Lýsing

NÓGV HENT Á ARGJUM

Hesa býráðssetuna hava vit raðfest nógv ymisk átøk á Argjum:

Gøtan framvið Sandá er komin niðan til bóndan, og hetta er kanska tað størsta trivnaðarátakið sum er gjørt, – til gleði fyri øll, ikki bara fyri Argjafólk. Tað var uppá tíðina at gøtukervið varð víðkað her úti “á vestara áarbakka”.

Hølir til 3.floks frítíðar skúlabørn og klubburin Argjaskotið hava verið risastór frambrot fyri trivnaðin millum børn og ung á Argjum.

Fleiri milliónir eru settar av til at keypa ognir framvið vegnum, soleiðis at fyrstu stigini kunnu takast til at loysa ferðsluvandan í vega tronganum út á Argjaboða, – og tá verður vegurin góður og tryggur allan vegin út á Boðan. Og tá kann bussleiðin koyra allan vegin út – eitt ynski sum argjaboðafólk hava havt leingi.

Komunan hevur í 2021 játtað fysta peningin til nýggja kirkju á Argjum og í næstum verður avtala undirritað við kirkjuráðið, har kommunan bindur seg til at játta pening til arbeiðið komandi árini.

Kirkjan verður eitt felags andaligt- og mentanarhús, ið styrkir samleikan hjá argjafólki  Umframt kirkjuligar handlingar kann kirkjan verða karmur um ervi, fermingarveitslur og virksemi hjá felagsskapum. Kommunan skal tryggja, at nóg mikið av parkeringsplássum og góð atkoma verður til kirkjuna.

Tá gamla kirkjan verður seld, eigur kommunan at tryggja, at bygningurin verður gjørdur til eldraíbúðir.

Argja dart fær hølir í gamla Argja skúla, og er nú felagsskapur undir ÍSF og skipar fyri ungdómsvirksemi. So her verður enn eitt frítíðarítriv hjá ungum og vaksnum á Argjum at ganga til.

Um ársskiftið 20/21 verða 48 leiguíbúðir lidnar Undir Kongavarða og hetta er stórt frambrot, tí tað er fyrstu ferð at kommunan hevur staðið fyri at fáa leiguíbúðir bygdar.

Í vetur verður elsti partur av gamla skúla tikin niður og eitt opið, grønt øki við vøkstri, bonkum og spæliplássi verður skipað á hesum stað. Vit fáa tá eitt satt trivnaðarøkið til børn og barnafamiljur mitt í gomlu bygdini.

Børn við serligum avbjóðingum flyta í gamla Argja skúla í heyst. Talan er um eind undir Skúlanum á Fløtum, ið kallast 4-10 tilboðið, og á hesum deiliga stað og fína skúlabygningi við svimjihyli og fimleikahøll fáa børnini tær allarbestu umstøður.

Kommunan játtaði 600tús kr til at útbyggja Sjósavnið, og bólkur og verkætlanarleiðari er settur at arbeiða við tekningum og at reisa fígging til útbyggingina.

Jarðarmálið við festaran á Glyvursnesi er loyst soleiðis at golfvøllurin og grønur frítíðardepil verður gjørdur komandi árini. Arbeitt verður eisini við at fleiri frítíðarfelagsskapir kunnu hava sítt virksemi í gamla grótbrotinum í Glyvursnesi, m.a. bogaskjóting.

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad