Koronustøðan og ávirkan á viðgerðir í sjúkrahúsverkinum
Virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv darvað av koronustøðuni. Síðst í juni fekk eg upplýst frá landsstýrismanninum um, at uml. 6.000 viðgerðir færri vóru framdar sammett við í fjør.
6000 viðgerðir, tað er ikki smávegis!
Víst varð á, at innan ávís serøki var virksemið skert upp í 80%. Samstundis bleiv sagt, at akuttar viðgerðir blivu framdar, men at millum annað planlagdar skurðviðgerðir og endurvenjing vórðu sera nógv skerd.
Tað er trupult at meta um avleiðingarnar av hesum, men tað skerst ikki burtur, at tað er sera óheppið fyri fólk, sum bíða. Spurningurin er, um førleikar verða mistir á leiðini. Førleikar, sum møguliga ikki kunnu endurvinnast. Afturat hesum kemur uttan iva pína og líðing, sjúkrameldingar og annað, sum ávirkar lívsgóðskuna. So avleiðingarnar av koronusmittuni eru víðfevndar fyri sera nógv fólk og familjur.
Nú á leið tríggjar mánaðar aftaná, at landsstýrismaðurin upplýsti, hvussu koronustøðan ávirkaði virksemið í sjúkrahúsverkinum, er neyðugt at fáa nýtt yvirlit yvir støðuna.
Ein part av summarinum vóru vit tíbetur koronufrí, og virksemið er ikki líkað skert nú. Spurningurin er tí, hvussu gongst við at avgreiða bíðilistarnar, og hvør status er á økinum nú. Tíverri hevur smitta verið staðfest aftur seinastu dagarnar, og kann hetta aftur fáa negativa ávirkan á støðuna. Tó so hevur Løgtingið játtað pening til eina serstaka koronudeild, júst fyri at virksemið í sjúkrahúsverkinum ikki skal darvast.
Tí havi eg í dag sett landsstýrismanninum hesar uppfylgjandi spurningar.
– Hvussu gongur við at stytta bíðilistarnar í sjúkrahúsverkinum, sum komu í orsakað av koronu?
– Hvussu nógvar viðgerðir færri eru samanlagt framdar higartil í ár sammett við í fjør?
– Hvussu er samlaða talið á viðgerðum í ár sammett við í fjør býtt á ymisku sjúkuøkini?
– Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at fáa bíðlistarnar niður?
– Er nøkur kostnaðarmeting av, hvat tað kostar at fáa viðgerðartalið á har, sum mett varð, at tað átti at verið, um korona ikki var? Og rúmast kostnaðurin innan verandi játtan?
– Eru tað gjørdar nakrar metingar av avleiðingunum fyri sjúklingarnar, at virksemið hevur verið so skert vegna koronu?
– Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at sjúklingar, sum ikki fáa viðgerð, fáa álvarslig mein og missa førleikar í bíðitíðini?
Sirið Stenberg
Tjóðveldi