Lýsing

Høgni spyr um Atlantsflog

Munnligur fyrispurningur

til

Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum

viðvíkjandi uppsagnum og framferð hjá leiðsluni í Atlantsflogi

  1. Hvat hevur landsstýrið gjørt í sambandi við framferðina hjá leiðsluni í Atlantsflogi, har hópuppsagnir vórðu framdar, hóast hjálparpakkar vóru í gildi, fyri síðani at bjóða teimum uppsagdu at søkja nøkur fá størv aftur, men uttan atlit til starvsaldur, ella sum fríyrkisfólk við verri treytum? 
  1. Hvat ger landsstýrið við, at nevnd og leiðsla í Atlantsflogi ikki hevur samráðst við fakfeløgini um eina loysn, ið kundi varðveitt og ment førleikarnar hjá starvsfólki og flogfelagnum, meðan koronakreppan herjar?
  1. Hvørjar avleiðingar hevur framferðin fyri starvsfólkini, ið hava bygt felagið upp, og fyri førleikarnar í felagnum at reka flogvinnu – eitt nú fyri flogskiparar, ið ikki hava flogið í fleiri mánaðir og skulu endurnýggja og halda við líka góðkenningar og førleikaskeið?
  1. Hvat ger landsstýrið við, at Atlantsflog ikki fylgir reglunum um starvsaldur, sum øll flogfeløg í Evropa brúka?

Viðmerkingar

Longu fyrst í mai mánaða 2020 boðaði leiðslan í Atlantsflogi frá, at 90 starvsfólk fóru at verða søgd úr starvi, hóast hjálparpakkar vóru í gildi.

Nevndin og leiðslan í Atlantsflogi valdi ikki at samráðast við avvarðandi fakfeløg um eina loysn, ið kundi varðveitt og ment førleikarnar hjá starvsfólkahópinum, meðan koronakreppan herjar. Og nevnd og leiðsla valdi ikki at fara fram eftir starvsaldri og royndum millum starvsfólkini. Bæði avvarðandi fakfeløg, føroyska fakfelagsráðið og evropeiski felagsskapurin fyri flogskipararar, ECA (European Cockpit Association), sum umboðar 40.000 flogskiparar í Evropa, hava mótmælt og ávarað ímóti hesi framferð. Øll onnur flogfeløg í Evropa brúka starvsaldur til at tryggja, at førleikarnir í flogvinnuni verða varðveittir og mentir.

Tá ið flogvinnan vaks eitt sindur aftur, valdi nevnd og leiðsla í Atlantsflogi at lýsa nøkur størv leys at søkja, har starvsfólkini skuldu kappast um at fáa størvini sum føst ella fríyrkisstørv, og sostatt byrja av nýggjum uttan mun til starvsaldur og sáttmála.

Tað kann undra, at farið verður soleiðis fram í nevnd og leiðslu hjá Atlantsflogi, og avleiðingar fyri sáttmálaviðurskifti, førleikarnar hjá starvsfólki og hjá tjóðarflogfelagnum eru sjálvsagt djúpar.

Tí verður spurt, hvat landsstýrið, sum vegna Føroya fólk eigur og hevur ábyrgdina av okkara tjóðarflogfelag, hevur gjørt og fer at gera við støðuna.   

Á Løgtingi, 1. september 2020 

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad