Lýsing

Kristina spyr um koronustøðuna umborð á útlendskum skipum

Munnligur fyrispurningur til Jenis av Rana um koronustøðuna umborð á útlendskum skipum í føroyskum sjóøki og samskifti við russiskar myndugleikar

  1. Hvat samskifti hevur verið og/ella væntast at verða, við russiskar myndugleikar um koronastøðuna umborð á russiskum skipum í føroyskum sjóøki?
  2. Hava russiskir myndugleikar sett nýggj krøv til manningar og/ella skiparar umborð á russiskum skipum í føroyskum sjóøki eftir seinastu tilburðirnar har russisk skip vórðu rakt av Covid-19?
  1. Kunnu nýggj krøv væntast at verða sett til koronakanningar v.m. av manningum umborð á útlendskum skipum, ið ætla sær í føroyskt sjóøki frameftir?
  2. Hvussu heldur landsstýrismaðurin, at trygd og heilsa í sambandi við Covid-19 verður best tryggjað hjá útlendskum sjófólki í føroyskum sjóøki?

Viðmerkingar

Koronavirusið hevur gjørt um seg kring allan heim, og eru vit eisini rakt av hesum í Føroyum. 

Nú tykist tamarhald tíbetur at vera á næsta útbrotinum av virusinum í Føroyum, men henda støðan kann broytast, um vit ikki ansa væl eftir, at smittan kemur aftur til landið, og um fólk ikki fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum sum heild.

Í summar hava 3 útlendsk skip, ið hava lagt at landi í Føroyum, verið rakt av stórum útbrotum av Covid-19. Fleiri persónar eru eisini innlagdir á Landssjúkrahúsinum álvarsliga sjúkir. Samstundis er komið fyri, at skiparar ikki hava fylgt tilráðingunum frá føroysku heilsumyndugleikunum, og hava lagt frá landi uttan at kanna alla manningina, og uttan at senda manningina heim.

Hetta hevur sett lív og heilsu í váða hjá útlendsku manningunum.

Eisini hevur hetta sett krøv til føroyska heilsuverkið.

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur víst á, at farast skal undir samskifti við russiskar myndugleikar.

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á Løgtingi 31. august 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad