Javnseting av samkyndum foreldrum í Barsilslógini
Umboð fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn hava í dag lagt fyri Løgtingið uppskot um at broyta Barsilslógina, so lógin javnsetur samkynd foreldur við hinskynd.
Uppskotið hevur til endamáls at javnseta rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilsfarloyvi og barsilspening, og harvið at javnseta rættin hjá øllum børnum at hava møguleika fyri, at hava bæði foreldrini um seg í barsilstíðini.
Støðan er soleiðis í dag, at eitt samkynd par, sum fær eitt barn, ikki hevur javnsettan rætt til barsilsfarloyvi og -útgjald. Hetta hóast tey eru felags um barnið. Sum dømi kann nevnast, at hóast tvær kvinnur eru giftar, og fáa eitt barn, so verður tann, sum ber barnið, viðfarin eftir reglunum í barsilsskipanini fyri støk. Onnur mamman fær alt barsilsfarloyvið ímeðan hin fær einki. Fleiri samkynd foreldur og børn teirra eru fyri hesum mismuni í Føroyum.
Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið, fyrstu árini av lívi sínum, fær møguleika at vera nógv saman við foreldrum sínum. Tí tað er hesa tíðina, tryggleikin og tøttu bondini fyri restina av lívinum verða knýtt.
Í 2016 fingu samkynd rætt til at giftast borgarliga í Føroyum. Tað er sjálvsagt neyðugt, at lóggáva, sum framvegis ger mun á samkyndum og hinskyndum hjúnum, og børnum teirra, verður dagførd. Her verður eitt nú hugsað um lóggávu kring foreldrarætt og rættindi hjá børnum til bæði foreldur. Broytingin í Barsilslógini fevnir einans um rættin til barsil við løn og til útgjald av barsilspeningi.
Løgtingsmál 40/2020 er her: https://logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=4750