Kristina spyr um avlurting
Fyrispurningur um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
- Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella føroyskum vinnufyritøkum í Føroyum?
- Er nøkur fráboðan komin til landsstýrið um ábendingar eru um, at føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur í Føroyum hava verið avlurtað?
- Er partur av teimum avlurtingum, ið danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum?
- Hvat fekk landsstýrið upplýst frá danska verjumálaráðharranum viðvíkjandi donsku fregnartænastuni og samskiftisupplýsingum hjá føroyskum borgarum og vinnufyritøkum?
- Hvat fekk landsstýrið upplýst um málið sum heild, tá hetta varð tikið upp á fundi við danska verjumálaráðharran?
- Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum?
Viðmerkingar
Greitt er, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) umfatandi samskiftisupplýsingar um danskar borgarar. Hetta hevur eitt nú fingið avleiðingar fyri starvsfólk í donsku fregnartænastuni.
Samstundis hava núverandi landsstýri og samgonga samtykt nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar.
Í undanfarnu viku varð munnligur fyrispurningur settur løgmanni um málið. Løgmaður upplýsti, at hann hevði heitt á landsstýrismannin í uttanríkismálum at taka málið upp við danskar myndugleikar. Í dag skuldi fundur so vera millum danska verjumálaráðharran og føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum.
Tá umræður avlurting og samskiftisnet, so er talan um málsøki hjá fleiri landsstýrisfólkum, og verður hesin spurningur tí settur løgmanni.
Talan er um eitt sera álvarsligt mál, sum neyðugt er at fáa alment upplýst. Fyri at fáa lýst málið, eitt nú um føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur hava verið ella verða avlurtað av donsku fregnartænastuni, og fyri at fáa lýst, um føroyskar samskiftisupplýsingar eru latnar amerikonsku fregnartænastuni, og hvat verður gjørt fyri at verja føroyskar borgarar og vinnufyritøkur ímóti avlurting, verða hesir spurningar settir løgmanni.