Lýsing

Frá ognarloysingum til dragandi risa-kommunu

Vit skulu vera góð við Havnina. Um vit kenna søguna, so eru vit góð við Havnina. Og vit skulu vera góð við Tórshavnar Havn. Vit skulu hava vælnøgdar borgarar. Vit skulu finna loysnir, so at øll trívast – vinnulív og borgarar, borgarar og vinnulív!

Tey ognarleysu, biddararnir úti á Reyni, bygdu býin. Havnarfólkini, ognarloysingarnir, slóðaðu fyri og løgdu lunnar undir Havnina, sum vit kenna hana í dag. Tey, ið livdu undir ómenniskjaligum korum dystaðust í mong ár móti yvirmaktini – bara fyri at seta føtur undir egið borð.

Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen hava frálíkar frágreiðingar í Havnar Søgu um hesa tíðina. Eg havi lúrt í søguna…

Átti ein ikki jørð umleið ár 1600, so hevði ein ikki rætt til lunnindi – tvs. ikki rætt til rekavið, tara, sand, eyr, fugl og egg, kóp, rekahval, útrakstur í haga til neyt, rossafrælsi, gásafrælsi, torvskurð, flagskurð, veiðrætt í haga og við strond og rætt til húsagrundir. Tað sigur seg sjálvt, at hetta hevur verið fátæksligt hjá teimum ognarleysu í Havn.

Bara fyri at fáa grundstykki skuldi húsmansskattur gjaldast til kong. Og síðani máttu tey í drúgt rættarmál við bøndurnar fyri at sleppa at skera flag at tekja við. Og somuleiðis berjast fyri at sleppa at skera torv og gera tað nøkulunda liviligt. Fram til 1858 máttu havnarfólk gjalda fyri at skera flag og torv. Støðan var so ring, at havnarfólk fingu fátækratíggjund í nøkur ár.

Staðfestast kann, at havnarfólk, sum tey einastu í Føroyum, høvdu hjallin á sjónum. Hetta verður ført fram á løgtingi í 1658. Sótu vakt á skansanum um náttina og róðu út um dagin. Bøndurnir lítisvirdu fátæka útróðrarmannin í Havn, sum “bara høvdu tann ótrygga útróðurin at liva av”.

Seinni, í 1788, stovnaðu havnarfólk Nótafelagið. Rok var á Havnarvág um at sleppa at kasta nót eftir seiði, tí bygdamenn vildu sleppa framat. Havnarfólk kærdu til kong við grundgevingum um, at havnarfólk høvdu, so at siga, ikki atgongd til jørð og tí vildu hava einarætt til nótafiskiskapin í Havn. Eftir drúgva viðgerð fingu havnarfólk einarætt at kasta nót á Havnarvág.

Í 1872 kom fyrsta sluppin til Føroyar. Havnarsluppin Fox, sum trappubrøðurnir keyptu. Fox fór at royna undir Íslandi og setti veruliga ferð á sluppfiskiskapin og legði lunnar undir fiskiveiðusamfelagið Føroyar.

Vit eiga at vera errin av søguni og okkara forfedrum, sum tóku tað tunga takið. Tá onnur í dag práta um søgulig rættindi í føroysku fiskivinnuni, so sigur søgan, at allir pílar peika til Havnar. Vit havnarborgarar hava so sanniliga uppiborið hvørt oyra, sum fellur Havnini í lut frá fiskivinnuni.

Í dag eru vit ein dragandi risa-kommuna har fólkatalið táttar í 43% av savnaða íbúgvaratalinum í Føroyum.

Takk tit, ið undan fóru og takk tit, ið gera Havnina deiliga at búgva í í dag. Vælkomin, øll tit, ið eru flutt til Havnar. Saman fara vit framhaldandi at fjálga um okkara dragandi kommunu.

Nú fara vit at finna loysnir, so at vinnulív og borgarar framhaldandi kunnu trívast í okkara dragandi risa-kommunu. Havnin í Havn hevur verið okkum góð og er okkum góð.

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad