli. Tann tilgongdin var nakað heilt fyri seg, og aftur varð spurnartekin sett við rættartrygdina og framferðina hjá landsstýrinum og samgonguni.

Føroyar – eitt framkomið og sjálvbjargið land
Koronakreppan hevur víst, at vit hava eitt sera framkomið og sjálvbjargið samfelagið. Okkara fólk, vinna, vælferðarsamfelag og búskapur høvdu stórt mótstøðuføri at koma ígjøgnum fyrstu alduna av hesi heilsukreppuni. Talan er um størstu heilsukreppu í nýggjari tíð – og ein heilsukreppa, sum vit kanska bert hava sæð fyrstu alduna av, men sum vit nú eru enn betri fyrireikað til, at taka móti seinnu alduni av, tá henda kemur. Tí vit hava lært nógv av hesi tíðini – bæði í Føroyum og kring heimin.

Kanningarstovu í heimsflokki

Tá umræður kanningar fyri Covid-19 fyri hvønn íbúgva, so eru Føroyar fremst í heiminum. Vit hava nú framt kanningar, sum í tali svara til langt omanfyri 50% av okkara fólkatali. Í skrivandi løtu eru heilar 29.522 kanningar framdar, meðan fólkatalið er 52.562.
Okkara egna kanningarstova á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist at basa korona-virusinum so skjótt og væl í Føroyum. Okkara royndir frá kanningum og eftirliti við virusum í alivinnuni vístu seg at koma til góðar, tá serfrøðingur á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni longu í januar mælti heilsumyndugleikunum til, at fyrireika kanningarstovuna til, at kanna fólk í Føroyum fyri Covid-19 virus. Hetta vísti seg at vera ein góð ráðgeving og avgerð. Í februar var klárt at fara undir kanningarnar. 3. mars var fyrsti tilburðurin av Covid-19 virusinum staðfestur í Føroyum, og tá vóru vit til reiðar, at fara undir umfatandi kanningar.

Skjót úrslit til lágan kostnað
Okkara egna kanningarstova vísti seg eisini at gerast avgerandi fyri tí strategi, ið veljast kundi. Tí við at gera kanningarnar í Føroyum, kundu vit fáa úrslitini eftir heilt fáum tímum, og var kostnaðurin bert 250 krónur fyri hvørja kanning. Skuldu royndirnar sendast til Danmarkar, hevði tað tikið fleiri dagar og upp í eina viku, áðrenn úrslitini vóru greið. Samstundis hevði kostnaðurin hjá Statens Seruminstitut verið 1.545 kr. umframt flutning fyri hvørja kanning. Sostatt hevur føroyska samfelagið spart tvísiffraða millióna upphædd við at gera egnar kanningar – umframt ment vitan, royndir og amboð til at velja eina kanningarstrategi í heimsflokki.

Starvsfólk, arbeiðsgevarar og fakfeløg tikið tøk

Vælferðarsamfelag okkara hevur eisini víst sínar styrkir í hesi tíð. Heilsuverk, Almannaverk, Eldraøkið, Dagstovnaøkið og onnur hava havt avgerandi leiklut í, at tað er eydnast at fáa tamarhald á støðuni. Starvsfólkini á hesum økjum hava tikið stór tøk, og hava fakfeløgini eisini samstarvað konstruktivt, fyri at finna neyðugar loysnir, soleiðis at arbeiðið er tilrættislagt á bestan hátt. Eisini hava starvsfólk í matvøruhandlum, innan reingerð, flutning og mangt annað, ið skal til, fyri at okkara samfelag kann virka á tryggum grundarlagi, tikið tøk og átt týðandi leiklut í, at vit eru komin trygt ígjøgnum hesa fyrstu tíðina við korona. Og mongu arbeiðsgevararnir hava sanniliga eisini gjørt teirra til, at samfelagið kundi koma so væl og trygt víðari, sum møguligt. Eitt nú hevur stórur partur av útflutningsvinnum okkara eisini kunna hildið fram við virkseminum – á tryggan hátt – ígjøgnum krepputíðina, og harvið minka neiligu avleiðingarnar fyri fólk og samfelagið. Vit kunnu øll vera takksom fyri alt hetta.

Talgildu Føroyar í verki
Ein jalig avleiðing av, at samfelagið varð afturlatið, og at heitt varð á fólk at arbeiða og ganga í skúla heimanífrá, hevur verið, at vit hava gagnnýtt talgildu amboðini í nógv størri mun enn áður. Talan er í flestu førum um amboð, sum hava verið tøk í áravís, men sum bert eru brúkt í avmarkaðan mun. Ikki minst talgildu rúmini, har til ber at geva frálæru, kjakast, fundast v.m., hava verið munandi meira brúkt. So hóast tað at hittast á talgildum palli ikki gevur tað sama, sum at hittast persónliga, so hevur tað víst seg í fleiri førum at rigga væl. Gott at uppliva, hvussu skjótt fólk tillagaðu seg til nýggu umstøðurnar. Og tað er væntandi, at tær royndir og tann vitan vit hava fingið í hesi tíð gera, at vit fara at hava størri gleði av talgildu amboðunum eftir korona – enn áðrenn. 

Serstakt og sterkt samanhald 

Ein onnur jalig avleiðing av kreppustøðuni hevur verið, at fólk og fyritøkur hava víst ómetaliga stórt hjálpsemi og samanhald. Hjálpandi hendurnar hava verið nógvar, og fíggjarligi stuðulin frá privatum fyritøkum til gransking og hjálp í sambandi við korona-kreppuna, hevur mær kunnugt ongantíð verið so stórur sum hesa tíðina. Sum nevnt hava eisini bæði arbeiðsgevarar og fakfeløg tikið ábyrgd, og samstarva um smidligar arbeiðstíðir og broyttar arbeiðsumstøður fyri at fáa alt at ganga upp. Hetta hevur alt verið við til, at vit eru komin væl ígjøgnum hesa tíðina sum land og fólk. 

Landsstýrið vildi strika lønarhækkingar
Tað undraði tí eisini stórliga, tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, valdi at heita á fakfeløg um at strika avtalaða lønarhækking, og royndi alt hann kundi, at forða kommunum, at geva limum í Starvsmannafelagnum somu lønarhækking. Talan var um eina lønarhækking, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevði undirskrivað og góðtikið fyri somu starvsfólk hjá landinum.
Løgfrøðiliga hevði landsstýrismaðurin eina sera ringa sak, og búskaparliga enn verri. Tí meðan heilsukreppan leikaði harðast á, var tørvur á, at fólk kendu seg trygg og høvdu góðar inntøkur og keypiorku. At strika avtalaðar lønarhækkingar og byrja at tosa um búskaparkreppur ávirkar bæði fólk, nýtslu og búskapin – og harvið alt samfelagið – neiliga. 

Hetta snúi seg enntá ikki um, at landið manglaði pening, tí hetta hendi samstundis sum landsstýrið loyvdi privatum at selja fiskirættindi, ið tey fáa ókeypis frá landinum. Rættindi, ið hava milliarda virði.
 

Hvørjar Føroyar eftir korona?

Allar kreppur geva møguleika fyri, at bróta uppúr nýggjum og gera samfelagið betur. Spurningurin er, hvørjar Føroyar ynskja vit, og hvørji átøk eiga at verða framd fyri at røkka hesum komandi tíðina?

Vóni og ynski, at vit velja kósina, ið ger okkara land og fólk sjálvbjargin og fræls, samstundis sum vit styrkja okkara samanhald, samhaldsfesti, mentan, burðardygd og skapa menning kring alt landið.
Styrkja samanhald og meira sjálvbjargni – men hvat ynskja tey, ið eru í landsins leiðslu?

Størri ella minni ójavna?

Tíverri hava tær fráboðanir, og fleiri lógaruppskot, ið landsstýrið hevur lagt størstan dent á síðan korona-kreppan tók seg upp, víst, at samgongan ikki velur at nýta hesa kreppuna til at minka ójavna og styrkja samanhald og sjálvbjargnið. Tvørturímóti.
Fyri at nevna eitt av fleiri dømum, so hevur høvuðsmálið hjá landsstýrinum verið at tryggja, at tey, sum í dag hava fiskirættindi, ið eru latin frá landinum – og harvið Føroya fólki – skulu kunna selja hesi víðari við vinningi. Hetta varð sett endaliga í verk við lóggávubroyting í juni mánaða. Enn ein ónøktandi fyribils loysn, og als ongin roynd gjørd at fáa breiða semju um eina betri og varandi loysn fyri okkara fiskivinnu.
Samstundis hevur landsstýrið roynt at strika avtalaðu lønarhækkingina hjá starvsfólkum, ið arbeiða sambært sáttmála hjá Starvsmannafelagnum. Tíbetur eydnaðist hetta ikki.

Meira ella minni sjálvbjargni?
Samstundis hava landsstýrið og samgongan samtykt lóggávu, ið heimilar danska herinum at virka í Føroyum, eina aðra lóggávu, ið heimilar donsku PET-tænastuni at avlurta fólk í Føroyum, eisini politikarar, ið fremja lógligt politiskt virksemi. Ein onnur lóg, ið er broytt er nýggj ES-lóg fyri persónsupplýsingar. Nú skal ikki longur góðkenning frá Dátueftirlitinum fyri at senda føroyskar persónsupplýsingar av landinum.
Eisini eru stórar, ófíggjaðar eykajáttanir samtyktar á Løgtingi. Ófíggjað meirnýtsla sum onki hevur við korona støðuna at gera. Úrslitið er, at sjálvt tá sæð verður heilt burtur frá væntaðum broytingum í inntøkum og útreiðslum orsakað av korona, so gevur landsins fíggjarlóg fyri 2020 nú hall. Hetta hendir samstundis sum avlopið í fjør var 4-500 mió. kr. Tykist ikki sum nakar tekur ábyrgd av landsins fíggjarstøðu í landsstýrinum.

Lógir samtyktar í skugganum av korona
Omanfyrinevndu eru bert nøkur av fleiri stórum lógaruppskotum, ið landsstýrið valdið at trýsta ígjøgnum Løgtingið samstundis sum samfelagið var í eini kreppustøðu. Hetta varð eisini gjørt, hóast fráboðað varð at ynskt varð bert at taka tey mest átroðkandi málini og fremja tey, og lata onnur mál bíða til á Ólavsøku. Hetta fyri at geva lógaruppskotunum betri fólkaræðisliga viðgerð. Tí tá samfelagið er í eini heilsukreppustøðu, verður viðgerðin av, og áhugin fyri øðrum málum, sera avmarkað.
Men heldur enn at halda seg til hetta, hava landsstýrið og samgongan valt at trýsta eina røð av sera stórum og týðandi lógarmálum ígjøgnum Løgtingið – í skugganum av korona.

Føroyar eru væl fyri

Føroyska samfelagið og føroyski búskapurin vóru tíbetur søguliga væl fyri, tá korona rakti okkum. Met nógv størv, met lágt arbeiðsloysi, met stór virðisskapan, og áhaldandi framgongd síðan altjóða fíggjarkreppuna. Undanfarna valskeið – árini 2015-2019 –  hava fólk, vinna, kommunur og land bjálvað seg væl fíggjarliga. Húsarhald hava minkað skuld og økt uppsparing, tað sama hevur stórur partur av vinnulívinum gjørt. Samstundis eru stórar íløgur gjørdar í framtíðina. Kommunurnar hava eisini minkað samlaðu skuldina, og landið hevur havt avlop øll árini á samanlagt umleið 1,5 milliard, og landsins skuld er eisini minkað við somu upphædd.
Um vit bera okkum rætt at, standa Føroyar tí sterkar at koma ígjøgnum hetta árið og hesa heilsukreppuna, uttan at hetta fær alt ov stórar avleiðingar fyri fólk, vinnu og samfelag – tó treytað av, at komandi aldur av korona ikki gerst alt ov ógvusligar.

Altjóða samfelagið á einum vegamóti

Altjóða samfelagið hevur hinvegin størri avbjóðingar. Hetta gerst sjálvandi eisini ein trupulleiki fyri okkum, serliga yvir tíð, men vit hava ávísan fyrimun av, at matvørur eru okkara høvuðsútflutningur, og hetta er nakað, ið øll fólk kring allan heim hava tørv á.
Nógv lond eru ikki komin heilt fyri seg eftir alheims fíggjarkreppuna, ið rakti heimin í 2008. Flestu lond hava stóra skuld og hall á landsins fíggjarlógum. Samstundis er rentan metlág og enntá negativ. Tað er tí ikki møguligt at nýta fíggjarpolitikk og pengapolitikk at stimbra búskapirnar á sama hátt sum áður. Serliga eru tað fátøku londini, ið hava tað trupult – meðan tey meira vælbjargaðu hava tað lættari. Hetta er tíverri ein ójavni, ið kann fara at vaksa munandi eftir korona, um altjóða leiðarar og lond ikki samstarva um at broyta hesa ójavnvág. Í sambandi við korona kreppuna hava flest øll lond eisini valt at økja skuldina munandi, og at stimbra búskapirnar við stórum hjálparpakkum, fyri at forða fyri, at heilsukreppan gerst ein ov stór búskaparkreppa.

Altjóða fíggjarpolitikkurin – eitt eksperiment
Tað er gott at tað almenna stimbrar í hesum døgum, men samstundis tykist búskaparstøðan í heiminum – serliga við atliti til fíggjarmarknaðirnar – at vera eitt stórt eksperiment. Tey lond, ið hava egið gjaldoyra, ella eru partur av gjaldoyrasamstarvi, tykjast at loysa kreppuna við at ”prenta fleiri pengar” og skuldina, hana vænta tey helst ongantíð at rinda aftur. Spurningurin er, hvussu hetta endar, tí um hetta er mátin, so eru pengar – ella mangul uppá sama – ongin forðing. So er bara at strika alla skuld hjá øllum menningarlondum, geva øllum lágløntum munandi hægri løn, loysa veðurlagskreppuna beinanvegin og so framvegis. Áður hevur tílík atferð elvt til ógvusligan prísvøkstur og samfelagsligar ”bløðrur”, ið fyrr ella seinni bresta – verður øðrvísi hesuferð? Neyvan – tað koma komandi árini at vísa.

Søguligur møguleiki at umhugsa, umskipa og umraðfesta
Vónin er, at vit í Føroyum, og heimsins tjóðir og leiðarar, velja at menna okkara samfeløg og búskapir betri enn hesi vóru áðrenn korona. Nú er møguleikin at umhugsa, umskipa og umraðfesta.
Møguleiki er fyri, at byggja samfeløg og ein heim, har virðini verða javnari býtt.
Møguleiki er fyri, at nýta mongu endurreisingargrunnarnar til at stimbra nýmenning í vinnuni og nýggj størv, ið stuðla undir størri burðardygd og virðisskapan. 
Møguleiki er fyri, at umleggja lønar- og skattaskipanir soleiðis, at hesi gerast meira rættvís og tíðarhóskandi.
Møguleiki er fyri, at styrkja vælferðarskipanir soleiðis, at øll hava møguleika at liva eitt gott lív.
Møguleiki er fyri, at gera íløgur, ið loysa nakrar av størstu samfelagsavbjóðingunum – t.d. bústaðir og grøna umskipan.
Alt hetta og meira er møguligt hjá londum at taka støðu til. Hvør sær – og saman.
Í Føroyum hava vit tíverri onki frætt um nakra ætlan um, hvørjar Føroyar vit skulu hava eftir korona – og hjálparpakkarnir hava tíverri verið ”ad hoc” loysnir, sum eru komnar tí landsstýrið hevur verið undir stórum trýsti at koma við hesum. Ongin yvirskipað ætlan hevur verið at hóma. Tíverri.

Okkara egnu loysnir skaptu úrslit

Í mai mánaða kundu vit fráboða, at Føroyar vóru korona-fríar. Føroyar vóru millum fyrstu lond í heiminum, ið megnaðu hetta. Fleiri orsøkir eru til hetta, men avgerandi fyri, at tað eydnaðist var:
– skjót afturlating av samfelagnum,
– umfatandi korona-kanningar,  sporan og sóttarhald, og
– at fólk fylgdu tilmælunum frá myndugleikunum.
Høvdu okkurt av hesum ikki riggað, so hevði ikki borið á mál.
Tann parturin av tilgongdini, tá vit valdu okkara egnu kós og ætlan, vístu seg at eydnast best. Tí tað var tá vit valdu at lata samfelagið aftur – hóast bert 3 staðfestar tilburðir – og valdu egna strategi við kanning, sporan og sóttarhaldi, tá bar á mál.
Tann parturin av tilgongdini, tá valt var at leggja seg undir donsku og harvið eisini ES avgerðirnar um upplating av samfelagnum, eydnaðust minni væl. Men av tí, at landsstýrið tíbetur tók undir við at broyta støðu, og fara undir korona-kanningar av øllum, ið koma til landið, er eydnast – aftur við okkara egnu loysn – at fyribyrgja neiligum avleiðingum.

Latið okkum samstarva meira

Koronakreppan hevur víst okkum, at tá á stendur, so megna vit væl at samstarva og finna felags loysnir. Løgmaður og landsstýrið hava havt søguligan møguleika at finna og fremja loysnir saman við andstøðuni. Tí vit hava støðugt rætt hondina út, og eru komin við uppskotum til loysnir – víst vilja til samstarv. Tí hetta er tað, ið fólk í Føroyum hava tørv á. Hetta riggaði fyrstu tíðina. Men løgmaður og landsstýrið hava tíverri valt frá at samstarva um loysnir seinastu mánaðarnar. Politiskt er hetta óskiljandi. Samfelagsliga er tað alt annað enn gagnligt. 

Alneyðugt við breiðum semjum um stórmál

Vónin er, at nú Ólavsøkan stendur fyri framman, og harvið ein nýggj tingseta, at tað fer at bera til, at fáa meira samstarv í politisku skipanini. Tí fyri fólkaræðið er tað ikki gott, at stórmál verða trýst ígjøgnum við minst møguligum meiriluta – bert 1 tingfólk í meiriluta – og fyri fólk, vinnu og samfelagið er tað skaðiligt, at stórmál ikki verða loyst við breiðum og varandi semjum. Tí úrslitið av førda politikkinum er, at nógvar lógir verða broyttar aftur, so skjótt nýggj stjórn kemur í landsins leiðslu. Hetta skaðar støðufestið, styrkina og samanhaldið í samfelag okkara.

Eftirlýsing: Langtíðarhugsan og -ætlan

Koppseting fyri Covid-19 virusið verður væntandi ikki tøk fyrr enn í fyrsta lagi komandi ár. Nú nýggja tingsetan fer í gongd, landamørk okkara eru upplatin, vil eg heita á landsstýrið um, at leggja alment fram eina greiða korona tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Eina tilbúgvingarætlan, ið lýsir ymisk tilbúgvingarstig og átøk, ið framd verða, alt eftir hvussu ein møgulig nýggj smittspjaðing verður. Eitt nú ymisk tilbúgvingarstig fyri, hvat hendir tá 10, 50 og 100 eru smittað, og í mun til, hvørt eydnast er at spora smittuna ella ikki. Við tílíkari ætlan vita fólk hvat hendir, nær, og kenna seg harvið tryggari um útlitini.
Vil eisini heita á landsstýrið um, at nýta hesa søguligu støðu til, at umhugsa, umskipa og umraðfesta, fyri at gera Føroyar enn sjálvbjargnari, og til eitt enn betri stað at liva, skapa og virka fyri øll. Latið okkum nýta hesa støðuna til, at loysa nakrar av størstu avbjóðingunum í okkara samfelag. Fyri at fáa hetta framt er ein møguleiki, at seta saman viðkomandi fólk úr øllum landinum, og umboðandi allar geirar, skjótt at koma við uppskoti til, hvussu Føroyar sum best koma ígjøgnum hesa koronakreppuna, eina næstu aldu av korona, og hvussu vit best fyrireika okkum til nýggja veruleikan í alheimshøpi komandi árini. Vit hava nógv fólk, við góðum innliti, vitan, royndum og hugskotum, ið kundu luttikið í tílíkum ”hugsunar-hópi”, og komið við uppskotum til menningarátøk fyri okkara fólk, vinnu og land. Í tílíkum arbeiði áttu øll fólk í Føroyum verið bjóðað at koma við teirra uppskotum til átøk.

Samanhald og egnar loysnir skapa tryggleika
Á Grækarismessu 2020 fóru vit hvør sær, fyri at vera saman um at koma trygt og væl ígjøgnum hesa søguligu heilsukreppuna. Saman, her í Føroyum, eydnaðist at steðga fyrstu alduni av koronavirusinum, og saman kunnu vit eisini at forða komandi aldum at fáa ov neiligar avleiðingar fyri okkara fólk, vinnu og land.
Tíverri hava øll lond ikki verið so heppin sum vit. Granskarar kring allan heim arbeiða dag og nátt við at finna eitt Covid-19 koppingarevni, og eru nú glottar at hóma.
Vóni, at vit – og fólk kring heimin – á komandi Grækarismessu hava fingið koppingarevni. Men til hetta gerst veruleiki, er alneyðugt, at vit halda fram við at fylgja heilsufakligu ráðgevingini, nýta okkara egnu føroysku loysnir, og samstarva politiskt um átøkini fyri framman.
Soleiðis skapa vit tryggleika fyri øll í Føroyum – hvør sær og saman.

22. juli 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad