Lýsing

HOYVÍK Í STØÐUGARI MENNING

Hoyvík er størsti býarpartur í Tórshavnar kommunu og vaksandi fólkatalið setir krøv til at tænastur og trivnaðarátøk verða gjørd í nærumhvørvinum.

 

Tað er ikki onki vit hava gjørt í Hoyvík hesa setuna: Nýggjan Umlættingar- og rehabiliteringsdepil (URD), stórar umvælingar eru gjørdar á Hoyvíkar skúla,  Stórabrekka, nýggja bústaðarøkið, við 160 búeindum, verður boðið út í næstum, læknahølir í Kirkjustræti, nýggjur kirkjugarður, arkitektakapping hevur verið um at fara undir Stórutjørn. Dagstovnurin á Flat er bygdur út so hann nú er dupult so stórur, nógv trø eru gróðursett m.a. við Myllutjørn og í Djúpagili. gøtan í Villingardali er sett í gongd, verður liðug í desember. Byggisamtyktin fyri Dalin langa er broytt frá sethúsaøki til fríøki. Súkklarar hava fingið betri umstøður. Hølið innrættað í Hoyvíkshøllini til styrkivenjing, Frílendisætlanin Boðanes-Hoydalar er endaliga samtykt, gøtur eru gjørdar, hundatrøð undir Vinnuhúsinum letur upp í næstum, gøta út á Hvítasand er boðin út og fleiri trø verða gróðursett saman við Skógrøtini.

 

Tað eru tó mong viðurskifti, ið tørvur er á at gera og bøta um í Hoyvík. Komandi fýra árini eigur at verða arbeitt við hesum:

 

  • Betri parkeringsviðurskifti í Millum Gilja, hetta skal gerast á felagsøkið, ið liggur klárt, men í órøkt, matr. nr. 140a.
  • Fyrireikingarnar eru byrjaðar til at byggja røktarheim við røktaríbúðum aftrat í Stórutjørn.
  • Finna eina loysn við koyriforingunum á gøtunum kring Hoyvík so, at súkklur og barnavognar sleppa framvið eftir gøtunum, – tó uttan at prutl sleppa ígjøgnum.
  • Planta meira kring um í Hoyvík.
  • Fyrireika útbygging av Hoyvíkar skúla
  • Snøgga og gera torg og fleiri parkeringspláss á økinum millum kirkjuna og skúlan
  • Gera útkoyringina frá Løgmannabreyt út á Vegin Langa trygga, t.d. við rundkoyring ella ferðsluljósum.
  • Gera ljóðforðingar, nú landsvegurin (nýggi innkoyringavegurin) kemur so tætt at húsunum í Hoyvík.
  • Ljóðforðingar/planting millum Dagstovnin á Flat og Vegin langa
  • Heildarætlan fyri at bøta um parkeringsviðurskiftini fer til hoyringar nú, har vit gera grøn økir, parkeringspláss og gongubreytir á Karlamagnusarbreyt, pengar eru settir av á fíggjarætlanini og farið verður undir arbeiði í ár.
  • Fríðka rundan um fótbóltsvøllin, gera skýli og áskoðarapláss
  • Gøtulyktir fram við gøtuni við Svartafoss.
  • Samanbinda gøtuna omanfyri Sandvíkarhjalla við gøtu oman til Sundsvegin, so tað ber til at ganga eftir gøtum frá Sandvíkarhjalla og inni á Gøtu niðan á Sundsvegin uttan at noyðast at ganga eftir stóru vegunum.

Øverst på formularen

Nederst på formularen

  • Gera felagsøkið við tjørnina millum Djúpagil og Millum Gilja, so økið kann nýtast til hugna og tiltøk.
  • Fjarhitarør liggja í fleiri økjum í Hoyvík, men hóast frástøðan er stutt, so eru nógv hús, sum ikki sleppa at knýta í, tí rørini ikki ganga heilt til húsið. Kommunan eigur at bera so í bandi, at rør verða løgd til húsini, og síðani kunnu húskini sjálvi rinda ein rímiligan íbindingarkostnað.
  • Hoyvíkshøllin skal útbyggjast við einum hondbóltsvølli afturat.
  • Stórhøll skal fyrireikast og liggur í nýggja býlinginum í Stórutjørn.

 

Fái eg álit frá veljaranum at halda fram í býráðnum fari eg at virka fyri at bøta um hesi viðurskifti í Hoyvík.

 

Gunvør Balle, varaborgarstjóri og valevni fyri Tjóðveldi

 

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad