Lýsing

Ítrótturin gevur so nógv, nú mugu vit geva aftur

ÍSF stendur í teirri støðu, at stuðulin til sambondini lækkar við 11% um landsstýrið ikki hækkar játtanina til ítróttin í komandi fíggjarlóg. Hetta má ikki henda, tí ítrótturin gevur okkum so nógv, nú mugu vit geva ítróttinum aftur.

Ítrótturin er tað, sum savnar okkum, og føroyskir íðkarar hava klárað seg ótrúliga væl um allan heimin og hava sett Føroyar á heimskortið, sum eina stolta ítróttatjóð – men vit vita eisini, at aftanfyri íðkararnar, er eitt stórt, sjálvboðið og ólønt arbeiði. Eg haldi tað vera eitt keðiligt signal at senda øllum hesum, bæði íðkarum og sjálvbodnum, um játtanin ikki verður hækkað. Ítróttur er eisini heilsugóður, mennandi og gagnar felagsskapinum í øllum Føroyum.

Hetta eigur eisini at speglast á fíggjarlógini. Orsøkin til at ÍSF fer at mangla pening, er tí at ongin stórur vinningur  er vunnin í Danske Spil í Føroyum, seinasta árið, og tí minkar inntøkan hjá Sp/f Ítróttavedding. Tað er eitt alt ov ótrygt grundarlag fyri ítróttin, at tað skulu vera veddingarpengar, ið gerast berandi fyri feløgini.

Føroyski ítrótturin er ikki eitt partapolitiskt mál. ÍSF hevur meldað út, at játtanin má økjast við minst 1,5 mió. í 2021, men vit eiga at seta nógv fleiri pengar av til føroyska ítróttin, soleiðis at játtanin er nøktandi. Eitt mál fyri alt Løgtingið átti at verið, at ítrótturin liggur í tryggum kørmum á fíggjarlógini. Løgtingið átti eisini staðið, saman um ein fíggjarleist, ið ger, at játtanin til ítróttin er tvífaldað um eini fimm ár.

Hervør Pálsdóttir, 

tingkvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad