Lýsing

Fjarhitin er centralvarmi

Í grundini er fjarhitaskipanin ein góð umhvørvisvinarlig grøn kollektiv skipan.

Vatnveitingin er kollektiv. Vit knýta bara í – og so rennur vatnið í hvønn krana. í húsinum.

Streymveitingin er kollektiv. Vit knýta bara í – og so er streymur í hvørjari stikk-kontakt í húsinum.

Í teimum nýggju býlingunum er reinsiverkið kollektivt. Vit knýta bara í – og so rennur spillvatnið í reinsiverkið.

Telefonnet og internet er kollektivt. Vit melda okkum til – og so hava vit telefonsamband og internet.

Hitaveitingin – hov? Nei – nú skal einki vera kollektivt. Nú skulu Palleba og Marsanna sjálvi syrgja fyri síni hitaveiting.

Tað vanliga hevur verið ein oljufýring og ketil í hvørjum húsi – centralvarmi. Við skorsteini miðskeiðis í húsunum og oljutanga í túninum. Í nýggjari tíð hava húski skift til grønari orkuloysnir. Men framvegis hvør sær. Onkur borar hol fleiri hundrað metrar niður í jørðina, onnur hava sólpanel á takinum, onnur hava hitapumpur (luft til luft ella luft til vatn) og onkur hevur sjóarhitaskipan. Góða grønar loysnir! Hesar skipaninar eru lutfalsliga dýrar, tí hvør skipan mangan bara hitar eini hús. Máttur er, í fleiri førum, til fleiri hús og tí fer ein rúgva av grønari orku til spillis. Hetta kundi verði gagnnýtt 100 % í eini kollektivari skipan!

Tí er fjarhitaskipanin í Hoyvík ein umhvørvisvinarlig kollektiv skipan. Vit knýta bara í – og so hava vit heitt vatn í kranunum og húsini verða hitað upp. Centralvarmin er felags. Ein ovnur til ruskbrenning og ein skorsteinur er centralvarmin hjá 1200 húsum. Komandi árini verða grønar hitaloysnir koblaðar inn á netið stigvíst.

Tað er absolutt postitivt, at SMS, apotekið, Svimjihøllin og aðrir stórir brúkarar í Gundadali og í Havn eru farin frá olju til fjarhita. Og at nýggju hotellini, Glasir og onnur eisini eru við.

Avlopsorka frá ruskbrenningin hevur veitt 80% av hitanum seinastu 30 árini. Heldur enn at spræna heita luft út í náttúruna, so verður hitin endurnýttur. Restin kemur frá oljubrenning – legg til merkis, at ein oljufýring og ein skorsteinur hevur verið nokk til nú 1200 húski + stórar brúkarar, men bara 20 % av tíðini tá viðlíkahald og líknandi er á brennistøðini. Fjarhita ella ei, so høvdu vit álíkavæl havt eina brennistøð til rusk. Og nú tá vit hava hana – latið okkum so gagnnýta avlopsorkuna 100% og ikki lata hana fara til spillis.

Ruskbrenningin fer at minka komandi árini – um vit sleppa 100% av við eina brennistøð er ivasamt. Í dag er gott at brenna Corona-munnbind, sjúkrahúsburturkast, laboratoriuburturkast, ridluskriðaburturkast og líknandi. Ella hevði tú tímað at skilt tað burturkastið? Brenning av burturkasti steðgar smittuspjaðing av ótespiligum umfarssóttum.

Tá nýtslan fer upp, er neyðugt við ískoytisstøðum á netinum. Í dag eru fyribils ískoytisstøðir, sum brenna olju. Heittvatnstangar skulu framyvir setast upp framvið netinum, sum ískoytisstøðir. Umhvørivsstovan hevur akkurát almannakunngjørt ein frálíkan film, ið vísur at meiri grøn orka verður tøk, nú fleiri vindmyllur verða setta til netið hjá SEV. Hendan grøna orkan skal sjálvandi eisini nýtast at hita vatnið í heittvatnstangunum upp við og soleiðis verða ískoytisstøðirnar eisini grønar. Ferð skal setast á hetta arbeiðið.

Tað er eisini møguleiki fyri øðrum orkukeldum, at seta inn á fjarhitanetið. Tá er skilagott við jarðhita, vindmyllum, sjóarhita og øðrum at seta inn á fjarhitanetið. Og vit kunnu verða vís í, at alt verður brúkt, tí skipanin er kollektiv. Fjarhitin er centralvarmin hjá fleiri enn 1000 húsum og stórum brúkarum – tað er absolutt ein postiv søga!

Tað er spell at gjøgnumskygni til øll viðurskifti viðvíkjandi Fjarhitafelagnum er so vánaligt. Hví verða hesar positivu søgurnar ikki fortaldar? Og hinvegin – hvat er tað, sum skal fjalast so væl? Leggið nú tølini á borðið! Latið okkum síggja hvat íløgurnar hava kostað og hvat rakstarkostnaðurin hevur verið seinastu árini. Latið okkum hoyra grundgevingarnar fyri kostnaði, ætlanum og handlingum seinastu mongu árini. Latið okkum eisini frætta um nógv umtalaða orkutapið – er tað konstant ella er tað minni, jú fleiri brúkarar koma á netið? Og so framvegis…

Nevndin í Fjarhitafelagnum hevur eina leiðsluábyrgd. Har sita politikkarar, sum tit, veljarar, fara at velja á valinum 10. november. Við tykkara ávirkan kann broyting koma í.

Tí vil eg arbeiða fyri, verði eg valdur!

Vel nýggja orku í býráðið – eg fari at gera mun!

Jóannes Guttesen, valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad