Hervør spyr um veðurlagspolitikk
Munnligur fyrispurningur til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, um veðurlagspolitikk
- Hvussu nógv prosent er ætlanin hjá landsstýrinum, at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum skal skerjast komandi árini fram ímóti 2030?
- Hvørji ítøkilig uppskot á veðurlagsøkinum fara at verða løgd fyri Løgtingið hesa tingsetuna?
- Ætlar landsstýrismaðurin at taka allar flokkar við í arbeiðið at skerja útlátið í Føroyum fram ímóti 2030?
Viðmerkingar:
Í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum ein veðurlagspolitikk fyri Føroyar. Ætlanin var at minka útlátið við 20 prosentum áðrenn 2020 sammett við útlátið í 2005. Nú er støðan tó tann, at útlátið er vaksið við umleið 10 prosentum. Tí er neyðugt, at vit seta greiðar málsetningar, og at vit binda okkum til at handla, nú nýggjur veðurlagspolitikkur skal stingast út í kortið.
Føroyar hava bundið seg til Paríssáttmálan, umframt at grøna orkuskiftið og veðurlagspolitikkur eru í fokus í visiónini hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum fyri samstarvið komandi 10 árini.
Landsstýrismaðurin hevur sagt alment, at hann í næstum fer at koma í tingið við einum pakka við orku- og umhvørvispolitikki, men ikki hvat hesin pakkin inniber.
Komandi 10 árini fara skiftandi samgongur at hava ábyrgd av arbeiðinum at skerja útlátið. Tí hevur tað eisini týdning, at allir flokkar eru við, tá ið farið verður undir arbeiðið, so at veðurlagspolitikkurin verður stabilur og langtíðarsiktaður. Vónandi kunnu vit arbeiða saman tvørtur um andstøðu og samgongu, so vit fáa greið mál á veðurlagsøkinum, ið verða hildin, og ið veruliga gera mun. Vónandi tekur landsstýrismaðurin flokkarnar í andstøðuni við upp í arbeiðið beinanvegin og kallar flokkarnar á fund sum skjótast. Tað er bæði til gagns fyri málsetningin um skerjing av útlátinum og styrkir demokratisku tilgongdina.