Lýsing

400 fleiri heim og møguleika at byggja í bygdum og býum

Øll skulu kunna velja Føroyar til, flyta heim, og trívast. Men tað er torført í hesum døgum, tí tað er so torført at finna nakað at flyta inn í. Tíverri eru fólk longu komin í ta støðu, at tey eru noydd at flyta av landinum, tí onki er at búgva í. Hetta eiga vit ikki at góðtaka.

Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum uppskot, sum loyvir Bústøðum at byggja 400 fleiri heim kring landið og sum loyvir Bústøðum at vera við í at javnseta Føroyar og veita lán til bygging uttanfyri størru býirnar.

400 fleiri heim

Uppskotið leggur upp til, at hesir 400 bústaðirnir skulu vera av ymsum slag; t.e. leigu-, luta-, lestrar- og vardar bústaðir. Bústaðir fáa eisini loyvi til at byggja lutabústaðir. Harvið kann Bústaðir byggja og selja part av leigubústøðunum til lutabústaðir. Hetta skapar ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Hetta gevur eisini inntøkur, ið Bústaðir aftur kunnu nýta at byggja enn fleiri heim fyri.

“Okkara bústaður er okkara heim. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at hava eitt gott heim. Tíverri eru tað fleiri í dag, ið ikki liva í nøktandi bústøðum. Bústaðartrotið er ein av størstu avbjóðingum okkara – og hetta mugu vit loysa sum skjótast. Prísirnir eru hækkandi og ov lítil hjálp er at fáa, um tú brádliga stendur uttan heim. Hetta uppskotið kann vera partur av loysnini,” sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Hetta verður gjørligt við at víðka um fíggjarmøguleikarnir og heimilar Bústøðum at útskriva lánsbrøv á 500 mió. kr.

Møguleika at búgva og byggja í øllum Føroyum

Í dag er so at siga ógjørligt at byggja hús á bygd, tí bankarnir eru ikki sinnaðir at veita lán til hetta. Við okkara uppskoti kann Bústaðir veita tann partin av láninum, ið bankarnir ikki vilja.

“Hetta snýr seg um vit vilja eitt samfelag, har øll búgva í miðstaðnum, ella um vit vilja einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búgva kring alt landið. Fyri okkum er tað greitt; tað skal vera hugurin hjá fólki, ið avger hvar tey vilja búgva – bankarnir skulu ikki taka hesa avgerð fyri okkum,” sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Dømi eru um fólk, ið hava fingið noktað lán til at byggja hús á bygd, men hava fingið eitt uppaftur hægri lán til hús í Havn. Tískil eru tað ikki gjaldsevnini hjá teimum, ið vilja byggja, ið er forðingin. Fólk hava ikki sama møguleika at byggja hús á bygd, sum í størru býunum, og hetta trýstir eisini húsaprísirnar uppaftur meira í miðstaðarøkinum. 

Hetta má broytast, so at Bústaðir kann veita tann partin, ið bankarnir ikki kunnu ella vilja. Hetta er sjálvandi treytað av, at tey, ið søkja lán, hava gjaldsevnini til at rinda lánið aftur.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad