Lýsing

Samgongan fyri tey fáu – ikki tey smáu

Røða hjá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, í sambandi við Ólavsøkurøðu løgmans 2020

2020 verður eitt ár, vit ongantíð koma at gloyma. Árið, tá Korona kollvelti lívið hjá okkum í Føroyum, og hjá fólki kring allan heim. Men samstundis sum allar kreppur geva avbjóðingar – so geva tær eisini møguleikar. Møguleikar at umhugsa, umskipa og umraðfesta – um vit vilja. Hevði vónað at løgmansrøðan í ár vísti á, hvørja framskygda kós vit sum land og fólk nú skuldu seta, men so varð tíverri ikki.

Alt gongur í aldum. Í okkara lívi, í heiminum og í okkara samfelag.

Stór framgongd hevur verið í okkara Føroyum í mong ár, serliga síðan 2013 og frameftir. Tí ávaraðu vit eisini undanfarnu 4 árini um, at neyðugt var, at vit fyrireikaðu okkum – sum land og fólk – til, at heystið og veturin fóru at koma eftir at vit høvdu havt búskaparligt og samfelagsligt vár og summar í áravís.

2020 skuldi vísa seg at vera árið, tá rákið skiftið – tá farið var av aldutindinum.

Eftir 7 ár við framgongd – stendur ein øðrvísi tíð nú fyri framman.

Men vit eru til reiðar.

Hetta er fyrsta Ólavsøkurøðan síðan valið. Á løgtingsvalinum í 2019 fingu núverandi samgonguflokkara 50,2% av atkvøðunum. Vit – allir hinir flokkarnar – fingu stuðul frá 49,8% av fólkinum.  

Eftir 4 ár við minnilutastjórn, ið kravdi semjur tvørturum samgongu og andstøðu í øllum málum, og eftir at hava arbeitt við nýskipanum – pensjón, heilsuverk og fiskivinnu – ið høvdu ligið á láni í áravís, men sum vit valdu at fremja – so varð hetta prísurin, ið rindast mátti. Tað er ofta ópopulert at fremja broytingar, ið eru samfelagsgagnligar og neyðugar yvir tíð – ikki minst í eini ”hvat fái eg burturúr, her og nú”-tíð. 

Vit kundu lættliga lagt okkum afturá, og gjørt sum minst seinastu 4 árini. Tá høvdu vit helst sitið í landsins stjórn í dag – men hetta er ikki gagnligt fyri okkara samfelag. Tí valdu vit at fara til verka, og at fremja stór tøk.

Hóast vit altíð kunnu gera nógv betri og meira, so er nógv at fegnast um.

Fegin um, at vit – eftir 4 ár í landsins leiðslu – kundu handa víðari ein sterkan búskap og ein munandi styrktan landskassa. Met stór avlop í vinnuni, met nógv størv skapt og met stórur fólkavøkstur. 4 ár við stórum landskassaavlopum á samanlagt 1,5 milliard, landskassaskuldin minkað 1,5 milliard, meira enn hálv milliard í Búskapargrunninum, og Landsbanki Føroya endurstovnaður. Alt hetta skapar eitt fíggjarligt trygdarnet, ið vit hava gleði av, ikki minst nú korona hevur rakt okkum.

Kunnu staðfesta, at tá núverandi løgmaður og fíggjarmálaráðharri – í 4 ár aftur og aftur søgdu, at vinnan og búskapurin stóðu fyri hóttafalli vegna førda politikkin – so vóru hetta ósannindi – og hetta staðfestir løgmaður eisini í Ólavsøkurøðuni: at búskapurin, landskassin, almennir grunnar og vinnan eru sera væl fyri. Takk fyri, at sannleikin nú verður staðfestur. 

Fegin um, at vit seinastu 4 árini fingu býtt virðini javnari.

  • Stóran skattalætta til lág- og miðallønt
  • Flati pensjónsskatturin avtikin, og lægri pensjónsskatt til láglønt.
  • Familjuískoytið sett í verk til barnafamiljur við fíggjarliga trongum korum.
  • Lesandi, stakir uppihaldarar, fyritíðarpensjónistar hægri veitingar og meira at liva av.

Men meira skal gerast – og tað sum samgongan hevur gjørt higartil, hevur tíverri økt ójavnan – millum pensjónistar, millum vinnurekandi, millum fólk.

Fegin um, at vit framdu bústaðarpolitisk átøk:

  • 250 mió. kr. til at byggja nýggjar leigu-, lestrar- og lutabústaðir
  • 200 mió. kr. til at byggja nýggjar bústovnar og vardar bústaðir
  • Kommunurnar heimild at byggja eldrabústaðir til 60 ár og eldri.
  • Leigunevndin heimild at forða fyri órímiligari leiguhækking.
  • Inntøka frá langtíðarútleigan upp í 100.000 kr. skattafrítt, fyri at eggja til langtíðarútleigan heldur enn stutttíð.

Men meira skal gerast – og tað sum samgongan nú kemur við, er als ikki nøktandi. Bústaðir skulu fáa heimild at byggja fyri 400 mió. afturat, men hesar eru í veruleikanum 200 mió., tí Barnaheim o.a. sum var á fíggjarlóg skal  nú flytast yvir á Bústaðir. Av teimum 200 mió., ið eftir eru, skulu bert 100 mió. nýtast har bústaðartrotið er størst, og tá vil samgongan enntá gera tað dýrari fyri fólk at leiga bústaðir frá Bústøðum í størru býunum. Hetta skapar størri ójavna og loysir als ikki bústaðartrotið. Og sjálvandi skulu vit tryggja, at Bústaðir eisini kunnu veita lán til fólk, ið ynskja at seta føtur undir egið borð uttanfyri størru býirnar.

Eisini fegin um, at Talgildu Føroyar og ferðavinnan vóru millum fremstu raðfestingar okkara. Enn ein íløga í framtíðina – styrkir og fjøltáttar okkara vinnulív og samfelag.

Gott at núverandi landsstýri ynskir at halda fram við íløgum í Talgildu Føroyar – og við at skipa viðurskiftini um okkara ferðavinnu greiðari.

Eisini gott at hildið verður fram við, at byggja bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, tí tørvurin er ovurstórur og hetta er alneyðugt. Vit mugu og skulu hjálpa teimum, ið hava størstan tørv, annars er vælferðarsamfelagið ikki til nógva nyttu. Vit onnur kunnu væl klára okkum við minni, fyri at tey, ið hava stóran tørv á hjálp, fáa hesa.

Tí er so týðandi at vit býta virðini javnari – ikki ójavnari – so sum samgongan hevur lagt lunnar undir.

Vit gerast ongantíð liðug við at byggja land. Og sjálvandi er nógv eftir at fremja – og ikki minst áttu fleiri átøk verið framd innan útbúgving, mentan, heimtøkur av málsøkjum og at gera okkum heilt óheft av studningi úr útlondum. Eisini enn fleiri bústaðir – og enn meira hjálp til fólk við serligum avbjóðingum. Men á fleiri av hesum økjum sær út til at henda enn minni í verandi samgongu.

Als ongin heimtøka av ábyrgd. Tvørturímóti verður ábyrgd av teleøkinum flutt til Danmarkar.

Als ongin sjálvbjargnari búskapur. Tvørturímóti eru átøk framd, ið gera fíggjarliga haldførið munandi verri – og avlop á nærum hálva milliard í fjør er vent til hall – sjálvt uttan broytingar í inntøkum og útreiðslum orsakað av koronu.

Alt ov lítil raðfesting av útbúgving og mentan. Fegin um, at Fróðskaparsetrið og skúlin verða nevnd í Ólavsøkurøðuni, men tørvur eisini á munandi uppraðfesting. Trýpartasemjan um yrkisútbúgvingar ætlar samgongan ikki at fremja, og mentanarøkið verður ikki so mikið sum nevnt í Ólavsøkurøðuni.

Høgravendir og konservativir flokkar seta altíð privaisering av almennum virksemi á skrá. Men privatisering – mitt í eini krepputíð – kann ongantíð verða skilagóð. Kundi ikki verið eitt verri tíðspunkt at valt. Men nú fiskirættindini so at siga eru privatiserað, so er næsti leikurin eftir øllum at døma Føroya Tele, SEV, Bústaðir og onnur.
Latið okkum gera tað sum er best fyri fólk og land – ikki fyri tey fáu men fyri tey nógvu. Ikki bara her og nú – men yvir tíð. 

Fegin um, at fráboðað verður í Ólavsøkurøðuni at Føroyar skulu taka størri ábyrgd í altjóða samfelagnum. Men hetta gera vit best og bert til fulnar við fullum limaskapi í altjóða samfelagnum.
Nú Føroyar eru mitt í einum uttanríkispolitiskum brennidepli, hevur tað sjáldan verið so týðandi, sum júst nú, at vinna okkum fult frælsi á altjóða pallinum.
Vóni at vit saman kunnu tryggja hetta – men óttist tíverri, at verða fet tikin av hesi samgonguni, so fara tey at ganga afturá – ikki framá. 

Fráboðað er eisini, at nú skal samstarvið við Danmark endurnýggjast. Broytingar, ið styrkja okkara frælsi og sjálvbjargni høvdu verið fet á røttu leið – men tíverri fráboðar løgmaður tað øvugta: 

”Fyrsta stigið at allir føroyingar kunnu fáa danskt cpr.nr.!” 

Næsta stigið er, at løgmaður saman við danska forsætisráðharranum fer at gera felags lóg um krøv til føroyska telekervið. Tað vil siga, at vit vit nú skulu hava danska lóggávu á einum øki, ið er føroyskt og har vit hava føroyska lóggávu. Hetta er ein øvugt yvirtøka. Verður hetta framt, so verður ábyrgd flutt úr Føroyum til Danmarkar.

Er hetta málið? At bakka aftur? Hetta kann ikki takast í álvara.

Tíverri eru fleiri átøk framd av samgonguni, ið eru fyri tey fáu – ikki tey ”smáu” – bæði tá umræður vinnufyritøkur og løntakarar.

Latið okkum ikki fremja átøk, ið bert eru fyri tey fáu og ikki fyri tey smáu. 

Latið okkum heldur seta kós fyri alt fólkið og alt landið.

Latið okkum saman seta kós, so vit gerast:

Sjálvbjargnari – búskaparliga, umsitingarliga, politiskt.
Burðardyggari – orkuliga, umhvørvisliga og vinnuliga.
Styrkja samanhaldið – við sterkari samhaldsfesti og samanhald millum alt fólkið, burtur við gjónni millum útjaðara og miðstað, og breiðar politiskar semjur um stórmál.

Korona hevur givið okkum í Føroyum og kring heimin stórar avbjóðingar, men korona kreppan hevur eisini víst okkara styrkir. Hon hevur millum annað víst, at samanhald og egnar føroyskar loysnir skapa úrslit – hetta er ikki bert galdandi í eini heilsukreppu, men eisini tá aðrar avbjóðingar skulu loysast.

Nú er at hyggja frameftir, hvørjar Føroyar vilja vit hava – við og eftir korona? 

Mín og okkara vón er, at vit styrkja samanhaldið í okkara samfelag – minka tær gjáirnar sum eru – og saman fremja seinastu átøkini, at gera okkara land og fólk fult sjálvbjargin – búskaparliga, umsitingarliga og politiskt. Tí hetta er lykilin til, at skapa tryggleika og framgongd fyri alt fólkið og alt land okkara. 

Við vón um gott samstarv og góða tingsetu – fólki og landi at frama.

Á Løgtingi, august 2020

Kristina Háfoss,
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad