Kristina spyr um donsku fíggjarlógina
Munnligur fyrispurningur til løgmann
um at binda Føroyar fastari í donsku fíggjarlógina
- Hevur løgmaður umrøtt donsku fíggjarlógina saman við danska statsministaranum?
- Um ja, hvat varð umrøtt?
- Føroyingar og Føroyar hava rindað fyri atlimaskap okkara í ST-felagsskapunum FAO, IMO og UNESCO í áravís. Hví verður danskt veðhald fyri føroysku limagjaldunum nevnt í donsku fíggjarlógini?
- Er hetta sett í donsku fíggjarlógina í samráð við løgmann ella landsstýrið?
- Er málið tikið upp við FAO og donsku stjórnina?
- Heldur løgmaður at tað setur Føroyar í eitt neiligt ljós altjóða, at eitt annað land veðheldur fyri limagjaldi hjá okkum í altjóða felagsskapi?
Viðmerkingar
Danska stjórnin hevur nú lagt donsku fíggjarlógina fram. Í hesi verða Føroyar eisini nevndar. M.a. verður víst til, at játtan verður sett av til, at veðhalda fyri limagjald hjá Føroyum til altjóða ST felagsskapir. Hetta hóast Føroyar og føroyingar rinda fyri limagjøld fyri atlimaskapir sínar í felagsskapunum OECD, IMO og FAO.
Samstundis hevur løgmaður víst á, at hann ynskir at binda Føroyar og Danmark tættari – og hava løgmaður og danski statsministarin eisini nýliga havt fund.
Fyri at fáa lýst, um løgmaður og landsstýrið arbeiða til frama fyri at binda Føroyar fastari í donsku fíggjarlógina, verða hesir spuringar settir.
Á Løgtingi, 1. Septembur 2020
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna