Lýsing

Farleiðin er alt annað enn nøktandi

“Smyril er einasta farleið hjá suðringum og at meta sum okkara lívsæðr. Tað er tí bæði óliviligt og darvandi fyri bæði fólk, trivnað, vinnulív o.o., at farleiðin er so óstøðug. Tað ber snøgt sagt ikki til í dagsins samfelag.”  sigur Sirið Stenberg

Seinastu tíðina hevur siglingin hjá Smyrli verið óstøðug, og tað hevur verið sera trupult at hildið ferðaætlanina. Tað hevur verið meira reglan enn undantakið, at ferðaætlanin ikki hevur hildið, serliga tá líður út á dagin. Hetta er til alstóran ampa fyri ferðafólk. Tað eru nógv fólk, sum ferðast regluliga í arbeiðsørindum, sum ganga í skúla og arbeiða norðanfjørðs, sum skulu um fjørðin í læknaørindum og líknandi. 

Tí hevur Sirið Stenberg sett Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um hann heldur, at støðan er nøktandi viðv. Smyrli og um nøkur ætlan at betra um støðuna. Eisini spyr hon, um nøkur ætlan er at fáa nakrar farmatúrar sigldar um náttina ella við øðrum skipi til dømis ella um ætlan er at økja túratalið og betra um tænastuna.

“Tað er so umráðandi at fáa at vita, hvat ítøkiliga verður gjørt fyri at bøta um karmarnar fyri siglingina til Suðuroynna, tí tað hevur so stóra ávirkan á lokalsamfelgið og fólkið, sum her býr.” sigur Sirið Stenberg

“Smyril er eisini eitt arbeiðspláss og stóra arbeiðstrýstið kann hugsast at hava týdning fyri arbeiðsumhvørvið. So heldur ikki fyri starvsfólkini kann støðan vera nøktandi.

Vit hava fingið at vita, at metnógvur farmur hevur verið førdur um Suðuroyarfjørð og at hetta er høvuðsorsøkin til seinkingarnar.” leggur Sirið avtrat

Deil hesa grein umvegis
468 ad